Barcelona vann á Arsenal

 

Dómarin kom av álvara í fokus, tá Barcelona í kvøld vann 3-1 á Arsenal og kom víðari í Champions League. Arsenal fekk Robin van Persie útvístan tíðliga í seinna hálvleiki. Við støðuni 1-1 fekk Robin van Persie sítt seinna gula kort fyri at sparka til bóltin, eftir at dómarin hevði bríkslað fyri rangstøðu. Framherjin royndi at gera vart við, at hann ikki hevði hoyrt floytuna, men einki hjálpti. Løtu seinni var Barcelona á odda 3-1.

 

Tað var ikki so nógv ferð á dystinum í fyrra hálvleiki, sum var væntað. Barcelona spældi bóltin væl runt, men megnaði ongantíð orduliga at fáa upployst Arsenal verjuna. Serliga miðverjan hjá Arsenal stóð væl og megnaði í flestu førum at steðga Barcelona framherjunum.

 

Arsenal mátti longu eftir 19 minuttir skifta út á fyrsta sinni. 20-ára gamli málverjin, Wojciech Szczesny, megnaði ikki at halda fram eftir at hann fekk ein skaða í hondina. Í hansara stað kom Manuel Almunia.

 

Stutt fyri hálvleik blivu menn nakað heitir og dómarin mátti fleiri ferðir í lumman eftir gula kortinum. Ein annar maður, ið eisini gjørdist heitur var Lionel Messi. Fyrst rak hann framvið allari Arsenal verjuni, men skotið fór beint á Manuel Almunia. Løtu seinni var hann tryggur eftir at Cesc Fabregas misti bóltin í uppspælinum. Andrés Iniesta fekk fatur á bóltinum og spældi Lionel Messi leysan, ið skoraði.

 

Seinni hálvleikur byrjaði við, at Barcelona leikarin, Sergio Busquets, gjørdi sjálvmál. Við støðuni 1-1 var Arsenal víðari til fjórðingsfinaluna. Løtu seinni var Robin van Persie útvístur. Eitt korter seinnii legði Xavi Barcelona á odda 2-1. Tveir minuttir seinni legði Lionel Messi Barcelona á odda samanlagt við brotssparki til 3-1 og 4-3 samanlagt.

 

Innskifti Nicklas Bendtner hevði móti endanum av dystinum eina frálíka møguleika, at senda Arsenal víðari, men verjan hjá Barcelona fekk rudda vekk í evstu løtu.

 

Hóast Arsenal kunnu kenna seg snýttar, so siga tølini sambært soccernet.com, at Arsenal onga roynd hevði móti Barcelona málinum.

 

Champions League:

 

Barcelona ? Arsenal 3-1

1-0 Lionel Messi, 45+3

1-1 Sergio Busquets, 53 Sjálvm

2-1 Xavi, 69

3-1 Lionel Messi, 71

Barcelona vinnur samanlagt 4-3