Á eykaaðalfundi í gjár samtykti BankNordik at útluta 450 milliónir krónur í vinningsbýti.
BankNordik hevur áður boðað frá, at sølan av danska virkseminum, umframt tann av søluni avleidda lækkanin í kapitaltørvinum, hevur við sær, at bankin metir grundarlag vera fyri at rinda í alt 700 milliónir krónur út í serstøkum vinningsbýti til partaeigararnar.
Hetta tilmælið frá nevnd bankans varð samtykt á eykaaðalfundinum í gjár, og avgjørt er, at útgoldnar verða sum serstakt vinningsbýti 46,8 kr. fyri hvørt partabræv á nominelt 20 kr., svarandi til í alt kr. 450.000.000.
Bankin boðar samstundis frá, at pengarnir verða á konto hjá partaeigarunum mikudagin komandi.
Skattur av vinningsbýti er vanliga 35 prosent, tí talan er um kapitalvinningsskatt.
Men tað merkir ikki, at 35 prosent av teimum 450.000.000 krónunum enda í landskassanum. Ein triðingur fer tó beinleiðis í landskassan, tí landskassin eigur ein triðin av partabrøvunum í bankanum. Men annars er tað sera ymiskt, hvussu kapitalvinningsskattur verður goldin.
Í bóklinginum Skatturin 2021 hjá grannskoðarafyritøkuni Spekt stendur soleiðis um vinningsbýti frá føroyskum felag:
– Vinningsbýti frá føroyskum felag, ið verður útlutað antin til føroyskar ella útlendskar persónar ella til útlendsk feløg, skal roknast við í uppgerðina av kapitalvinningi sambært kapitalvinningsskattalógini.
Útlutandi felagið skal halda 35% aftur í skatti, tá ið útlutað verður til føroyskar ella útlendskar persónar, og 18% í skatti, tá ið útlutað verður til útlendsk feløg. Um útlendskir persónar ella útlendsk feløg eru umfatað av einum tvískattasáttmála við Føroyar, kunnu tey í ávísum førum søkja um at fáa vinningsbýtisskattin heilt ella partvís afturgoldnan frá TAKS.
Útlutandi felagið hevur skyldu at afturhalda og avrokna vinningsbýtisskattin til TAKS innan 14 dagar frá tí, at avgerðin um útlutan varð tikin.
Um útlutað verður til feløg heimahoyrandi í Norðurlondum ella Sveis, ið eiga 10% ella meira av kapitalpørtunum í føroyskum felagi, kann útlutandi felagið fáa góðkenning frá TAKS, um at sleppa undan at eftirhalda vinningsbýtisskattin.
Feløg og grunnar, sum eru fult skattskyldug í Føroyum, skulu ikki gjalda skatt av móttiknum vinningsbýti uttan mun til ognarpart í útlutandi felagnum. Í slíkum førum skal útlutandi felagið tí ikki afturhalda og avrokna vinningsbýtisskatt. Útlutandi felagið hevur tó skyldu at senda vinningsbýtisuppgerð inn til TAKS.