Kirkjan hevur minst undirtøku í Klaksvík

Í eystaraparti av Norðurstreymoy hevur føroyska fólkakirkjan størst undirtøku. Har eru næstan 30 prosent fleiri limir í Fólkakirkjuni enn í Klaksvík

Tað vísir uppgerð í ársfrágreiðingini hjá Ríkisumboðsmanninum í Føroyum.

 

1. januar í ár vóru 78,6 prosent av fólkinum í Føroyum limir í Fólkakirkjuni. Bera vit saman við ár 2000, so vóru tá 84,3 prosent, so talan er um munandi afturgongd í prosentum. Men tað merkir ikki, at færri fólk nú eru limir í Fólkakirkjuni. Tí sjálvt um prosenttalið er lægri, og talið av fólki hækkað úr 39.000 í 2000 til 41.601 í 2021. Hetta tíðarskeiðið hevur verið fólkavøstkur í Føroyum. Í ár 2000 búðu um 45.000 fólk í Føroyum, 1. juli í ár var talið 53.399.

 

Í talvuni niðanfyri síggja vit tal av limum í fólkakirkjuni í ymsu kirkjusóknunum í 2010 og í 2021. Gongdin er greið, at talið av limum í fólkakirkjuni minkar spakuliga.

 

Men tað er greiður munur á, hvussu nógvar limir fólkakirkjan hevur eitt nú í Norðuroyggjum og í Norðurstreymoys, Vágum og Sandoy.

 

Í høvuðsstaðarøkinum í Suðurstreymoy, sum fyri tað mesta er Havnin, eru 79,6 prosent av fólkinum limir í fólkakirkjuni. Tað er eitt sindur yvir miðaltalinum fyri Føroyar, sum er 78,6 prosent. Men greiður munur er á Havnini og Hoyvík, sum er Suðurstreymoyar norðara prestagjald. Tí har eru 76,4 prosent av fólkinum limir í fólkakirkjui, 3,2 prosent færri enn í Havn.

 

  

Limir í fólkakirkjuni

 
 

2010

 
 

2021

 
 

munur

 
 

1

 
 

Norðstreym ey

 
 

91,3

 
 

90,0

 
 

-1,3

 
 

2

 
 

Vága

 
 

90,1

 
 

89,6

 
 

-0,5

 
 

3

 
 

Sandoy

 
 

89,5

 
 

88,7

 
 

-0,8

 
 

4

 
 

Suðuroy n

 
 

86,1

 
 

85,8

 
 

-0,3

 
 

5

 
 

Norðstreym v

 
 

86,3

 
 

85,6

 
 

-0,7

 
 

6

 
 

Sjóvar

 
 

 *

 
 

85,1

 
 

 

 
 

7

 
 

Suðuroy s

 
 

84,4

 
 

83,4

 
 

-1

 
 

8

 
 

Eiðis

 
 

81,9

 
 

82,0

 
 

0,1

 
 

9

 
 

Suðurstreym ey/v

 
 

79,7

 
 

79,6

 
 

-0,1

 
 

10

 
 

Nes

 
 

79,1

 
 

77,8

 
 

-1,3

 
 

11

 
 

Suðurstreym n

 
 

77,7

 
 

76,4

 
 

-1,3

 
 

12

 
 

Fuglafjarðar

 
 

76,3

 
 

75,4

 
 

-0,9

 
 

13

 
 

Glyvra

 
 

73,4

 
 

72,1

 
 

-1,3

 
 

14

 
 

Norðoya ey

 
 

62,1

 
 

62,0

 
 

-0,1

 
 

15

 
 

Norðoya v

 
 

61,7

 
 

61,4

 
 

-0,3

 

 

                                                                                 * Talið vantar