sigur, at fáa kommunur boð um at leggja saman, skulu tær gera tað. Tær skulu heilt einfalt ikki hava loyvi til at seta seg upp ímíti tí. Nevndin hjá Høgra sigur eisini, at flokkurin er ímóti, at landsm [...] kortini ikki, at nakar vandi er á ferð. Í felagnum Realkredit Danmark verður sagt, at sjálvt um rentan hækkar eitt sindur, er hon fram-vegis lág, og tí heldur felagið ikki, at nøkur orsøk er til at rópa varskó [...] seinastu tíðina, og í Danmark hevur stjórnin lagt fram eitt uppskot, sum fer at bera í sær, at talið á donskum kommunum fer at minka nógv. Eisini í Noregi verður tosað um kommunusamanlegging. Ein serlig
aftur dagin eftir. Mamman sigur, at sárini eru so greflig, at tað slepst ikki undan at kemur at ganga við arri í andlitinum alt lívið. Hon sigur, at hetta hendi so knappliga, at tað var onki, dagrøktarmammurnar [...] kann afturat, at eftir hendingina varð hundurin skotin. Hetta høvi kann so brúkast til at staðfesta einaferð enn, at hundar hava ikki loyvi at ganga leysir og at tað er ábyrgdarelyst at lata teir gera [...] tilvildarligar støður, sum føra til, at teir leggja á fólk. Og smábørn duga ikki at hugsa so frægt sum tað, at tey skulu ikki nærkast fremmandum hundum. Løgreglan sigur, at tað er avmarkað, hvat hon kann gera
verður ikki minni av at tað ikki er á hvørjum ári, at heiðurslønin fyri ársins átak verður latin. Hava tikið stór tøk Vinnuhúsið hevur frá fyrsta degi boðað frá, at Føroyar eru so lítlar, at tað verður ikki [...] og marknaðarføra hana fyri Formula. ? At Formula sleppur inn á sølunetið hjá Siemens, ger, at Formula kann brúka orkuna uppá at støðugt at menna forritið, sum er teirra styrki, samstundis sum Siemens tekur [...] sigur, at tað sum er serstakt í hesum máli, er. at innan telefonsamskifti, er tað bara ?Total View?, sum hevur hesa støðu hjá Siemens. Og dómsnevndin heldur, at hetta er eitt avrik, sum er vert at heiðra
aftur eru klár at fara til fiskiskap, sigur Dánjal, at ætlandi verða tey liðug á Skála um einar seks vikur. - Vit hava sagt, at skipini verða liðug til jólar, sigur hann. Dánjal væntar, at Fram og Vestmenningur [...] tí teir hava í nógvum førum so lítið at standa á. Men ikki tí; tað letur seg rímiliga væl gera. Hann vísir á, at tað er ikki ofta, at flakar verða tiknir uppá land á Skála, men hesin flakin hjá Luna hevur [...] Vestmenningur fara at standa í dokkini einar fjúrtan dagar. Síðan verða skipini løgd til bryggju, har restin av arbeiðinum verður gjørt. Lítil aktivitetur Dánjal veit annars at siga, at rættiliga lítið smi
um, at løgmaður skal taka neyðugu stigini fyri at endurreisa virðingin og álitið á løgmansembæti og samgonguna. Tríggir møguleikar hevur løgmaður fingið Hann kann velja ímillum at reinsa seg, at umbera [...] . Fólkaflokkurin hevur ikki so nógv at tapa sum Tjóðveldisflokkurin, og veljararnir hjá Fólkaflokkinum kunnu óivað liva við, at løgmaður játtar, at hann var við at gera nakað óregluligt fyri 25 árum síðan [...] trupulleikan av at fara til val nú, tí flokkurin fær tað ómetaliga torført við at koma í samgongu aftur, heldur Jóanes N. Dalsgaard. Hann sigur, at eitt val í úrtíð, útihýsir møguleikanum fyri, at Tjóðveldi
hildu, at norðmenn eiga at gevast at virka fisk. Ístaðin eiga teir at miðsavna orkuna um at fiska og selja fisk. Hesi vístu á, hvussu mong virkir eru farin á húsagang, og tey søgdu seg ikki ivast í, at uppaftur [...] varð á, at talið á vanligum flakavirkjum er minkað nógv, og at tey, sum eftir eru, fara ikki at fáa raksturin at bera seg kortini. Onnur hildu, at fiskiídnaðurin í Noregi hevur eina framtíð, og at ávísar [...] enn tað kemur, ber ikki til at siga, hvussu góð avtalan er, sigur hann. Ein annar av vísmonnunum, Torben H. Andersen, sigur, at tað er sera umráðandi, at samfelagið fær at vita, hvørjar avleiðingarnar
num um at vera vælkomin at troyta goymslur, sum eru funnar men sum liggja og bíða eftir at verða útbygdar til framleiðslu. Hann metti eisini, at meira lagaligar treytir til oljufeløgini fara at gagna einum [...] Oljuráðstevna í Hetlandi Bretar ætla at leggja nógva orku í at menna varandi orkukeldur og hava sett sær sum mál at nøkta 20% av orkutørvinum við varandi orkukeldum so sum vindi, sól og alduorku um ár [...] okkara til at læra av teimum, og tí fara vit eisini at gera nógv fleiri íløgur á hesum øki næstu árini sigur Stephen Timms, bretski orkumálaráðharrin í samrøðu við Sosialin. Hann vísir á, at uppá longri
fleiri pengar at ráða yvir í hesum fíggjarárinum. Til komandi fíggjarlóg fari eg at royna at gera alt eg kann fyri at útvega størri játtan til serligan tørv. Øll kunnu verða samd um, at støðan als ikki [...] Ynskiligt er, at fólkaskúlin fær so mikið størri játtan, at trupulleikarnir í føroyska skúlanum, sum hava verið frammi seinastu árini og ikki minst í seinastuni, verða loystir og at hann klárar at fylgja teimum [...] er um, at tímarnir til serligan tørv eru alt ov fáir. Men játtanin til fólkaskúlin er á einum støði sum ger, at tað er ógjørligt at útvega fleiri tímar til serligan tørv. Løgtingið hevur sagt, at fólkaskúlin
soleiðis, at tankarnir fóru at leita til dystin sunnudagin, beint sum dómarin hevði floyta av í Beograd, so tað eri ikki bangin um, sigur John Petersen at enda. Annars er líkt til, at B36 hevur so at siga alt [...] hevur sjálvandi rætt í, at hetta er ein sonevndur seks-stig dystur, men tað mugu vit bara royna at skúgva til viks. Vit fara á vøllin at gera okkara besta. Annars heldur Magni, at gøtumenn eru so væl fyri [...] eg haldi at vit eru allir klárir til dystin, og bæði vóni og rokni við, at talan verður um ein góðan og spennandi dyst, sum nógvir áskoðarar fara at leita sær til. Áskoðararnir hjá okkum plaga at vera trúgvir
avgjørt, at okkurt átti at verið gjørt fyri at bøta um ferðslutrygdina á plássinum. Men í dag ber so til at upplýsa, at SEV og Landsverkfrøðingurin í langa tíð hava arbeitt við at fáa tornið flutt og at tað [...] skal takast niður, er ikki vist, at ætlanin at varðveita tað, fer fyri skeytið. Í staðin fyri at taka tað niður, verður møguleikin kannaður at flyta tað burturfrá vegnum og at varðveita tað. Letur tað seg [...] til so mikla kvøl, tikið burtur. SEV upplýsir, at farið verður undir arbeiðið nú og at tornið verður tikið niður í heyst. SEV hevur arbeitt í langa tíð við at fáa tornið flutt, men pappírsarbeiðið tekur tíð