Oljuráðstevna í Hetlandi
Bretar ætla at leggja nógva orku í at menna varandi orkukeldur og hava sett sær sum mál at nøkta 20% av orkutørvinum við varandi orkukeldum so sum vindi, sól og alduorku um ár 2020. ?Danir eru sera frammaliga á hesum øki, ja teir bestu í heiminum, og vit vilja gera okkara til at læra av teimum, og tí fara vit eisini at gera nógv fleiri íløgur á hesum øki næstu árini sigur Stephen Timms, bretski orkumálaráðharrin í samrøðu við Sosialin. Hann vísir á, at uppá longri sikt verður orkutørvurin so nøktaður við enn bílgari og reinari orku sum vetni, men tað liggur nógv longur frammi í tíðini. Tí enn skal meiri gransking til.
Men hóast aðrar orkukeldur fáa størri týdning so verður kortini brúk fyri olju og gassi í nógv nógv ár aftrat. Hann sær fyri sær, at hóast varandi orkukeldarnar fara at fylla nógv meira, so verður kortini tørvur á kolvetni. Sjálvur ivast hann heldur ikki í, at nokk er til av oju og gassi til langt inn í framtíðina, í hvussu er í mong mong tíggjuár aftrat.
Á oljuráðstevnuni í Lerwick var eisini nógv gjørt burtur úr spurninginum um varandi orku. Og her ætlar Hetland sær at hava ein týðandi leiklut. Í løtuni verður roynt at skapa áhuga fyri at leggja ein kaðal úr Hetlandi og inn á meginlandið, sum skal flyta streym frá vindorku til nógv húsarhald á skotska og bretska meginlandinum. Hetlendingar hugsa sær at kunna nøkta kanska 20% av øllum elorkutørvinum í Bretland við vindorku. Í dag nøkta varandi orkukeldur umleið 4% av ensku elnýtsluni.
Eins og undanmaður hansara í orkumálaráðnum, Brian Wilson, so sær Stephen Timms eisini fegin, at føroyingar og eitt nú hetlendingar og skotar samstarva á orkuøkinum.
Meðan Bretland í dag framleiðir olju og gass til at nøkta alla sína egnu nýtslu, verður tað eftir øllum at døma um fá ár ein nettoinnflytari av olju og gassi og fer í 2020 helst at innflyta 75% av samlaða orkutørvinum. Hetta setir stór krøv til Bretland at troyta verandi olju- og gassgoymslur fult út umframt at menna varandi orkukeldur segði bretski orkumálaráðharrin á ráðstevnu í Lerwick nú um dagarnar. Ætlanin er, at varandi orkukeldurnar í 2010 skulu nøkta 10% av eltørvinum og 20% í 2020. Í hesum sambandi fer Hetland at spæla ein týðandi leiklut.
Bretland fer longu í ár 2006 at innflyta norskt gass frá Ormen Lange feltinum umframt frá norðurafrika og olju frá Ruslandi og Opeclondum.
Ráðharrin beyð tí teimum mongu nýggju og smærri oljufeløgunum um at vera vælkomin at troyta goymslur, sum eru funnar men sum liggja og bíða eftir at verða útbygdar til framleiðslu. Hann metti eisini, at meira lagaligar treytir til oljufeløgini fara at gagna einum øktum virksemi á landgrunninum. Hann ynskti eisini BP og hetlendingum tillukku við hesum fyrstu 25 árunum í oljuvinnuni í Hetlandi. Síðani Sullom Voe lat upp eru meira enn ein milliard tons av olju farin gjøgnum oljuhavnina ella tilsamsans 10.000 lastir.
Stephen Timms sá sera bjart uppá framtíðina, nú kanningar vísa, at Bretland er eitt av teimum bestu íløguøkjunum yvirhøvur og hetta fer vónandi eisini at merkja bæði tí 21. útbjóðingina, sum er farin í gongd og tí 22., sum verður latin upp næsta ár, og sum eisini fevnir um økið vestan fyri Hetland. Vit kenna ikki framtíðina í hesum øki segði hann men helt kortini, at her liggja stórir møguleikar fyri at finna olju og gass.