Leysgangandi hundar
Hevði tað ikki verið tað stóra plástrið, sum gongur eftir allari høkuni og langt upp eftir vinstra kjálka, hevði tað ikki verið so nógv at lagt merki til hjá hesum trý ára gamla smádronginum, sum stendur í gongini við einum lítlum bili í hondini, tá ið vit lata úthurðina upp.
Hann er róligur og blíður og eitt sindur smæðin. Men tá ið vit so hava sitið eina løtu, sigur hann spakmæltur: Hundurin beyt meg!
Jú, tað er meiri enn so, enn at tað framvegis situr í hinum, tað sum honum var fyri tá ið hann mikudagin var farin ein túr við dagrøktarmammuni.
Og hvørja ferð, hann hyggur í spegilin, so leingi hann livir, fer hann at verða mintir um tann mikudagin 13. november, 2003, tá ið hundur brádliga leyp í andlitið á honum og beit.
Um dagarnar er hann í dagrøkt í Sumba og hendan mikumorgunin vóru nakrar dagrøktarmammur og nøkur børn farin ein túr í Sumba.
Brádliga kemur ein hundur úr einum bilskúri ella undan einum lastbili, ongin sá rættiliga, hvaðani hann kom.
Forvitin og meinaleys, sum smábøn eru, fór hesin trý ára gamli og ein genta, sum eisini var í dagrøkt, yvir til hundin at klappa honum, áðrenn dagrøktarmamurnar varnaðust.
Men tá ið drongurin so bukkaði seg niðuryvir hundin, kom róvdýrið í hann sum eitt skot og hann høgdi til, uttan ávaring.
Drongurin fekk ein langan skurð eftir vinstra kjálka og eftir allari høkuni. Serliga er høkan illa farin, tí har var sárið so djúpt, at fingurin fekst í tað.
Drongurin varð alt fyri eitt fluttur á Suðuroyar sjúkrahús, har hann varð seymaður aftur. Sárini vóru so stór, at neyðugt varð at doyva hann burtur, ímeðan seymað varð við sjey ella átta stingum í høkuni og í kjálkanum. Hann lá so á sjúkrahúsinum um náttina og slapp heim aftur dagin eftir.
Mamman sigur, at sárini eru so greflig, at tað slepst ikki undan at kemur at ganga við arri í andlitinum alt lívið.
Hon sigur, at hetta hendi so knappliga, at tað var onki, dagrøktarmammurnar kundu gera fyri at forða fyri tí.
Hon heldur, at hetta er ein óhugnalig hending.
? Tá ið ein hundur legst á ein trý ára gamlan óvita, kann alt henda, tí eitt so lítið hevur ongan møguleika at verja seg.
? Men tað sær út til, at hundar skulu sleppa at ganga leysir, sum teir vilja. Tað er sum um at hundar hava somu støðu í Føroyum, sum tey heilagu neytini hava í India: Teir skulu ganga sum teir vilja og teir skulu ikki rørast.
Leggjast kann afturat, at eftir hendingina varð hundurin skotin.
Hetta høvi kann so brúkast til at staðfesta einaferð enn, at hundar hava ikki loyvi at ganga leysir og at tað er ábyrgdarelyst at lata teir gera tað. Teir eru ikki annað enn dýr og tað kunnu verða heilt tilvildarligar støður, sum føra til, at teir leggja á fólk. Og smábørn duga ikki at hugsa so frægt sum tað, at tey skulu ikki nærkast fremmandum hundum.
Løgreglan sigur, at tað er avmarkað, hvat hon kann gera við leysgangandi hundar.
Í slíkum føri, tá ið hundar bíta, er altíð rætt at melda, tí endurtekur tað seg við sama hindi, kann fútin áleggja, at hundurin verður skotin.