Nú skal tignin hjá løgmansembætinum endurreisast. Týskvøldið komu harraboð frá Tjóðveldisflokkinum um, at løgmaður skal taka neyðugu stigini fyri at endurreisa virðingin og álitið á løgmansembæti og samgonguna. Tríggir møguleikar hevur løgmaður fingið
Hann kann velja ímillum at reinsa seg, at umbera seg og í triðja føri kann samgongan koma ásamt um ein nýggjan løgmann.
Tjóðveldisflokkurin hevur so í fyrsta føri valt at spæla bóltin yvir aftur til løgmann og Fólkaflokkin, og lata løgmanni avgerandi leiklutin í spurninginum um samgongan skal halda fram.
Vit hava spurt samfelagsfrøðingin, Jóanes N. Dalsgaard um hví Tjóðveldisflokkinum valdi júst hesa loysnina.
Prestisjutap
Jóanes N. Dalsgaard sigur, at Tjóðveldisflokkurin er í málinum um fortíðina hjá Anfinn Kallsberg komin í eina tvístøðu. Flokkurin hevur alment sagt, at hann ikki ynskir at vera við í viðgerðini av persónsmálum, men kortini verður hann trýstur til at hava eina støðu í hesum málinum.
- Í málinum um fortíðina hjá Anfinni Kallsberg, er Tjóðveldisflokkurin tann einasti flokkurin, sum kann gera nakað aktivt, tí spurningurin er, hvussu nógv andstøðan kann gera í løtuni. Tjóðveldisflokkurin hevur eisini gjørt seg til talsmann fyri reinføri í føroyskum politikki, men hinvegin vil flokkurin ikki úr samgonguni, og tí er málið eitt stórt dilemma fyri flokkin, sigur Jóanes N. Dalsgaard.
Hann leggur afturat, at vildi Tjóðveldisflokkurin veruliga sleppa úr samgonguni, so hevur málið við fortíðini hjá løgmannni verið ein møguleiki, men hesin møguleikin varð ikki valdur, og tí vil flokkurin ikki úr samgonguni.
Jóanes N. Dalsgaard heldur orsøkina til, at Tjóðveldisflokkurin gevur Fólkaflokkinum og løgmanni enn ein møguleika er, at eitt løgtingsval í úrtíð hevði verið eitt stórt prestisjuetap hjá Tjóðveldisflokkinum.
-Politikkurin hjá Tjóðveldisflokkinum í dag er nógv størri partur av samlaða politikkinum samgonguni, enn fyri fýra árum síðan. Fyri framman standa 24 yvirtøkur, og tað er ein ov stórur kostnaður at lata hesar yvirtøkur fara framvið við borðinum, og tað vil Tjóðveldisflokkurin ikki hava á sær, sigur samfelagsfrøðingurin
Hinvegin heldur hann, at Fólkaflokkurin kann lættari liva við einum vali í úrtíð . Fólkaflokkurin hevur ikki so nógv at tapa sum Tjóðveldisflokkurin, og veljararnir hjá Fólkaflokkinum kunnu óivað liva við, at løgmaður játtar, at hann var við at gera nakað óregluligt fyri 25 árum síðan.
Torskilt
Jóanes N. Dalsgaard heldur, at politiska støðan í løtuni er rættiliga torskild. ?Tað er ein spurningur um trúvirðið, real politikk og avleiðingar av einum vali í úrtíð, sigur hann Tjóðveldisflokkurin hevur størsta trupulleikan av at fara til val nú, tí flokkurin fær tað ómetaliga torført við at koma í samgongu aftur, heldur Jóanes N. Dalsgaard.
Hann sigur, at eitt val í úrtíð, útihýsir møguleikanum fyri, at Tjóðveldisflokkurin finnur saman við Fólkaflokkinum aftur. Jóanes setur eisini spurning við, hvussu áhugaður ein Javnaðarflokkurin er í einum møguligum samgongusamstarvi við Tjóðveldisflokkin.
-Lat okkum siga, at Tjóðveldisflokkurin fær eini 30 % av atkvøðunum. Hetta er gott úrslit fyri flokkin, men so løgið tað ljóðar, so kann góða úrslitið geva bakslag. Fær Tjóðveldisflokkurin so stóra undirtøku, so er ikki óhugsandi, Tjóðveldisflokkurin setur sum krav at fáa 2/3 av øllum landsstýrismonnunum í einari møguligari samgongu, og tað kann geva bakslag heldur Jóannes N. Dalgaard.
Hann vísir millum annað til, at báðir andstøðuflokkarnar vilja sleppa fram at valdinum og profilera seg, men tað verður ómetaliga torført, um Tjóðveldisflokkurin verður so stórur. Samfelagsfrøðingurin væntar heldur, at andstøðuflokkarnir heldur fara at hugsa um samgongusamstarv við ein minni flokki, har teir fáa betri møguleika at fáa størri ávirkan, sigur Jóannes N. Dalsgaard at enda.