Fólkaskúlin skal hava fleiri pengar

- Eg vóni, at tað eydnast mær at útvega fólkaskúlanum so mikið stóra játtan í komandi fíggjarlóg, at trupulleikarnir í skúlanum, sum hava verið frammi seinastu árini, verða loystir, sigur Óli Holm, landsstýrismaður

 

FÓLKASKÚLIN

 

Fólkaskúlin er framvegis í trongum skóm hóast kreppuárini eru av. Hann verður framvegis ikki raðfestur so høgt, at hann megnar at liva upp til krøvini í nýggju fólkaskúlalógini. Og einki bendir á, at karmarnir, ið lógin leggur upp til, verða fyltir í bræði. Hetta tekur alt tíð, sum nýggi landsstýrismaðurin í mentamálum, Óli Holm, tekur til, men stendur tað til hann fær fólkaskúlin størri játtan á komandi fíggjarlóg.

 

- Ynskiligt er, at fólkaskúlin fær so mikið størri játtan, at trupulleikarnir í føroyska skúlanum, sum hava verið frammi seinastu árini og ikki minst í seinastuni, verða loystir og at hann klárar at fylgja teimum ásetingum, sum eru í lógini. Skúlin tørvar eina munandi størri játtan, og eg vóni, at tað eydnast mær at útvega eina hægri játtan, sigur Óli Holm.

 

Á hvørjum ári søkir Sernámsdepilin vegna skúlarnar kring landið Mentamálastýrið eftir tímum til næmingar við serligum tørvi. Til komandi skúlaár varð biðið um gott og væl 2500 tímar. Tá ið avtornaði gjørdist kvotan slakir 1200 tímar. Eingin skúli hevur fingið tað biðið er um, nógvir næmingar hava ongar tímar fingið, aðrir alt ov fáar tímar, hóast allar umsóknirnar til serligan tørv eru væl grundaðar sambært virkandi stjóra á Sernámsdeplinum.

 

- Eingin ivi er um, at tímarnir til serligan tørv eru alt ov fáir. Men játtanin til fólkaskúlin er á einum støði sum ger, at tað er ógjørligt at útvega fleiri tímar til serligan tørv. Løgtingið hevur sagt, at fólkaskúlin fær ikki fleiri pengar at ráða yvir í hesum fíggjarárinum. Til komandi fíggjarlóg fari eg at royna at gera alt eg kann fyri at útvega størri játtan til serligan tørv. Øll kunnu verða samd um, at støðan als ikki er nøktandi.

 

Hvussu stór umbønin frá fólkaskúlanum verður næsta ár til serligan tørv, vita vit ikki enn, men landsstýrismaðurin slær fast, at tímatalið skal økjast. Hvussu nógv torir hann ikki at geva eitt boð uppá.

 

Fólkaskúlin er fyri øll børn uttan mun til brek ella tørv, men skúlin megnar ikki at liva upp til hetta sum viðurskiftini eru, kunnu lærarar, fakfólk, foreldur og onnur ásanna. Lógin er nóg góð, prinsippið somuleiðis, men pengarnir vanta at fylla karmarnar út, sigur landsstýrismaðurin.

 

- Hetta er neyðugt at arbeiða við í komandi tíðum. Lógin fevnir sera vítt, og nøkur viðurskifti ber ikki til at loysa eftir fáum árum. Næstu fýra-fimm árini er umráðandi, at vit gera okkum greitt, hvørji viðurskifti skulu raðfestast fyrst.

 

Skúlastjórar, Sosialurin hevur tosað við, vísa allir á, at tað hevur bráðskund at fáa eitthvørt sertilboð til næmingar sum so ella so fella uttan fyri skúlan. Hesir fáa ikki ta undirvísing teimum tørvar, tí skúlin vantar orku, og summir næmingar krevja so mikið, at aðrir næmingar fáa minni undirvísing. Royndir eru gjørdar í Føroyum við at taka næmingar úr flokkinum í ein serflokk, men tað sum skúlastjórarnir eftirlýsa er eitt sertilboð til hesar næmingarnar, har orkan fylgir við. Óli Holm kennir hesar trupulleikarnar frá sínum drúgvu royndum sum lærari.

 

- Nógv bendir á, at trupulleikarnir við næmingum sum hava trupulleikar verða størri og størri. Um vit skulu gera eitt sertilboð ella serflokkar, er ein spurningur, vit kunnu taka upp. Ein møguleiki er so at gera serflokkar har tveir-tríggir lærarar eru knýttir til. Men eisini her snýr tað seg um pengar.