undirhaldið var í øllum førum á eini góðari leið. Bæði hvat spenningi og intensiteti viðvíkti, men so sanniliga eisini í spælgóðsku, tá hugsað verður um, at vit enn eru sera tíðliga í kappingarárinum. [...] hægstur, og í einum bleytum boga stútaði hann bóltin yvir í handara síðunet. Og so var rómur á heimamonnunum. Teri høvdu nú í knappan tíma verið so væl og virðiliga omaná, og einki var at ivast í, at teir [...] toppdystur var í Runavík sunnudagin, tá HB var á vitjan. Umframt at hetta vóru tvey lið, sum høvdu fullan posa eftir fyrsta umfarið, so var talan eisini um bestu liðini frá kappingarárinum í fjør, so í so máta
lesa eins nógv og børn í grannalondum okkara. Kom tá í tankar mínar feskasta kanningin av lesivanunum hjá føroyskum børnum, sum Solveig Debess, lektari í barnabókmentum, gjørdi í 2006. Kanningin fæst nú [...] Harry Potter kemur bíblian (!). Andaligar bókmentir telja sum heild nógv í kanningini, nógv meira í Føroyum enn í øðrum Norðurlondum. Í topp-10 listanum yvir mest lisnu bøkur og rithøvundar eru eisini Ska [...] rannsakað í mong ár. Stundum hava eisini verið rák, sum beinleiðis hava sagt seg hava uppskrift fyri, hvat góð list er, hvør uppgávan hjá listini eigur at vera og kanska serliga, hvat vánalig list er. Í dag
eg minna á, at í 2003 var alt í ordan, Onki av fornminnunum - fyri at brúka tað orðið, var í vanda ella til at fella. Men vandin kom í, í 2003. Stovnsfæð grunnsins er býlingurin Heima í húsi. Hesar 800 [...] landsjørð kann festari í dag peika sjálvur næsta festara út. Eisini ber til hjá festaranum, at selja til hægst bjóðandi - men tað bleiv ikki gjørt í hesum førinum. Hvat er so virðið á festinum í Koltri, aftaná [...] øðrum festara og nú uttan festara. Er haldbóndin í Koltri í iva, kann hann altíð spyrja stjóran á Búnaðarastovuni, sum sjálvur var festari í Koltri. Í dag eigur ella liggur nýtslurætturin av landsjørðini
kemur hon í nánd, man vera mongum ovboðið. Men hvat vil hann við hesum fríggjarabrævinum til tey sambandssinnaðu? Jú, júst tað. Hann vil leggja seg út í bæði fólkaatkvøðu og eitt komandi valstríð. Í sama [...] Stendur ikki hasin ósjarmerandi apukatturin á síðu tvey undir heilsuni ?Kære færinger? og tosar um at hava ?levet sammen i tykt og tyndt? í hundraðtals ár, og um hvussu ?anerkendt? hetta felagslív er ?af [...] rasistiskt útreiðsluroknistykki av føroyingum í Danmark. Nei, ?vi skelner ikke mellem jer og andre danske statsborgere?, sigur hetta ólátaða tvørtræið, sum í sama andadrátti vil draga okkum niður á portugálskt
helst rugbreyð ella groft breyð við í mesta lagi 5g av feitti og í minsta lagi 6g av fibrum pr. 100g • Viðskera – kjøt við í mesta lagi 10g av feitti pr.100g, ostur í mesta lagi 30+ ella egg • Fisk – minst [...] meining um, hvat íð tey dáma og ikki dáma! Innpakking • Ein sunnur matpakki er pakkaður inn, soleiðis at hann kann halda til at liggja í taskuni. Tað ger hann best, um hann er pakkaður í eskjir í ymiskum støddum [...] fyllu sum t.d. • Fínt skornari salat og rækjum • Avokado í skivum og sitrónsaft • Frikadellu í skivum og agurk • Skinkustrimlum, sjerrytomat í skivum og majs • Rivnum osti og piparfrukt • Hakkað hartkókað
samleika, kom hann at sveima í leysum lofti tjóðskaparliga. Hetta akkersloysið var bara ein táttur í einum nógv víðfevndari rótloysi. Í PRESTASKÚLA Í TIFLIS JOSEF DJUGASHVILI dugdi væl í skúlanum, serliga søgu [...] lært henda dogmatiska katekismus-stílin í prestaskúlanum í Tiflis. Í sambandi við gudfrøðiskúlan í Tiflis heftir ein seg annars við tvey eyðkennir. Skúlin umboðaði í fyrsta lagi tað russiska hjálandaveldið [...] EIN GUDUR Í ANDALEYPI VALDSHARRIN Í Kreml hevði í mong ár havt tann vana at sita uppi til langt út á morgunin. Saman við honum vóru vanliga nakrar av teimum eltibløðrum, sum í o.u. eina fjórðingsøld høvdu
Johan á í fyrilestrinum. Nýggja stjórnarskipan Sum støðan var í 1945 kundi ríkisstjórnin eftir galdandi lóg seta løgtingið til viks nær tað skuldi vera, og í øðrum lagi má viljin hjá løgtinginum í veruleikanum [...] ongan iva vera um tað, segði Carl Johan. Tað veruliga valdið í donskum hondum Longu í 1945 ger Erlendur Patursson ta politisku støðuna upp. Í einum bóklingi, sum Norrøna forlagið gav út, viðger Erlendur [...] undir verandi skipan. Í øðrum lagi verður ført fram, at tann samtíðartillaging í føroyskum búskapi og føroyskari fyrisiting, sum er neyðug, skal føroyska samfelagið kunna fóta sær í nýggjari øld, krevur
Livurin varð avreidd í handlinum. Útróðrarpláss var Hvannasund gott. Gamli Mortan í Hvannasundi búði eitt tíðarskeið í Innistovu. Pápi róði út saman við Mortani, tá ið hann bygdi í 1910. Útróðurin gav so [...] alt seyður. Hvat mundi pápi hava droymt? Eg fór til skips við skonnartini Karen í 1936. Vit róðu út við bátum í Grønlandi. Kaj Johannesen var skipari. Eg fór aftur við Kaj við John Bull í 1937 og 1938 [...] vit komu heim í øllum góðum. Í 1960-unum var eg við Sildrekanum. Hetta var eitt línuskip, sum Júst í Túni keypti úr DDR, og sum varð umbygt til veiðu við kraftblokki. Har var eg við í tvey ár. Eg fór
liðini hava staðið seg betri í europeiskum høpi í ár, sæð í mun til undanfarna ár. Tá taptu øll tey føroysku umboðini umboðini sínar dystir, men longu undan teimum báðum dystunum í gjár, høvdu føroysk lið tryggjað [...] var tá Pól N. Joensen í HB málinum var ótryggur í beinunum, tá ein afturlegging kom (ein veikleiki, sum tíverri eyðkennir alt ov nógvar føroyskar málverjar), men málverjin fekk tó í samstarvi við Janus M [...] upp fyri dystinum. Sum nevnt, var fyrri hálvleikur ógvuliga fátækur, hvat málmøguleikum viðvíkti, men nú tóktist veruligt lív at koma í. Eysturríkarar vaknaðu sum við kaldan dreym, og næstu løtuna tóktust
Ætlanin er í norður-lendskum høpi at orða ein rúsdrekkapolitikk sambært heilsupolitiskum sjónarmiðum. Og eg haldi, at vit í Føroyum kunnu læra nógv av hesum arbeiði. Støðan í Føroyum í dag Tað, sum í stóran [...] drukkið verður í Føroyum. Í fyrru helvt av nítíárunum var lítil broyt-ing í søluni hjá Rúsdrekka-sølu Landsins, frá einum ári til annað, men seinnu árini hevur verið vøkstur í nýtsluni, til hon í 2003 minkaði [...] arbeiði, sum skal gerast. Viðgerð í Føroyum Í dag verða fólk, sum misnýta rúsdrekka og rúsevni í Føroyum viðgjørd á Heilbrigdi, á Bláa Krossi, hjá kommunulæknunum, í sjúkrahúsverkinum og hjá privatum