At fóta sær í einum broytiligum heimi

Fyrilestrar upp undir komandi fólkaatkvøðuna um fólkarættarligu støðu Føroya

 

Leygardagin seinnapartin skipaði tiltakið Hesuferð fyri einari fyrilestrarøð á Háskúlanum í Havn. Fýra fyrilestrar vóru. Carl Johan Jensen rithøvundur helt fyrilestur um tjóðskaparhugsjónina, Herman Oskarsson búskaparfrøðingur helt fyrilestur um Krøv til búskapin, Heini Joensen næstformaður í Starvsmannafelagnum greiddi frá viðurskiftunum millum fakfelagsrørsluna og politisku skipanina og Kjartan Hoydal skrivari helt fyrilestur um stýriskipan, virkisføri og búskapur hjá smáum oyggjalondum í einum broytiligum heimi. Fundurin vardi tríggjar tímar og umleið 100 fólk vóru møtt. Høvi var hjá fólki at seta spurningar.

Carl Johan Jensen legði fyri við at greiða frá teirri mentanarligu grundini undir tjóðskaparhugsjónini, og nevndi í tí sambandi fleiri ferðir leiklutin hjá føroysku brøðrasamkomuni, sum risti vøllin undir teirri knæsettu donsku fólkakirkjuni. Eyðvitað var brøðrasamkoman ikki nøkur politisk rørsla, tvørtur ímóti. Men tað skerst ikki burtur, at viðurskifti hennara við tann rótgrónasta, viðtøkasta og sterkasta stovnin hjá donskum yvirvaldi í Føroyum (kirkjuna), á avgerandi hátt var við til at skapa tann iva, og kanska áræði við, hjá vanligum fólki til at skipa seg politiskt móti donskum yvirvaldi, og tað var jú fyritreytin fyri, at sjálvstýriskravið kundi fáa høvdið fyri seg í føroyska samfelagnum. Tey harðligu og mangan ovursintu viðbrøgdini móti William Sloan og rørslu hansara hjá donskum yvirvaldsumboðum í Føroyum um og eftir aldaskiftið lata ongan iva vera um tað, segði Carl Johan.


Tað veruliga valdið í donskum hondum

Longu í 1945 ger Erlendur Patursson ta politisku støðuna upp. Í einum bóklingi, sum Norrøna forlagið gav út, viðger Erlendur amtsskipanina og vísir á, at føroyingar sjálvir hava lítið og einki at siga undir hesi skipan. Alt tað veruliga valdið er í hondunum á dønum. Lóggávuvaldið er hjá danska ríkisdegnum og útinnandi valdið hjá amti og amtsfyrisitingini. Løgtingið afturímóti, ið er landsins fólkavalda ting, hevur bert ráðgevandi vald, sum heldur ikki er tryggjað, vísti Carl Johan á í fyrilestrinum.


Nýggja stjórnarskipan

Sum støðan var í 1945 kundi ríkisstjórnin eftir galdandi lóg seta løgtingið til viks nær tað skuldi vera, og í øðrum lagi má viljin hjá løgtinginum í veruleikanum altíð lúta fyri embætisvaldinum. Í ritinum vísir Erlendur á, at ein komandi stjórnarskipan skal tryggja landinum fult fólkaræði, tað skal vera fólkið, sum setir tær reglur, sum landið skal verða stýrt eftir, og tey sum stýra landinum skulu tæna fólkinum og í seinasta enda standa tí til svars. Erlendur viðger longu tá tað, hann kallar ?heimastýri?, og førir fram fleiri orsøkir fyri, hví eitt slíkt heimastýri illa fer at bera til: 1. Tað verður torført at finna fram á hvørjum málum vit skulu ráða og hvørjum danir, 2. eingin friður verður í stjórnarmálum (innanhýsis ósemja og ósemja við danir), 3. heimastýrið fær ikki nóg neyvan myndugleika at fremja mál síni á bestan hátt.


Fult fólkaræði krevur fult sjálvræði

Í dag verða tríggjar megingrundir førdar fram fyri føroyskum fullveldi. Eins og Thorstein Petersen og Erlendur Patursson báðir førdu fram í 1945, eru viðurskiftini millum lond stórliga broytt, bæði handilsliga og í aðrar mátar tey seinastu 10-15 árini. Tískil krevja føroyingar víðkaðar heimildir, eitt nú á uttanríkisøkinum. Hesar heimildir gevast ikki undir verandi skipan. Í øðrum lagi verður ført fram, at tann samtíðartillaging í føroyskum búskapi og føroyskari fyrisiting, sum er neyðug, skal føroyska samfelagið kunna fóta sær í nýggjari øld, krevur, at tann danska ríkisveitingin, ið, sum er, er sterkasta, ja kanska einasta bandið millum Føroya og Danmark, verður minkað burtur ella niðurlagað. Í triðja lagi verður ført fram, at fult fólkaræði krevur fult sjálvræði, segði Carl Johan Jensen.


Einki búskaparligt hóttafall

Herman Oskarsson vísti á tað irrationella í at velja frælsi fram um pengar frá øðrum. Hetta tóktist at vera í andsøgn til allar vanligar búskaparligar hugsanir. Hann vísti á, at vit fóru ikki at verða búskaparliga ella fíggjarliga ríkari av at siga nei til danskar pengar. Tí helt hann heldur ikki, at ynski um fullveldi hevði nakað beinleiðis við búskap at gera. At fullveldi fór at fáa búskaparligar avleiðingar ivaðist hann onga løtu í. Men tað fór ikki at verða nakað búskaparligt hóttafall fyri føroyska samfelagið.

Herman metti fullveldisgongdina vera eina avleiðing av at føroyingar nú ynsktu at fóta sær sjálvir eftir búskaparkreppuna, og at vit nú ynskja at læra av tí, sum hendi tá.

Hann setti fram fleiri spurningar: Hví kólnar sjálvstýrismálið ikki burtur, hví halda vit ikki uppat at stríðast fyri fullveldi ella sjálvstýri.

Hann fýltist á, at vit alt ov ofta settu spurningin: hvussu skulu vit liva? Tí vandin er tann, at tað verða onnur, sum koma at svara og at gera av hvussu. Innast inni vita vit sjálv hvussu vit skulu liva. Avgerandi er, at vit ikki vilja liva undir fremmandari lon.

Tann hugburðsbroyting, ið farin er fram seinastu árini miðar eftir at menna samfelagið á burðardyggjum grundarlag. Heimastýrisskipanin er ikki sambærilig við hesa menning. Ein milliard úr Danmark setir nógvar spurningar: Tað verður ikki neyðugt at effektivisera og spara tí peningurin kemur av sær sjálvum.


Eitt djúptøki element av korrupsjón í ríkisveitingini

Eitt tað mest harmiliga og skaðiliga við ríkisveitingini er, at hon korrumperar viðurskiftini millum borgarar og myndugleikar ella borgarar og politikarar. Tað liggur eitt djúptøkið element av korrupsjón í ríkisveitingini.

Herman vísti á, at milliardin úr Danmark er gáva til politikararnar, sum teir kunnu brúka at egna veljaran við, og henda milliardin var nóg mikið til í minsta lagi tveir politiskar flokkar.

Uttan ríkisveiting er tað meira borgarin sjálvur, sum tekur støðu til landshúsarhaldið. Uttan ríkisveiting verður tað føroyski skattgjaldarin, sum skal gjalda felags almenna húsarhaldið, segði Herman Oskarson


Torført at koma á tal við politisku skipanina

Heini Joensen næstformaður í Starvsmannafelagnum greiddi frá trupulleikanum, fakfeløgini hava í samskiftinum við politisku myndugleikarnar. Hann segði beinleiðis, at hann sum fakfelagsfólk hevði tað trupult av at vera viðspælari við sitandi samgongu.

Dialogurin er ikki til, segði Heini, og hetta er tað, sum kanska pínir fakfeløgini mest. Fakfeløgini hava reist spurningin um at finna fram til hvar eitt komandi lønarlag møguliga kann liggja. Men tey fáa einki svar. Hvat verður úrslitið annað enn eitt verkfall, spurdi hann.

Heini helt ikki, at tað var rætt, sum m.o. Hesuferð hevði víst á, at fakfelagsrørslan var afturhaldssinnað. Hann legið dent á, at fakfeløgini og teirra limir fingu møguleika at vera við í fullveldisgongdini, uttan tó at taka dagar ímillum um ein var fyri ella ímóti. Um ikki kravið um fullveldi kom frá fólkinum, so fór tað ikki at verða nógv vert.

Heini tók fram fleiri ítøkilig mál sum politiski myndugleikin hevði handfarið serliga klombrut; eitt nú málið viðvíkjandi landsverkfrøðinginum og tað, ið viðvíkti innkrevjingardeildini á Toll og Skatt. Slík viðurskifti geva ikki starvsfólkunum ta neyðugu virðingina fyri arbeiðsplássinum og stovnarnir missa tann fakliga førleikan, sum er bygdur upp gjøgnum fleiri á. Hann undraðist á, hví slík mál ongar avleiðingar fingu fyri avvarandi landsstýrismann/-menn. Heini vísti á, at landsstýrið við slíkari framferð kann koma at syndra alla ta almennu fyrisitingina.

Eisini nevndi hann tað sera vánaliga samskiftið við Lønardeildina á Fíggjarmálastýrinum og trupulleikarnar við tí bygnaði, sum er í Miðfyrisitingini, yvirhøvur. Hann helt hetta vera eina avleiðing av teirri sonevndu Finn Normann Christensen-skipanini, sum varð drigin niður yvir føroyska umsiting av fyrrverandi løgmanni Edmund Joensen. Núverandi samgonguflokkar høvdu verið ímóti tá, men einki hendi fyri at bróta ta skeivu gongd í miðfyristingini, sum var komin í av Finn Normann Christensen-modellinum.


Stýrisskipan, virkisføri og búskapur

Kjartan Hoydal skrivari hjá NORA greiddi frá nøkrum av tí, sum serfrøðingar innan smálandabúskap eru komnir við seinastu árini. Úr bókini Lessons from the Political Economy of Small Islands, har sagt verður, at tað eru vansar við ástøðinum undir metingunum um búskap í smáum oyggjasamfeløgum.

Tað verður ofta lagdur ov stórur dentur á veikleik-arnar í smáum oyggjasamfeløgum við lítlum fólkatali og arbeiðsmarknaði. Sagt verður, at skalafaktorarnir í búskapinum eru ov smáir, tað er ov lítið fyritakssemi, kapitalgrundarlagið, vavið í tilfeingi og landaøki eru ov lítil o.s.fr. Eisini verður nógv hugt eftir lutfalsliga stórum inn- og útflutningi, ið verður tulkað sum eitt tekin um bindingar og vantandi sjálvsavgerðarrætt. Tann klassiska bú-skaparfrøðin er ikki í iva um, at lítið í vavi merkir veikleiki. Hetta verður ført fram hóast royndirnar vísa nakað annað, eitt nú í Íslandi.

Búskaparfrøðingar, sum hava granskað smálond, hava nóg mikið av dømum, sum ikki koma til somu niðurstøður sum tann klassiska búskaparfrøðin. Read, ið var ein av røðarunum á Microstates ráðstevnuni í Havn í 1999, hevur saman við Armstrong gjørt eitt stórt kortleggingararbeiði hesum viðvíkjandi. Teirra niðurstøður seta spurnartekin við vanligar búskaparfrøðiligar niðurstøður um vav og stødd. Komið verður ma. fram til, at búskaparligi vøksturin í summum smáum londum er betri og vøksturin í nógvum stórum londum er verri enn vit skuldu væntað, um vavið hevði havt týdning. Í øllum hesum vísir tað seg at hava týdning, at tær politisku avgerðirnar eru skilagóðar. Nógv bendir á, at stýrisskipanarligt virkisføri er týðandi búskaparligt tilfeingi.

Avbjóðingarnar í heiminum í dag merkja, at vit mugu økja um virðisskapanina og vaksa líka skjótt ella skjótari enn hini londini, sum vit kappast við. Tí mugu vit vísa at vit hava ábyrgd av at finna egnar loysnir, at vit gera hóskiligar karmar fyri búskaparvøkstri eins og vit skulu vísa, at vit hava ábyrgd av undirvísing, menning og gransking.

Vandin við studninginum er, at hann oyðileggur møguleikarnar at byggja upp alternativar útflutningsvinnur í altjóða kapping, tann almenni sektorurin gerst ov stórur, mátturin í búskapinum viknar munandi og yvir stutta tíð fáa vit ein vælferðarvinning av veitingunum uttanífrá, men yvir longri tíð minkar hann burtur.

Tað er einki, sum bendir á, at oyggjaviðurskifti og landafrøðin hava avgerandi leiklut fyri búskapin, vavið er heldur ikki avgerandi, stýrisskipanarligt og politiskt virkisføri er tað mest avgerandi.

Um vit skulu klára okkum í kappingini við aðrar tey komandi árini, mugu vit hava fast tak á vinnuligu kørmunum og teimum viðurskiftum, sum eru støði undir øktari virðisskapan.

Vit vita longu í dag, at veitingar uttanífrá ? uttan arbeiði aftanfyri ? avlaga búskapin og oyðileggja búskaparliga máttin, og tann politiska skipanin verður oyðiløgd.