[Tú setur teg við telduna, ætlar tær at arbeiða eina løtu, tendrar kagaran, eini boð støkka upp á skíggjan: tú hevur ólisin brøv í postkassanum; Per, Annika, Sofus, Anna Maria, Olivia, Jack og Rúni bjóða tær at kappast á Facebook, um hvat sum er, Clara minnir teg á, at tað nú er tín túrur at skriva eitt brot til framhaldssøguna, shit, tað hevði tú gloymt, tíðindaskriv eru komin frá bólkum, tú er limur í: næstu vikuna lesa vit tað og tað bókina eftir tann og tann høvundin (hvør er tað?), tú hyggur á bókahillina: har standa bøkurnar, tú longu hevur lisið, og allar tær, tú fegin vilt lesa; nógv fleiri av teimum seinnu, bøkur, sum onkur á Facebook hevur viðmælt, men tú kennir næstan ongan av høvundunum og tekstslagið hevur ongantíð sagt tær nakað, tað má bíða, tú ritar út úr Facebook, ritar inn á blogguna (tín blogg? títt blogg?), skrivar ein stubba um leyst og fast frá í gjár, mín sann hevur onkur sent eina viðmerking til okkurt, tú hevur skrivað, ein spanióli, Alfonso, sum er uppvaksin á Isle of Man, men býr í Hollandi og dugir eitt sindur av týskum og russiskum, hann heldur, at tað, tú skrivaði, sá áhugavert út og spyr, um tú ikki kann geva ein stuttan samandrátt á enskum, tað má bíða, tú ritar út úr blogguni (blogginum?), fert inn á kjak.fo; "Hvat er list?" er eitt kjakevni, tann ið spyr nevnir seg Erik Satie [sic]; har eru fleiri boð, ein ið nevnir seg WO skrivar, at føroyingar skilja ikki list (?), ein sum nevnir seg Frustreraði Olgar heldur, at alt er list. Onki nýtt undir kjakevninum "Politikkur og samfelag", so víðari, tú ritar teg inn á secondlife.com, hevur eina avtalu har kl. 17.30 (tað er um seks minuttir); tú fært stundir at fara ein túr inn á bókasavnið at vita, um tey hava fingið nakað nýtt, mín sann, nú bjóðar bókasavnið eitt skeið í at leita á internetinum, nakrar nýggjar bøkur eru komnar, tú tekur niður tvær og goymir tær á tínum iPodi, so kanst tú lurta seinni, tá ið tú ert farin av; bókasavnið er eisini farið at leigað út filmir, kul, útkomin sært tú plakatir hanga allastaðni, sakin; her er eisini val, milliónir av borgarum í sencondlife.com skulu á val, fólkini á gøtuni eru øll vøkur og snøgg, ongin ov tjúkkur ella ov klænur, hey, har kemur Vanja, hann hevur keypt sær eina nýggjar Ray Ban brillur, hey, nú, tú hevur fingið nýggjar brillur, kul, hvar, ná, kann mann tað? ja, ja og so framvegis, og so fara vit í netball fríggjakvøldið, yes (var tað tá, mamma tín fylti?), tit hálsfevnast, bei, tú ritar út, fert inn á portalin fyri at dagføra teg um seinastu skoringarnar og leikarahandlarnar í Premier League og Primera Division, dettur um eina yvirskrift um ein einmansleik á Tjóðpallinum, ókey, hvat er tað? ná, tað er í býnum, ikki á netinum, tú sløkkir kagaran, hvat var tað nú, tú skuldi? ná ja, arbeiða, klokkan er næstan seks, og tú skalt tú oman at venja, arbeiðið má bíða, tú setir telduna at ana, tekur iPodin og skundar tær út, út í veðrið.]
Tá ið útvarpið hjá Kringvarpinum nú ein dagin aftur visti at siga, at føroysk børn duga ikki nóg væl at lesa, og tá ið tey somu fólkini góvu tey somu svarini um, hví støðan er sum hon er (ov fáir tímar, ov illa útbúnir lærarar), undraði tað meg enn eina ferð, at ongin spyr børnini, hví tey ikki tíma at lesa eins nógv og børn í grannalondum okkara. Kom tá í tankar mínar feskasta kanningin av lesivanunum hjá føroyskum børnum, sum Solveig Debess, lektari í barnabókmentum, gjørdi í 2006. Kanningin fæst nú til láns á Landsbókasavninum, og við støði í henni ber til at gera sær eina mynd av, hvørjar bøkur og hvørjar rithøvundar, føroyskum børnum dámar at lesa.
Ikki óvæntað liggja J.K. Rowling og bøkur hennara um Harry Potter ovast á øllum aldursstigum. Næst Harry Potter kemur bíblian (!). Andaligar bókmentir telja sum heild nógv í kanningini, nógv meira í Føroyum enn í øðrum Norðurlondum. Í topp-10 listanum yvir mest lisnu bøkur og rithøvundar eru eisini Skammara-bøkurnar hjá Lene Kaaberbøl, Narnia-bøkurnar hjá C.S. Lewis og Ringanna Harri hjá J.R. Tolkien. Felags fyri allar hesar bøkur, bíbliuna og aðrar andaligar bøkur, er, at tær siga frá veruleikum, har alt ber til, og har ein greiður boðskapur, ein moralur – ein peikifingur – er tað, ið ber søgunum uppi. Markið millum hitt góða og hitt ónda, millum okkum og hini, ofta eisini millum felagsskap og einstakling, er greitt og givið.
Hesar bøkur eru spennandi og undirhaldandi, væl skrivaðar og væl týddar, men tær gera ikki nakra roynd at bjóða lesaranum nakra lýsing ella tulking av gerandisdegnum hjá børnum og ungum í 2008, og tí geva tær heldur ikki nógv rúm til lesaran sjálvan at brúka sín egna lærdóm til at gera sær eina mynd av samtíðini, soleiðis sum hann ella hon sær hana. Sagt við øðrum orðum: teir veruleikar, hesar best umtóktu bøkurnar bjóða, eru gjørdir so einfaldir, at tann fløkti og samansetti gerandisdagurin – samtíðin – als ikki er at finna nakrastaðni í teimum. Alt gott um tað, talan er jú um tekstsløg, sum ikki bjóða sær til at lýsa samtíðina, og tí ber heldur ikki til at krevja tað av teimum.
Men hvar eru so tær bøkurnar, sum royna at viðgera samtíðina? Tær vit vanliga rópa realistisku bókmentirnar? Hví eru tær so lítið umtóktar millum føroysk børn og ung? Áðurnevnda kanning vísir, at ógvuliga fáir føroyskir rithøvundar teljast í topp-10 hjá føroyskum børnum og ungum yvir mest lisnu rithøvundarnar, rættari sagt bara ein, nevniliga Heine Hestoy, sum við bókunum Summardáar (1995) og Regin og Sára (1991) liggur nummar fimm, ájavnt teir báðar Erling Ruud og Rick Warren og andaligu bøkur teirra Neistin, andaktir fyri ung og Det målrettede liv. Sum heild er tað sera smátt við føroyskari umboðan í listanum yvir best umtóktu bøkurnar, og tær, sum eru har, hava allar nøkur ár á baki. Hartil er tað eitt eyðkenni fyri tær, at flestallar gera onga roynd at lýsa samtíðina hjá føroyskum børnum og ungum, men heldur skriva um støð, persónar og tilburðir, sum eru íspunnin.
Hetta er ikki ein kritikkur av nevndu bókum, flestu teirra eru væl skrivaðar og spennandi at lesa, hetta er bert ein staðfesting av nøkrum, sum eftir mínum tykki er ein trupulleiki í føroyskum bókmentum, og sum má takast í álvara, skal lesiførleikin hjá føroyskum børnum og ungum fáast á eitt hægri stig. Fyri at vaksa um áhugan hjá føroyskum børnum og ungum at lesa, mugu vit hava fleiri bókmentir, har lesarin finnur seg sjálvan aftur, har veruleikin er til staðar, har rúm er fyri samtíðini við øllum hennara samansettu trupulleikum og avbjóðingum. Tað er hugvekjandi og eitt sindur skelkandi at síggja í somu kanning, at bert fimtingurin av mest lisnu bókunum millum børn og ung í Føroyum eru upprunaføroyskar bøkur, og av teimum eru í hægru flokkunum helvtin av teimum bøkur, sum eru skrivaðar til vaksin.
Míni ørindi eru ikki at gera meg til forsprákara fyri nøkrum ávísum bókmentaligum ráki ella nøkrum ávísum tekstslag. Men eg haldi tað vera neyðugt at vísa á hesa larmandi fráveru av føroyskum bókmentum, sum viðgera samtíðina. Ikki bara í barna- og ungdómsbókum, men eisini í bókum til vaksin. Trupulleikin er eftir mínum tykki so stórur, at almenni myndugleikin átti at gjørt okkurt munagott fyri at eggja føroyskum rithøvundum at skriva um samtíðina eisini. Veruleikin er í støðugari broyting, og tað mesta av tí, sum hent er seinnu árini, er als ikki at finna í føroyskum bókmentum. Listin hevur altíð gingið á odda við at skapa hugtøk og framsagnir um tað, sum fer fram í tíðini, og tað hevur sjáldan verið størri brúk fyri tí enn júst í hesum døgum, nú hvørt barn eigur sína egnu teldu, sín egna iPod og hevur óavmarkaða atgongd til alla ta kunning, tey kunnu ynskja sær. Hóast tað kann tykjast vónleyst og strævið at skula lýsa okkara egnu samtíð, mugu vit ikki bara tora at gera tað, men enntá krevja at tað verður gjørt.
Samspælið millum list og samfelag er eitt evni, sum heimspekingar, listfrøðingar, samfelagsfrøðingar og onnur hava rannsakað í mong ár. Stundum hava eisini verið rák, sum beinleiðis hava sagt seg hava uppskrift fyri, hvat góð list er, hvør uppgávan hjá listini eigur at vera og kanska serliga, hvat vánalig list er. Í dag kunnu vit lena okkum afturá og flenna eftir, hvussu tápulig tey vóru í eitt nú fyrrverandi Sovjetsamveldinum, har tað rætt og slætt ikki var loyvt at skapa nakað, sum kundi seta spurnartekin við tann veruleika, sum tey ráðandi vildu hava. Slík list kann illa rópast list yvirhøvur, tá hon verður stýrd til at geva eina ávísa mynd – eina dreymamynd, eina hvørvisjón – av veruleikanum, sum verður dikterað uttaneftir, og ikki veruleikan soleiðis sum listafólkið sær hann. Slík list verður rópt kitsch, og júst hetta hugtak hugtók listfrøðingar sera nógv fyrst í 20. øld, tá ið stórar søgur sum kommunisman, fasisman og liberalisman/kapitalisman, bardust um at fáa ræðið á listini fyri gjøgnum hana at fortelja fólki, hvussu ræðandi veruleikin hjá hinum var, og hvussu góður veruleikin kundi verða, um hesi ráddu.
Hugtakið fræls list var eitt meginhugtak í romantikkini frá um ár 1800. Hugsanin var, at listafólk skuldu verða leys av kongsvaldi, kirkju og ríkmonnum at skapa nýggjar søgur úr bæði gomlum og nýggjum tilfari, og fall henda broyting saman við stórum vísindaligum og tøkniligum frambrotum, tað vit vanliga rópa ídnaðarkollveltingini. Bókmentir, list og mál blivu brádliga evni fyri gransking, og frøðigreinir sum bókmentafrøði og listfrøði vórðu brádliga sjálvsagdar greinir á lærdum háskúlum í Evropa. Orsøkin var, at nýggja tíðin bar við sær spurningar og trupulleikar, sum ikki kundu forklárast við gomlum dogmum, og tí var neyðugt at skapa nýggj hugtøk til nýggju tíðina. Og í hesum stríði gekk listin á odda.
Í dag halda fleiri granskarar, at vit aftur standa á einum vegamóti, sum minnir um støðuna tá. Tað verður ført fram, at modernisman hevur havt sína stórtíð, og at vit nú eru á veg inn í eitt heilt nýtt tíðarskeið, sum krevur nýggj hugtøk – ein nýggjan optikk – fyri at vit skulu kunna fáa eina fatan av tí, sum fer fram. Við baksýnisklókskapi sæst, at tað, sum fyrst í 19. øld kom í staðin fyri gamlar dogmur – trúarsetningar úr bæði kristindómi og klassisismu – var rationalisman og trúgvin upp á framburð, serstakliga tøkniligan og sosialan framburð. Í dag er torført at fáa eyga á nakran framburð, nakra vón ella trúgv upp á nakað einstakt, sum kann so at siga loysa av ella føra víðari modernaða virðisupploysta samfelagið. Ongin hevur funnið nakað svar enn, og tað verður eisini av røttum spurt, um tað finst nakað svar.
Í løtuni leikar hart stríð á millum heimsins stóru religiónir um rættin at diktera, hvør lív- og tilverufatan skal ráða. Eisini aðrar hugsjónir bjóða seg fram, eitt nú dyrkanin av heilsuni, umhvørvisvernd og bardagin móti yvirgangi. Ongin av hesum hevur tó ført fram nakað veruliga nýtt, nakað sum kann lýsa okkara samtíð við nýggjum optikki, og tað er her, listin eigur at kenna sína vitjanartíð, eisini bókmentirnar. Lat okkum fáa fleiri verk, sum tora at viðgera samtíðina, uttan neyðturviliga at seta sær sum mál at hava svar upp á alt. Lat okkum fáa meiri list, sum sigur frá tí, sum ongin annar miðil, ongin annar stovnur, ongin onnur koda, megnar at siga frá. Lat okkum fáa samtíðina inn í føroyska list, serstakliga inn í føroyskar bókmentir. Tá hevði áhugin hjá føroyskum, ungum sum gomlum, fyri at lesa ivaleyst vaksið munandi, og lesiførleikin hevði kanska eisini blivið betri enn í dag.