Undirhald við Løkin

Runavíkingar munnu verða teir, sum iðra seg mest um dystin sunnudagin, men í roynd og veru var tað HB, sum var um at stjala sigurin senastu løtuna

Fótbóltur

Ársins fyrsti toppdystur var í Runavík sunnudagin, tá HB var á vitjan. Umframt at hetta vóru tvey lið, sum høvdu fullan posa eftir fyrsta umfarið, so var talan eisini um bestu liðini frá kappingarárinum í fjør, so í so máta átti dysturin at borga fyri nøkrum av tí besta, sum føroyskur fótbóltur hevur at bjóða.

Bárður og Sonni
Og áskoðararnir fóru sum so heldur ikki snýttir av vøllinum. Kanska var størsti parturin av heimaáskoðarunum vónsvikin um, at tað ikki eydnaðist liðnum at fáa øll stigini, men undirhaldið var í øllum førum á eini góðari leið. Bæði hvat spenningi og intensiteti viðvíkti, men so sanniliga eisini í spælgóðsku, tá hugsað verður um, at vit enn eru sera tíðliga í kappingarárinum.
Tað var annars HB, sum fekk betru byrjanina. Bert tríggir minuttir vóru leiktir, tá Andrew á Fløtum legði bóltin inn um fløtu NSÍ-verjuna, og so var Karsten From farin. Skjótur sum hann er, rann hann seg leysan av NSÍ-verjuni, og tó at Jens Martin hálvbjargaði, so fekk hann ikki steðgað bóltinum heilt, og tá Óli Hansen var komin rennandi aftur við, fekk hann ikki gjørt annað enn at senda bóltin upp undir nettakið, tá hann skuldi sparka burtur.
Hetta var vorðið sum kjaftfiskur at fáa hjá NSÍ, men á vøllinum tóktist hetta als ikki at nerva. Um nakað, so var hetta startskotið til eitt laaaangt trýst á HB-verjuna, sum als ikki tóktist serliga sannførandi hendan dagin.
Fyrstu ávaringina fingu teir, tá Jústinus Hansen gjørdist leysur mest sum beint eftir lieðslumálið, men hann rakti bóltin fullkomuliga skeivt, soleiðis at hann bert stiklaði inn til Bárð Johannesen.
Men í aðrar mátar hevði Bárður úr at gera. Ferð eftir ferð varð HB-miðvøllurin snøgt sagt runnin um koll, og bæði í borðunum og mitt fyri tóktust havnarmenninir eingi vápn at hava ímóti heimaliðnum, sum alla tíðina megnaði at spæla tunt.
Og skal metast eftir møguleikunum, so var einki forgjørt í, um runavíkingarnir høvdu havt eina trivaliga leiðslu at fara til hálvleiks uppá. Ikki minst Sonni L. Petersen mundi hava eina ringa mánanátt, um hann skuldi hugsað um allar teir møguleikar, sum hann hevði at javna fyri NSÍ. Einir tríggir- fýra av slagnum mugu metast sum reinir stjórar, men Bárður stóð ein framúr dyst í málinum, og í einum tveimum øðrum førum var HB-málverjin væl úti sum eyka sweepari, soleiðis at bólturin kundi ruddast, áðrenn mótstøðumenn gjørdust leysir.

Orkan gekk undan
Tað kundi næstan ikki halda, og tað gjørdi tað so heldur ikki. Tíggju minuttir fyri hálvleik fekk NSÍ loksins løn fyri stríðið, og tað var eisini Sonni, sum sendi bóltin inn. Hesa ferð kundi hann tó valla gera annað, tí eftir at Bárður hevði hálvbjargað skotroyndini frá einum leysum Jústinus skuldi bólturin bert hava seinasta skumpið inn um strikuna, fyri at javnvág skuldi vera í.
NSÍ hevði eisini møguleika at leggja seg á odda fyri steðgin, men ein liggjandi Bárður Johannesen hevði goymt sær bestu bjargingina til hetta høvið, tá hann liggjandi megnaði at toyggja armin upp, tá Sonni skuldi lyfta bóltin upp málverjan.
Og fyrstu løtuna av seinna hálvleiki tóktist gongdin úr fyrra bara at halda fram. Aftur hesa ferð var tað tó HB, sum gav fyrstu ávaringina, men úr fimm metrum sendi Karsten From beint uppum, og so stóð tað aftur NSÍ á tí mesta. Og eftir 12 minuttum høvdu teir eisini lagt seg á odda.
Upphalvið til málið var hesaferð eitt fríspark úr vinstru. Sjúrður Jacobsen sendi høgt innfyri, og har var Helgi L. Petersen hægstur, og í einum bleytum boga stútaði hann bóltin yvir í handara síðunet.
Og so var rómur á heimamonnunum. Teri høvdu nú í knappan tíma verið so væl og virðiliga omaná, og einki var at ivast í, at teir um hetta mundið áttu sigurin uppibornan.
Men helst høvdu mongu misnýttu møguleikarnir kostað ov nógv. Í øllum førum skilt soleiðis, at liðið hevði nýtt ófatuliga stóra orku til at venda dystinum, og spakuliga kom HB alt meira fyri seg.
Runavíkingar áttu tó eisini møguleikar at avgera, men eftir at ein púra leysur Jónstein hevði sent við síðuna av, tók HB fullkomuliga yvir.
Snøgt sagt, so orkaðu runavíkingarnir ikki meira at halda høgu leikferðini. Eftiransingarnar á miðjuni dragnaðu, og tí fingu teir als ikki lagt sama trýstið á, og so kundu bóltspælararnir hjá HB av álvara fara ígongd.
Og við eitt lítið sindur av hepni, so kundu gestirnir væl vunnið dystin. Tað gjørdist tó bert til tað eina málið, tá Rúni Nolsøe sera hegnisliga sendi upp undir nettakið, eftir at Rógvi hevði longt langan bólt frá Martin Christiansen, men seinstu løtuna stóð nógv á. Ikki minst tá alt NSÍ tað einu ferðina bakkaði undan, meðan Karsten From dróg av miðjum vølli, men ta ferðina var Jens Martin so bjargingarmaðurin..

Veikar verjur
Tí gjørdist tað bert til eitt stig til hvønn partin, og hóast møguleikarnar at avgera at enda, so mundu gestirnir ikki vera serliga ónøgdir um hetta. Og á pappírinum er tað so avgjørt ikki nakað vánaligt úrslit, tí tað kann ikki roknast við, at tað verða serliga nógv lið, sum fáa nakað við sær úr Runavíkini.
Umframt einsamalla stigið, so munnu tey í HB eisini frøast um, at Martin Christiansen loksins var at síggja á liðnum. Ein skaði í lærkrikanum hevur hildið honum úti higartil í ár, men tá hann kom á vøllin eftir steðgin var hann avgjørt viðvirkandi til at økja um tryggleikan í verjupartinum á liðnum.
Hinvegin er einki at ivast í, at liðið enn hevur nógv at arbeiða við í verjupartinum. Soleiðis sum runavíkingar fyri steðgin áhaldandi sendu bóltar inn um verjuna, líktist HB liðið til tíðir einum kamikaze-álopi, og tað kann ikki roknast við, at Bárður Johannesen hvørja ferð skal hava ein eins góðan dag, sum hann hevði hesaferð.
Hjá NSÍ er somuleiðis greitt, at har er nógv at arbeiða við í verjupartinum. Fram eftir vøllinum var lítið at fílast á, tó at leikarar helst skula hava nakað av skotvenjing komandi vikuna, men falta verjan var ikki altíð eins trygg. Eins og hjá HB er tað serliga tær skjótingar, sum eru so týdningarmiklar fyri eina fýra-mans verju, sum resta í, og tí verða alt ov ofta støður, har verjan verður spæld tunn.
Enn er tó langt eftir á mál, og hjá báðum pørtum er hetta nakað, sum arbeiðast kann við. Fyri fyrst kann í øllum førum staðfestast, at ársins fyrsti toppdystur var ein av teimum heilt góðu, og verður hetta leisturin framyvir, so er einki at ivast í, at bæði NSÍ og HB fara at halda seg nóg so ovarliga, tá kappingarárið nærkast endanum.

Dysturin í tølum
NSÍ-HB 2-2 (1-1)
0-1: Karsten From, 3
1-1: Sonni L. Petersen, 35
2-1: Helgi L. Petersen, 57
2-2: Rúni Nolsøe, 55
Dómari: Niklas á Líðarenda: Royndi at leggja eina greiða linju alt fyri eitt, men hevði til tíðir ilt við at halda hesi. Ikki minst, ta´leikligar frustratiónir komu til sjóndar í reinari hevnisøku á vøllinum.

NSÍ: Jens Martin Knudsen ? Brynjolvur Nielsen, Óli Hansen, MEssias PArreira, Sjúrður Jacobsen ? Jústinus R. HAnsen, Ian Højgaard, Rúni Rasmussen ? Sonni L. PEtersen, Helgi L. Petersen, Jónstein Petersen
Gul kort: Ian Højgaard, Rúni Rasmussen
HB: Bárður Johannesen ? Hallur Danielsen, Bergleof Sólsker, Símun Eliasen, Janus M. Joensen ? Rókur F. Jespersen, Rúni Nolsøe, Nicu Dogaru, Rógvi Jacobsen ? Karsten From, Andrew av Fløtum
Gul kort: Janus M. Joensen, Hallur Danielsen, Símun Eliasen