Matpakkar við gleði

Flestu smábarnafamiljur kenna til resið um morgnarnar. Vit hava ofta ikki smurt matpakkar kvøldið fyri, og so standa vit har tíðliga um morgunin - við vátum hári og skulu finna uppá ein spennandi og sunnan matpakka. Ofta verður tað bert til tær vanligu fýra hálvu, men við eitt sindur av umhugsni, tá íð vit keypa inn ella gera døgurða, kann matpakkin skjótt gerast sunnari.

Tað skal vera lætt – bæði at gera og at eta matpakkan. Tí vit hava nógv um at vera. Og tað skal vera innbjóðandi lekkurt fyri tann, íð opnar hann. Tað eru krøvini, um matpakkin skal vera ein sukses og ikki enda í ruskspannini.


Matpakkin er týdningarmikil, av tí at umleið 1/3 av okkara dagliga orkutørvi verður nøktaður, meðan vit eru til arbeiðis, í skúla ella á dagstovni. Um vit eta sunt og fjølbroytt gjøgnum dagin, gagnar tað bæði heilsuni og vælveruni. Vit fáa meiri orku, fáa betri samla okkum umframt lættari við at halda vektini. Eisini hevur ein sunnur matpakki við sær, at børnini útvikla sunnar kostvanar, íð tey fáa gagn av restina av lívinum.


Fyri at nøkta tørvin av føðsluevnum, er tað er eitt gott hugskot at variera úrvalið av bæði breyði, frukt, grønmeti, viðskera og tilhoyri mest møguligt. At skifta millum breyðmáltiðir og døgurðarestir er eisini við til at skapa variatión.


Ein sunnur matpakki inniheldur

• Grøntmeti – salat, viðskeri ella at gnaga

• Breyð – helst rugbreyð ella groft breyð við í mesta lagi 5g av feitti og í minsta lagi 6g av fibrum pr. 100g

• Viðskera – kjøt við í mesta lagi 10g av feitti pr.100g, ostur í mesta lagi 30+ ella egg

• Fisk – minst eitt slag av fiskaviðskera

• Frukt – tað fríska og søta


Dømi um sunnar matpakkar

Rugbreyð við viðskera, t.d.:

• Fiskafrikadella við agurk/tomat/sitrón

• Toskarogn við agurk/tomat/piparfrukt, sitrón, evt. eitt sindur av fromage frais smakkað til við karry og sitrón og karse/persillu/purleyki

• Makrel í tomat við agurkstavum

• Tun blandað við reyðari piparfrukt og fromage frais

• Fiskur blandaður við fromage frais

• Skivir av kókaðum eplum við purleyki, karse og radisum ella reyðari piparfrukt

• Livurpostei við agurkskivum

• Høsnarungi ella skinka við agurk/tomat/pipafrukt ella kókaðum grønmeti sum gularót, brokkoli, blomkál, bønir

• Røregg ella skivir av kókaðum eggi við tomat og karse ella persillu

• Avokado blandað við súrepli og fromage frais

• Humus

• Smyrjiostur við agurkskivum ella karse

• Ostur við piparfrukt ella nøtum blandað við eitt sindur av honning

• Smáttuostur við tomat ella reyðari piparfrukt og karse ella persillu

• Fikuviðskeri

• Banan-, súrepla-, kiwi- ella jarðberskivir


Grovbollar við fyllu sum t.d.

• Skinkuterningar, smáttuosti, fínt skornum leyki og piparfrukt


Fyltar muffins við t.d.

• Skinkuterningum og fínt skornari purru

• Sólturkaðum tomatum, mais og basilikum

• Høsnarunga , reyðari piparfrukt og oregano


Grov pitabreyð ella tortilla við fyllu sum t.d.

• Fínt skornari salat og rækjum

• Avokado í skivum og sitrónsaft

• Frikadellu í skivum og agurk

• Skinkustrimlum, sjerrytomat í skivum og majs

• Rivnum osti og piparfrukt

• Hakkað hartkókað egg, tomat og agurk

• Falafel


Blandað salat við skinku, høsnarunga, tun ella líknandi og minirugbreyði


Innkeyp

• Tað er týdningarmikið at minnast til matpakkan, tá íð keypt verður inn – nøkur minnast til alt, meðan onnur mugu gera sær ein innkeypslista. Tann størsti parturin av planleggingini gongur út uppá at gera innkeypslistan. Harumframt geldur tað um at nýta teir møguleikar, íð eru fyri at brúka døgurðarestir til matpakkarnir. Planlegg t.d. at gera eyka frikadellir ella eina eyka stóra portión av gularótasalat

• Lat eisini børnini koma við hugskotum. Tað er kent, at serliga hjá minni børnum skiftir tað ofta, hvat íð tey hava hug til frá degi til dags. Tað er tí gott, um innkeypslistin inniheldur variatiónsmøguleikar, íð gera tað møguligt at improvisera, um ein ella fleiri í familjuni knappiliga skuldu broytt meining um, hvat íð tey dáma og ikki dáma!


Innpakking

• Ein sunnur matpakki er pakkaður inn, soleiðis at hann kann halda til at liggja í taskuni. Tað ger hann best, um hann er pakkaður í eskjir í ymiskum støddum, íð hóska best til dagsins máltíð - soleiðis at eitthvørt slag av mati, frukt og breyði sær leskiligt út, tá íð tað verður pakka út

• Tað besta er sjálvandi um møguleiki er fyri at seta matpakkan í eitt køliskáp. Um hetta ikki er møguligt, ber til at velja eina mateskju við kølielimenti í lokinum ella at brúka plast-ísterningar til at halda matpakkan kaldligan og frískan


Matpakki til børn í dagstovni

• Nógv smá børn hava ein matarlyst, íð skiftir rættiliga nógv. Nakrir dagar eta tey nógv, og aðrir dagar næstan einki. Tað er týdningarmikið, at matpakkin hvønn dag passar til tann góða matarlystin. Tað má heldur koma okkurt retur, enn tað má vera ov lítið!

• Øll børn skulu hava ein matpakka, íð er lættur at eta. Hann skal síggja lekkur út – eisini eftir at hann er pakkaður út. Tað er oftast gott at hava eitt sindur at velja ímillum. Okkurt óvæntað viðhvørt er heldur ikki so galið!

• Børn við góðum matarlysti skulu hava ein matpakka, íð hóskar til tey. Tað skal vera nokk av breyði, grønmeti og soltnum viðskera, soleiðis at barnið kann eta nógv, uttan tó at fara at viga ov nógv

• Børn, íð ikki hava so góðan matarlyst, skulu hava ein matpakka, íð hóskar til tey. Her mugu ikki vera alt ov tjúkkar breyðflísir ella stórar portiónir av rákosti. Matpakkin skal vera leskiligur, og má gjarna vera í tí eitt sindur feitara endanum, t.d. livurpostei, pylsa o.l.


Matpakki til smá skúlabørn

• Tey smáu skúlabørnini eru glað fyri matpakkan – serliga um hann inniheldur okkurt óvæntað. Tey seta prís uppá rugbreyð og gjarna eitt sindur av lekrum døgurðarestum

• Teirra størsti trupulleiki er, at tað ofta knípur við at náa at eta matin. Tað er tí eitt gott hugskot at gera ein matpakka, íð kann býtast upp og etast yvir fleiri fríkorter. Børn, íð ikki hava so góðan matarlyst og børn, íð eta spakuliga, skulu hava mat, íð mettar, sjálvt um tey ikki eta so nógv av honum

• Minst til frukt og eitt sindur av grønmeti - eina gularót, ein bjálka av agurk ella líknandi. Variera matpakkan, soleiðis at skift verður ímillum rugbreyð, tvíflís, pitabreyð, tortilla o.l. Tað ger matpakkan meiri spennandi og økir um møguleikan fyri, at hann verður etin.

• Lat vera við at nýta ov nógv pynt ella kryddsós, íð ger matin ov svansutan

• Tak javnan kjak upp til foreldrafundir, íð kann hava við sær, at skúlin leggur dent á, at tað er friður og tíð til at eta matpakkan


Matpakki til tannáringar

• Tannáringar hava tørv á mati líka sum øll onnur, sjálvt um man av og á kundi freistast til at hildið naka annað, tá íð talt verður eftir, hvussu nógv hava matpakka við í teimum elstu flokkunum!

• Tey flestu vilja tó fegin hava ein matpakka. Hann skal bara vera sunnur, innbjóðandi og lekkur - Og so má hann sjálvandi ikki lukta!

• Hvussu kann man fáa ein tílíkan matpakka? Tað fær man sjálvandi við at gera hann sjálvur. So verður hann akkurát soleiðis, sum man vil hava hann!

• Ger ein lista, íð gevur íblástur til breyð, salat, viðskera o.s.fr., íð er lekkurt til matpakkan, soleiðis at tað kemur við, tá íð planlagt og keypt verður inn

• Tað má tilráðast at matpakkin verður gjørdur um kvøldi. Nógv ung bíða til í síðstu løtu við at fara upp og eru neyvan tá før fyri at gera ein lekran matpakka. Um tey harumframt eru so seint uppi, at tey ikki hava stundir til at eta morgunmat, er tað dupult so lekkurt at hava ein góðan matpakka við. Svongdin kemur jú fyrr ella seinni!


Matpakki til vaksin

• Flestu vaksnu hava ½ tíma “døgurðaatíma” og atgongd tilbæði knív og gaffil! Hetta merkir, at tað eru góðar stundir til matin, og at møguleiki er fyri at hava døgurðarestir, salatir o.l. við

• Bæði menn og kvinnur eta ov lítið av frukt og grønmeti í mun til tey tilráddu 600 g. Serliga menn eta ov lítið av grønmeti og næstan onga frukt. Døgurðarestir sum t.d. grønmetisrættir og frukt omaná er ein lættur máti at økja um inntakið


Millummáltíðir – ein partur av matpakkanum

• Ein matpakki skal ikki bert innihalda mat til eina einkulta máltíð. Serliga fólk, íð hava hart fysiskt arbeiði, umframt børn og ung, hava tørv á at eta fleiri ferðir um dagin. Annars verða tey troytt, óuppløgd og torført verður hjá teimum at samla seg

• Tørvur kann eisini vera á bæði morgunmati, og eini millummáltíð fyrra- og/ella seinnapart

• Tað er týdningarmikið at velja matvørur, íð tola at liggja í longri tíð og ofta í stovutemperaturi. Breyð, frukt og grønmeti er nakað av tí, íð best tolir hesa viðferð

• Tað ræður um at servera mat, íð mettar. Frukt aleina er ofta ov lítið og merkir, at børnini skjótt gerast svong aftur