Minst 181 fólk eru skrásett deyð í skógareldunum, men fleiri bera ótta fyri, at talið kann fara upp um 300, tí nógv fólk eru ikki komin afturíaftur og liggja helst innibrend í húsunum. Higartil eru bjar [...] illgruna fyri at hava sett eld á skógarøki Sambært løgregluni vórðu teir báðir menninir tiknir í býnum Marysville í statinum Victoria, sum er serliga illa herjaður av skógareldum. Løgreglan sigur, at atferðin
Túsundtals fólk runnu út á gøtuna í kinesiska stórbýnum Chengdu í morgun, tí tað ljóðaði, at ein harður jarðskjálvti var á veg Tíðindastovurnar skriva, at fólk runnu ræðslusligin runt og leitaðu eftir [...] einar 150 kilometrar frá Chengdu. Tann ógvusligi jarðskjálvtin í síðstu viku var 7,9 á Richter-stiganum. Higartil eru 34.000 fólk funnin deyð eftir skjálvtan.
Minst 47 fólk eru deyð í einari røð av atsóknum ymsastaðni í Irak í dag Dagurin í dag hevur verið ógvuliga ófriðarligur í Irak, og sambært sjúkrahúskeldum hava minst 47 fólk latið lív í fleiri atsóknum. [...] Ringast var í Mosul har norðuri í landinum, har minst 10 stjórnarhermenn doyðu í einari sjálvmorðsatsókn. Umleið 30 aðrir vórðu særdir. Í Bagdad doyðu seks fólk, tá menn skutu eftir fólki á einum mar [...] marknaðartorgi, og éina aðrastaðni í býnum drap ein rakett fimm fólk. Amerikanska herleiðslan sigur, at amerikanskir hermenn søktu at uppreistrarmonnum í Diyala-landslutinum, og at 12 uppreistrarmenn lógu
Ein jarðskjálvti í Pakistan hevur kravt minst 100 mannalív Skjálvtin, sum var 6,2 á Richterstiganum, var í útsynningspartinum av Pakistan um midnáttarleitið í gjárkvøldið okkara tíð. Myndugleikarnir siga [...] eru deyð. Sagt verður, at átta bygdir eru illa farnar, og tí bera myndugleikarnir ótta fyri, at skjálvtin hevur kravt uppaftur fleiri mannalív. Amerikanski jarðfrøðistovnurin sigur, at miðdepilin í jar [...] jarðskjálvtanum var 70 kilometrar frá býnum Quetta. Fyri trimum árum síðani kravdi ein jarðskjálvti í Pakistan 75.000 mannalív, og fleiri milliónir mistu hús og heim. Tann skjálvtin var 7,6 á Richterstiganum
61 fólk doyðu, og 130 fingu skaða, tá eldur kom í ein náttklubba í Bangkok í gjárkvøldið -Øll dansaðu og fagnaðu tí nýggja árinum. Brádliga kom eldur í framman fyri pallin, og øll royndu at sleppa út, [...] a Reuters. Løgreglan í Bangkok sigur, at meiri enn 1.000 fólk vóru í náttklubbanum, tá eldurin kyknaði. Bygningurin kolaðist upp, at myndugleikarnir bera ótta fyri, at fleiri deyð kunnu liggja undir leivdunum [...] leivdunum. Enn er ógreitt, hví eldur kom í náttklubban, men lokalir fjølmiðlar siga, at eldurin stóðst kanska av einum breki í teirri elektrisku skipanini.
nógv mannalív í irakska høvuðsstaðnum í morgun Tað er eitt sindur ógreitt, hvussu mong mannalív bumburnar hava kravt. Tey fyrstu tíðindini frá løgregluni søgdu, at minst 20 fólk vóru deyð, og at 73 vóru [...] kvinnur, sum sprongdu seg í luftina, júst sum shiamuslimarnir halda eina átrúnaðarliga hátíð. Myndugleikarnir siga, at umleið ein millión fólk eru á hátíðarhaldinum, sum endar í morgin. Tær tríggjar bumburnar [...] bumburnar brustu við Karrada-økið í miðbýnum í Bagdad, har nógvir shiamuslimskir pílagrímar koma saman.
Nú eru 278 fólk funnin deyð eftir jarðskjálvtan í Miðitalia, og 10 fólk eru framvegis ikki komin afturíaftur Ein harður eftirskjálvti skakaði stórar partar av Miðitalia í nátt. Skjálvtin var 5,2 á Ric [...] , og hann var so mikið harður, at fólk í Rom 100 kilometrar longri vesturi merktu hann væl, skrivar Reuters. Tann harði jarðskjálvtin, sum rakti Miðitalia fyrr í vikuni, hevur nú kravt 278 mannalív, og [...] fólkum, sum ikki eru komin afturíaftur. Jarðskjálvtin er tann harðasti, sum hevur verið í Italia tey seinastu 30 árini, og í ndag eru minningarguðstænastur um alt landið.
børn, doyðu, tá eldur kom í eitt herbergi í býnum Kamien Pomorski í útnyrðingspartinum av Póllandi Næstan 80 fólk vóru í húsunum, sum er í trimum hæddum. Higartil eru 21 funnin deyð, og 20 hava fingið skaða [...] skaða, men bjargingarlið leita framvegis í húsatoftunum eftir fólki, sum kunnu liggja har, skrivar polska tíðindastovan PAP. Herbergið bleiv brúkt til at hýsa heimleysum og fátækrafólki, og polska tíðindastovan [...] tíðindastovan veit at siga, at fleiri børn vóru í húsunum, tá eldurin kyknaði. Summar tíðindastovur skriva, at fleiri børn eru millum tey deyðú. Polski forsætisráðharrin, Donald Tusk, er á veg til vanlukkustaðið
Seks fólk eru deyð í einum ukrainskum dronuálopi í russiska Belgorod-landspartinum. Harumramt eru 35 fólk særd. Tað upplýsir guvernørurin í Belgorod, Vjatjeslav Gladkov. Álopið rakti fleiri bilar, sum [...] Berezovka. Belgorod-landsparturin hevur mark til Ukraina í vestara parti av Russlandi. Síðani á nýggjárinum hava verið fleiri álop ímóti málum í Belgorod. Russland heldur, at tað er Ukraina ella pro-ukrainskir
heilsustarvsfólk hava latið lív í sínum arbeiði í Gaza. Men, nú er hetta tal rættað, og Heimsheilsustovnurin WHO sigur, at talan er um í minsta lagi 16 heilsustarvsfólk, sum eru deyð. WHO veit eisini at siga [...] sjúkrahúsunum í Gaza tørva útgerð og heilivág er, at fleiri sjúklingar vera skurðviðgjørdir uttan doyving. - Hetta eru eitt nú um fólk, sum noyðast at taka kropslutir, eftir at tey eru vorðin løstað í ísraelskum [...] ísraelskum loftálopum, sigur Heimsheilsustovnurin, WHO. Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í dag.