Fyri nøkrum døgum síðan visti tíðindastovan Reuters at siga, at fleiri enn 160 heilsustarvsfólk hava latið lív í sínum arbeiði í Gaza.
Men, nú er hetta tal rættað, og Heimsheilsustovnurin WHO sigur, at talan er um í minsta lagi 16 heilsustarvsfólk, sum eru deyð.
WHO veit eisini at siga, at ein avleiðing av, at sjúkrahúsunum í Gaza tørva útgerð og heilivág er, at fleiri sjúklingar vera skurðviðgjørdir uttan doyving.
- Hetta eru eitt nú um fólk, sum noyðast at taka kropslutir, eftir at tey eru vorðin løstað í ísraelskum loftálopum, sigur Heimsheilsustovnurin, WHO.
Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í dag.