Harður eftirskjálvti í Italia

Nú eru 278 fólk funnin deyð eftir jarðskjálvtan í Miðitalia, og 10 fólk eru framvegis ikki komin afturíaftur Ein harður eftirskjálvti skakaði stórar partar av Miðitalia í nátt. Skjálvtin var 5,2 á Richterstiganum, og hann var so mikið harður, at fólk í Rom 100 kilometrar longri vesturi merktu hann væl, skrivar Reuters.

Tann harði jarðskjálvtin, sum rakti Miðitalia fyrr í vikuni, hevur nú kravt 278 mannalív, og bjargingarliðini leita framvegis eftir 10 fólkum, sum ikki eru komin afturíaftur.

Jarðskjálvtin er tann harðasti, sum hevur verið í Italia tey seinastu 30 árini, og í ndag eru minningarguðstænastur um alt landið.