Minst 61 fólk doyðu, og 130 fingu skaða, tá eldur kom í ein náttklubba í Bangkok í gjárkvøldið -Øll dansaðu og fagnaðu tí nýggja árinum. Brádliga kom eldur í framman fyri pallin, og øll royndu at sleppa út, sigur ein kvinna við tíðindastovuna Reuters.
Løgreglan í Bangkok sigur, at meiri enn 1.000 fólk vóru í náttklubbanum, tá eldurin kyknaði. Bygningurin kolaðist upp, at myndugleikarnir bera ótta fyri, at fleiri deyð kunnu liggja undir leivdunum.
Enn er ógreitt, hví eldur kom í náttklubban, men lokalir fjølmiðlar siga, at eldurin stóðst kanska av einum breki í teirri elektrisku skipanini.









