Eldsbruni í Póllandi kravt 21 mannalív

21 fólk, teirra millum fleiri børn, doyðu, tá eldur kom í eitt herbergi í býnum Kamien Pomorski í útnyrðingspartinum av Póllandi Næstan 80 fólk vóru í húsunum, sum er í trimum hæddum. Higartil eru 21 funnin deyð, og 20 hava fingið skaða, men bjargingarlið leita framvegis í húsatoftunum eftir fólki, sum kunnu liggja har, skrivar polska tíðindastovan PAP.

Herbergið bleiv brúkt til at hýsa heimleysum og fátækrafólki, og polska tíðindastovan veit at siga, at fleiri børn vóru í húsunum, tá eldurin kyknaði. Summar tíðindastovur skriva, at fleiri børn eru millum tey deyðú.

Polski forsætisráðharrin, Donald Tusk, er á veg til vanlukkustaðið.