hevur sostatt verið formaður seinastu átta árini. Áðrenn hann gjørdist formaður, hevði Suni sitið í stjórnini hjá Føroya Handverkarafelag í nógv ár, og hann hevði eisini verið næstformaður í fleiri setum. Føroya [...] Suni Simonsen heldur fram sum formaður hesi næstu fýra árini. Einki mótvalevni var til formansstarvið, sigur felagið í morgun- Suni Simonsen varð fyrstu ferð valdur til formann í Føroya Handverkarafelag á [...] Føroya Handverkarafelag er í løtuni í samráðingum um at fáa sáttmála fyri kokkar og fólk við útbúgving innan handverksvinnina á matstovum og gistingarhúsum. Sum er, hava tey ikki øll havt somu reglur at
nevndarlimur í HB í seks ár, og av teimum var hann fimm ár formaður. Á aðalfundinum hjá HB í vikuni boðaði hann frá, at hann leggur frá sær sum formaður. Men møguliga verður tað í einum nýggjum leikluti í føroyskum [...] hann ætlar sær at stilla upp ímóti Óla Holm, og at hann í løtuni arbeiðir við at fáa undirtøku millum feløgini, sum gera av, hvør skal verða formaður í FSF. Eg havi hoyrt søguna, men tað ganga ofta nógvar [...] hjá fólki at leggja tvey og tvey saman, nú eg eri givin í HB, men eg havi ongar viðmerkingar til hatta. Eg eri júst farin úr einum heitum sessi í HB, sigur Birgir Enghamar. Hann vil tí ikki vátta, at hann
nýggjárs, tí tá eru flestu limirnir heima í jólafrí. Hetta er eisini galdandi fyri Føroya Skipara- og Navigatørfelag, sum í dag hevur havt aðalfund á Hotel Garden Inn í Havn. Formaðurin verður ikki valdur á [...] beint eftir aðalfundin varð sitandi formaður, Annfinnur Garðalíð, afturvaldur sum formaður fyri komandi árið. Hann fer sostatt undir sítt áttanda ár sum formaður fyri Føroya Skipara- og Navigatørfelag [...] Somuleiðis var Elias Zachariasen afturvaldur sum næstformaður í felagnum. Eins og formaðurin varð hann eisini valdur sum næstformaður í 2014. Hinir í nevndini eru Kristen Friis, Jørgen Nielsen, Jákup Gøthe,
ið metti í frágreiðingini frá mars 2014, at BTÚ sannlíkt veksur umleið 4% í 2014, treytað av, at avtala fæst millum strandarlondini um fiskiskapin eftir uppsjóvarfiski í 2014. Tingfundurin í morgin byrjar [...] og útreiðslur við hesi upphædd í 2015. Hetta er fimti ferð, at uppskot til játtanarkarmar verður lagt fyri tingið. Fyrstu fer var í 2009, tá lógin um játtanarskipan kom í gildi. Uppskotið til játtanarkarmar [...] fíggjarlógini burtur í 2016. – Til ber at gera forsagnir, har ið roynt verður at meta um búskaparvøkstur í nærmastu framtíð, men eingin er førur fyri at spáa um búskaparvøksturin fleiri ár fram í tíðina. Tí skulu
at gera eina integratiónslóg til teir útlendingar, sum koma hendanvegin í arbeiðsørindum í avmarkaða tíð. Tó er ein trupulleiki í útlendingalógini við tað, at familjan hjá útlendska arbeiðaranum kann fáa [...] verið í arbeiði, at bæði hann og arbeiðsgevarin hava eitt gott grundarlag at taka støðu til familjusamanføring. Tí familjusamanføring merkir í flestu førum, at útlendingar vilja búgva varandi í Føroyum [...] annað eftir, sum gera vart við støðuna: at arbeiðsmegi vantar í ólukkumát. Bæði í framleiðsluvinnuni, handilsvinnuni og tænastuvinnuni. Ei undur í, at tølini nú staðfesta, at vøksturin steðgar. Sjálvandi.
Í dag, 30. januar, er seinasti dagur, har limir í Føroya Fiskimannafelag hava møguleika at atkvøða um, hvør skal verða felagsformaður næstu trý árini. Í morgin – seinasta dag í januar – telur grannskoðari [...] verður formaður, við einum nýggjum tríára skeiði í felagnum. Sitandi formaður, Jan Højgaard av Toftum, stillar upp aftur til valið hesaferð og avbjóðarin, Axel Hansen úr Vestmanna, situr eisini í stjórn
ynskti ikki at halda fram í nevndini. Ynski var um at víðka nevndina til sjey limir, umframt tveir varalimir. Nevndin skeyt upp at Lars Müller og Ingi Rasmussen blivu valdir í nevnd, og hetta varð einmalt [...] beint eftir fundin, og nýggjur formaður er Páll Mohr Joensen. Varaformaður er Lars Müller. – HB vil takka fráfarandi formanni fyri sítt arbeiði fyri HB, bæði sum formaður og sum nevndalimur seinastu sjey [...] sjey árini og ynskja honum alt tað besta í framtíðini, skrivar Havnar Bóltfelag.
formansvalið í Fiskimannafelagnum fara at dystast. Jan Højgaard hevur verið formaður í Fiskimannafelagnum seinastu trý árini. Hann vann valið seinast á Óla Jacobsen, sum hevði sitið sum formaður síðani 1971. Henrik [...] Í dag klokkan 14 fara báðir kandidatarnir til formansvalið í Fiskimannafelagnum at dystast á fundi á Vinnuháskúlanum í Havn. Talan er um almennan kjakfund, har teir báðir, sum stilla upp til formansvalið [...] eisini royndur í leikum. Hann sat sum løgtingsmaður frá 1984 til 2008. Fiskimenn atkvøða við uratkvøðu fram til 31. januar, tá talt verður upp. Atkvøðurætt hava allir fiskimenn, sum hava mynstrað í 2008 og 2009
Formaður í stýrinum fyri Bústøðum, Regin Hammer, er nú farin frá. Bústaðir boða frá í morgun, at Stýrið hevur einmælt samtykt at skipa seg av nýggjum. Tað merkir, at Regin Hammer er farin frá sum formaður [...] viðgjørt støðuna og er samt um at leggja ósemjur til viks og at líta frameftir, siga Bústaðir í einum tíðindaskrivi í morgun. Stýrið fer nú at hugsavna seg um ta týðandi uppgávu, sum Bústaðir hava í føroyska
sum formaður og er nú nevndarlimur. Nýggjur formaður er Olivur Eliasen. Gunnbjørg Guttesen er næstformaður, Ólavur Holm er kassameistari og Jónbjørg Thomsen er fimti limurin. Felagið heldur til í Miðgarði [...] Miðgarði í hjartanum av Odense. Eitt stórt høli, sum føroyingafelagið hevur saman við íslendingafelagnum í Odense. Samarbeiðið gongur væl, og tað er nógvur aktivitetur í húsinum, verður sagt úr Odense. [...] Føroyingafelagið í Odense hevur havt aðalfund, og nýggj nevnd er vald. Øll tann gamla nevndin fór frá, uttan formaðurin, Hans Mikkelsen, sum valdi at halda fram, fyri at hjálpa nýggju nevndini á leið.