Sum siður er, hava manningarfeløgini aloftast aðalfund millum jóla og nýggjárs, tí tá eru flestu limirnir heima í jólafrí. Hetta er eisini galdandi fyri Føroya Skipara- og Navigatørfelag, sum í dag hevur havt aðalfund á Hotel Garden Inn í Havn.
Formaðurin verður ikki valdur á sjálvum aðalfundinum, men verður valdur av nevndini. Á nevndarfundinum beint eftir aðalfundin varð sitandi formaður, Annfinnur Garðalíð, afturvaldur sum formaður fyri komandi árið. Hann fer sostatt undir sítt áttanda ár sum formaður fyri Føroya Skipara- og Navigatørfelag. Somuleiðis var Elias Zachariasen afturvaldur sum næstformaður í felagnum. Eins og formaðurin varð hann eisini valdur sum næstformaður í 2014.
Hinir í nevndini eru Kristen Friis, Jørgen Nielsen, Jákup Gøthe, Niels Jørgen Nielsen, Anfinn Fagraklett, Jóhan Eli L. Poulsen, Jón Bogi Guttesen, Kristian Oskar Henriksen og Finnbogi Berg. Síðstnevndi er nývaldur og er komin í nevndina fyri Leiv Christiansen, ið ikki ynskti at stilla uppaftur.