Suni heldur fram sum formaður

Eingin stillar upp ímóti honum

Nú freistin at stilla upp til formansvalið á komandi aðalfundi hjá Føroya Handverkarafelag er úti, er greitt, at Suni Simonsen heldur fram sum formaður hesi næstu fýra árini. Einki mótvalevni var til formansstarvið, sigur felagið í morgun-

Suni Simonsen varð fyrstu ferð valdur til formann í Føroya Handverkarafelag á aðalfundinum 5. juni 2013, og hann hevur sostatt verið formaður seinastu átta árini. Áðrenn hann gjørdist formaður, hevði Suni sitið í stjórnini hjá Føroya Handverkarafelag í nógv ár, og hann hevði eisini verið næstformaður í fleiri setum.
Føroya Handverkarafelag er í løtuni í samráðingum um at fáa sáttmála fyri kokkar og fólk við útbúgving innan handverksvinnina á matstovum og gistingarhúsum.

Sum er, hava tey ikki øll havt somu reglur at ganga eftir. Føroya Handverkarafelag er eisini í samráðingum um sáttmálan við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, SEV og IRF. Hesin sáttmálin gekk út 1. oktober í fjør, sigur felagið