Í dag klokkan 14 fara báðir kandidatarnir til formansvalið í Fiskimannafelagnum at dystast á fundi á Vinnuháskúlanum í Havn.
Talan er um almennan kjakfund, har teir báðir, sum stilla upp til formansvalið í Fiskimannafelagnum fara at dystast.
Jan Højgaard hevur verið formaður í Fiskimannafelagnum seinastu trý árini. Hann vann valið seinast á Óla Jacobsen, sum hevði sitið sum formaður síðani 1971.
Henrik Old er eisini royndur í leikum. Hann sat sum løgtingsmaður frá 1984 til 2008.
Fiskimenn atkvøða við uratkvøðu fram til 31. januar, tá talt verður upp. Atkvøðurætt hava allir fiskimenn, sum hava mynstrað í 2008 og 2009.