Føroyingafelagið í Odense hevur havt aðalfund, og nýggj nevnd er vald.
Øll tann gamla nevndin fór frá, uttan formaðurin, Hans Mikkelsen, sum valdi at halda fram, fyri at hjálpa nýggju nevndini á leið.
Hann fór tó frá sum formaður og er nú nevndarlimur.
Nýggjur formaður er Olivur Eliasen. Gunnbjørg Guttesen er næstformaður, Ólavur Holm er kassameistari og Jónbjørg Thomsen er fimti limurin.
Felagið heldur til í Miðgarði í hjartanum av Odense. Eitt stórt høli, sum føroyingafelagið hevur saman við íslendingafelagnum í Odense.
Samarbeiðið gongur væl, og tað er nógvur aktivitetur í húsinum, verður sagt úr Odense.