Á tingfundinum í morgin er bara tað eina málið á skránni, og tað er 1. viðgerð av løgtingsmál nr. 146/2013: Uppskot til samtyktar um játtanarkarmar á løgtingsfíggjarlógini fyri 2015
Uppskotið gongur út uppá at fáa Løgtingið at taka undir við, at samlaði útreiðslukarmurin á løgtings- fíggjarlógini fyri 2015 verður 4.535,6 mió. kr. Rakstrarkarmurin verður 4.239,7 mió. kr., og løgukarmurin verður 295,9 mió. kr. Samlaði inntøkukarmurin verður 4.338,9 mió. kr. Í uppskotinum til játtanarkarmar á løgtingsfíggjarlógini fyri 2015 er lagt upp fyri, at eldraøkið verður flutt til kommunurnar við ársbyrjan 2015 við upphædd svarandi til framskrivaðar útreiðslur, og sum ávirkar inntøkur og útreiðslur við hesi upphædd í 2015.
Hetta er fimti ferð, at uppskot til játtanarkarmar verður lagt fyri tingið. Fyrstu fer var í 2009, tá lógin um játtanarskipan kom í gildi.
Uppskotið til játtanarkarmar er gjørt við støði í samgonguskjalinum, har ið samgongan hevur sett sær málið at fáa yvirskot á fíggjarlógina í seinasta lagi 2016. Uppskotið til løgtingssamtykt um játtanarkarmar á løgtingsfíggjarlógini fyri 2015 er í høvuðsheitum grundað á samtyktu játtanarkarmarnar á løgtingsfíggjarlógini fyri 2014 og á samtyktu løgtingsfíggjarlógina fyri 2014. Framrokningar eru gjørdar av inntøkum og útreiðslum av nýggjum, umframt at umraðfest er á summum økjum.
Í viðmerkingunum til uppskotið sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálnum, millum annað, at stórur partur av inntøkusíðuni á fíggjarlógini er skattir og avgjøld, sum verða stýrd av búskaparligu konjunkturgongdini í samfelagnum.
– Inntøkusíðan er tí fyri stóran part grundað á óvissar metingar um framtíðar búskapargongd. Útreiðslusíðan er í so máta lættari at meta um, tí størsti parturin av útreiðslunum er grundaður á politiskar raðfestingar av tænastum og veitingum, sum samtykt er, at almennu Føroyar skulu bjóða.
Á inntøkusíðuni verða framdar raðfestingar og tiltøk. Óvissan á útreiðslusíðuni snýr seg serliga um gongdina í rentum, gongdina í oljuprísum og um úrslitini av lønarsamráðingunum á almenna arbeiðsmarknaðinum.
Hann sigur, at við so óvissum fyritreytum er búskaparpolitiska avbjóðingin stór at stýra eftir einum máli at fáa hallið á fíggjarlógini burtur í 2016.
– Til ber at gera forsagnir, har ið roynt verður at meta um búskaparvøkstur í nærmastu framtíð, men eingin er førur fyri at spáa um búskaparvøksturin fleiri ár fram í tíðina. Tí skulu metingarnar av inntøkum landskassans fleiri ár frameftir lesast við fyrivarni.
Inntøkurnar í uppskotinum til løgtingssamtykt um játtanarkarmar á løgtingsfíggjarlógini fyri 2015 eru framroknaðar við støði í søguligum inntøkutølum og teimum fyritreytum, sum eru kendar í løtuni. Sum grundarlag undir metingum fyri búskaparvøksturin komandi árini verða brúkt søgulig tøl, vitan um búskapargongdina seinastu árini og vitan um gongdina innan ymisk tjóðarbúskaparlig vísitøl og metingar av húsarhaldsnýtslu, íløgum og tílíkum. Eisini verða forsagnir hjá Búskaparráðnum brúktar sum partur av grundarlagnum fyri at meta um búskaparvøksturin.
Jørgen Niclasen leggur afturat, at serlig viðurskifti, t.d. í ávísum vinnugreinum, eru tikin við í grundarlagið undir framrokningunum. Í fyritreytunum fyri 2015 verður vøksturin í bruttotjóðarúrtøku (BTÚ) mettur til umleið 3% (í ársins prísum). Hesar metingar samsvara væl við nýggjastu metingarnar, sum Búskaparráðið er komið við. Búskaparráðið metti í frágreiðingini frá mars 2014, at BTÚ sannlíkt veksur umleið 4% í 2014, treytað av, at avtala fæst millum strandarlondini um fiskiskapin eftir uppsjóvarfiski í 2014.
Tingfundurin í morgin byrjar klokkan 13:30 – og allur seinnaparturin er settur av til játtanarkarmarnar.