Birgir vil einki siga

Birgir Enghamar hevur ikki hug at gera viðmerkingar til, at hann skal verða í uppskoti sum formaður í Fótbóltssambandinum, tá ið aðalfundur verður um tvær vikur.

 Tað er kanska skjótt hjá fólki at leggja tvey og tvey saman, nú eg eri givin í HB, men eg havi ongar viðmerkingar til hatta. Eg eri júst farin úr einum heitum sessi í HB, sigur Birgir Enghamar.
Hann vil tí ikki vátta, at hann ætlar sær at stilla upp ímóti Óla Holm, og at hann í løtuni arbeiðir við at fáa undirtøku millum feløgini, sum gera av, hvør skal verða formaður í FSF.
 Eg havi hoyrt søguna, men tað ganga ofta nógvar søgur. Eg havi ikki meira at siga um hatta, sigur hann.
Birgir Enghamar hevur verið nevndarlimur í HB í seks ár, og av teimum var hann fimm ár formaður. Á aðalfundinum hjá HB í vikuni boðaði hann frá, at hann leggur frá sær sum formaður. Men møguliga verður tað í einum nýggjum leikluti í føroyskum fótbólti, at Birgir frameftir kemur at gera vart við seg.