skúla av slíkum slagi og eina undirvísing á røttum støði, er sjálvandi neyðugt við undirvísarum. Av tí at skúlin er tvímæltur, verður undirvísingin bæði á enskum og á føroyskum máli av bæði føroyskum og útlendskum [...] í skúla á Tvøroyri. Hóast hetta er fyrsti skúlin av slíkum slagi í Føroyum, so hevur YWAM fleiri slíkar skúlar kring allan heimin. Upplýst verður, at einir 10.000 næmingar taka henda skúlan á hvørjum ári [...] Óansæð um skúlin liggur á Tvøroyri, Noregi ella øðrum heimspørtum, so er endamálið tað sama, nevniliga at menna næmingarnar til eina tænastu í Guds ríki, úti og heima. Heima og úti Fólk á Tvøroyri hava
Tveir skúlar eru í Sumbiar kommunu ? skúlin í Sumba og á Leiti. Børnini í Sumba ganga í skúla í heimbygdini, meðan børnini í Lopra og á Økrum ganga í skúlanum á Leiti. Í Sumba ganga børnini til 7. flokk [...] børnini á Leiti skulu til Sumbiar at ganga í 6. og 7. flokk, og so mugu foreldrini helst sjálvi gjalda fyri at senda børnini til Vágs hetta tíðarskeiðið. ? Besta loysnin hevði verið, um skúlin á Leiti kundi [...] flokk og fara eftir tað til Vágs at ganga í framhaldsdeildini. Skúlin á Leiti hevur bara frálæru til fyrstu 5 flokkarnar, og tí fara hesi børnini til Vágs, longu tá tey koma í 6. flokk. Hetta heldur bygdaráðið
i í Argja skúla. Eisini á skúlanum við Ósanna í Klaksvík er tilfar við at ganga undan. Skúlin hevur ikki serstovur, men brúkar ístaðin vanligu skúlastovurnar og serstovurnar á grannaskúlanum. - Er blokadan [...] at verða ósolidariskir mótvegis sínum fakfelag, sigur Ásmund Lamhauge, skúlastjóri á skúlanum á Glyvrum. Felagsskúlin á Oyrarbakka er framhaldsskúli burturav. - Enn merkja vit ikki nógv til blokaduna. Vit [...] av tilfari og so framvegis. Stendur ein skúlin og vantar tilfar til næmingarnar at gera páskaprýði burturúr, forðar blokadan hesum, um skúlin ikki eigur slíkt á goymslu. Einasta, sum er undantikið, er
Vestmanna, tí skúlin hevur fingið líka nógvar tímar næsta ár, sum hann hevur í ár. ? Hatta er høpisleys tala. Tað nyttar ikki at tosa um tímar, uttan at hugsa um allar tær eyka skyldur, sum skúlin fær næsta [...] nevniliga, at skúlarnir fáa alt, alt ov fáar tímar. Boðini úr Mentamálastýrinum hava elvt til telefonstorm á Lærarafelagið frá ørkymlaðum og vónleysum skúlaleiðslum, sum ikki vita síni livandi ráð, hvussu tær [...] samstundis lúka tey lógarkrøv, sum fólkaskúlalógin áleggur skúlunum ?Hetta hevur rættiliga loypt ræðslu á bæði skúlaleiðslur og lærarar, tí tað letur seg rætt og slætt ikki gera at halda lógir og avtalur við
næmingarnir á Kongsbakken Videregående Skole í norska býnum Tromsø komu í skúla í morgun, vildi løgreglan ikki lova teimum inn í skúlan. Tað vísti seg, at skúlin hevði fingið eina drápshóttan á alnótini. [...] ein hóttan við heitinum ?School massacre? var komin á alnótina í gjár, og at saman við hóttanini vóru ábendingar um, at hópdrápið skuldi fara fram á Kongsbakken Videregående Skole. Blaðið Aftenposten fekk
starvi, og hetta er sum eitt nýtt starv fyri næmingarnar. Skúlin ger nógv burtur úr at tey skulu kenna seg vælkomin og millum annað bjóðar skúlin góðan og sunnan mat hesar dagarnar, sigur Birgit Remmel. [...] 6. árið á rað skipar studentaskúlin í Hoydølum fyri sonevndum innleiðsludøgum. Stóra talið av nýggjum 1. g’arum og ikki heilt lidnar umbyggingar hava ført til, at dagarnir verða hildnir í Norðurlandahúsinum [...] verða tríggir flokkar fleiri og 300 næmingar tilsamans í 1. g í ár. Beint nú verður síðsta hond løgd á út- og umbyggingar, so vit hava valt at skipa dagarnar í Norðurlandahúsinum í ár, og tað merkir, at
undir loftinum hingu dýrar ph lampur (Várharra viti, hvar tær eru?), eitt flygil stóð á gólvinum og bleytir stólar stóðu á rað í høllini. Mær er sagt frá, at einaferð í 90´árunum var okkurt ljóst høvd, sum [...] l var tikin burturav til td. føroyskan dans, so hevði eldur verið í beinanvegin. Úrslitið er, at skúlin, sum hevur omanfyri 600 næmingar onga felags høll hevur- jú, vit sleppa av náði inn til morgunsang [...] útbygning til skúlan, sum so kann verða okkara felags skúlahøll. Ein góður møguleiki er júst nú, ið skúlin verður umvældur. Um nakar skuldi ivast, so er talan um høllina í Eysturskúlanum.
metti eisini, at hesin skúlin fór at verða øðrum til fyrimyndar. Men ætlanin um skúlan sum mentanardepil í sóknini fer at krevja skipað samstarv, har skúlaleiðari er uppií. -Skúlin skal sjálvsagt altíð verða [...] sum hevur givið teimum gott í beinini. Deildarstjórin helt tað ræður um góða bygdarmentan og vísti á, at mentan er eisini at virða ymiska áskoðan. -Girðið ikki børnini og tey ungu inni. Latið tey sleppa [...] hollum førnini og víðum sjónarringi. Hensar Ellingsgaard segði eisini, at dagsins skúli skal leggja dent á, at allir næmingar kunnu fáa avbjóðingar. Tú røkkur ongum uttan slíkar. Hann nam eisini við leiklutin
At koma á gátt í skúlanum í Sumba mikudagin var hugaligt. Matarroykurin stóð í næsarnar, tá hurðin varð latin upp.Á borðinum í skúlanum í Sumba stóð bæði seyðarhøvd, rullupylsa, blóðmør, sperðil og stokt [...] stokt og kókað seyðakjøt. Skúlin hevur hesa vikuna havt evnisviku og tey keyptu eitt lamb. Tey hava flett og gjørt allan hugsandi mat burturúr. Tey hava verið við í gongdini frá byrjan til enda, frá fletting [...] fríggjadagurin eftir. Og hesir dagarnir fóru til ullina. M.a. gjørdu nømingarnir penalarhús úr ull. Skúlin í Sumba hoyrir ikki til teir mest nýmótans bygningarnar í landinum, men ætlanir hava longi verið
Mikukvøldið 19. juni frá kl. 19 til 20 verður kunningarkvøld á TSK, Tekniska Skúla í Klaksvík. Kvøldið er ætlað næmingunum, sum skulu byrja á Tøknibreytini (vanlig leið og ítróttar- og heilsuleið) eftir [...] eftir summarfrítíðina. Foreldur og avvarðandi eru eisini vælkomin. Vit hava sett hesi evni á skrá: Hvussu søkja tit um studning Hvussu søkja tit um bókastuðul Hvussu søkja tit um ferðakort Skúlaheimið Skema [...] skúlaár Hvar síggja tit skúlating og annað. Eftir hetta verður høvi at hitta lærarar og aðrar næmingar. Skúlin bjóðar kaffi og okkurt søtt afturvið.