Skúlaleiðslan og bygdaráðið í Sumba vil gjarna hava børn úr Lopra og av Økrum til Sumbiar at ganga í 6. og 7. flokk. Men hóast hetta fara næmingarnir framvegis til Vágs, tá teir koma í 6. flokk.
Tveir skúlar eru í Sumbiar kommunu ? skúlin í Sumba og á Leiti. Børnini í Sumba ganga í skúla í heimbygdini, meðan børnini í Lopra og á Økrum ganga í skúlanum á Leiti.
Í Sumba ganga børnini til 7. flokk og fara eftir tað til Vágs at ganga í framhaldsdeildini. Skúlin á Leiti hevur bara frálæru til fyrstu 5 flokkarnar, og tí fara hesi børnini til Vágs, longu tá tey koma í 6. flokk.
Hetta heldur bygdaráðið í Sumba verða skeivt, og meirilutin í bygdaráðnum hevur viðmælt, at børnini úr skúlanum á Leiti fara til Sumbiar at ganga í 6. og 7 flokk og síðani fara til Vágs at ganga í framhaldsdeildini.
Men hóast hetta fóru fýra næmingar úr skúlanum á Leiti 20. august til Vágs at ganga í 6. flokk.
Kunnu hýsa teimum
Leiðslan í Sumbiar skúla sendi fyrr í ár kommununi og skúlastýrinum skriv um næmingarnar á Leiti. Leiðslan helt, at tað var rættast, at næmingarnar komu til Sumbiar at ganga í 6. og 7. flokk.
? Hesi næmingarnir hoyra heima í Sumbiar kommunu, og vit kunnu saktans geva teimum neyðugu undirvísingina í skúlanum hjá okkum fram til 8. flokk. Tí halda vit, at tað er rætt, at hesir næmingarnir koma til Sumbiar at ganga í 6. og 7. flokki, sigur Arnfinnur Bjarkhamar, skúlastjóri í Sumba.
Ein meiriluti í bygdaráðnum í Sumba viðmælti hesum uppskoti, og tað fekk leiðslan í skúlanum eisini boð um.
Skúlastýrið hevði hinvegin ikki eins greiða støðu. Stýrið tosaði við foreldrini at børnunum í skúlanum á Leiti, og tey vóru ikki sinnað at senda børnini til Sumbiar at ganga í skúla.
Tá skúlagongdin byrjaði aftur eftir summarfrítíðina, fóru teir fýra næmingarnir úr skúlanum á Leiti til Vágs at ganga í skúla.
Óneyðugt at skifta tvær ferðir
Bygdaráðsformaðurin í Sumba, Jacob Vestergaard, er pápi at einum av næmingunum, sum í ár fór til Vágs at ganga í 6. flokk.
? Tað hevði kostað kommununi færri pengar, um vit høvdu børnini gangandi í skúlanum í Sumba fram til 8. flokk, men hetta snýr seg ikki bara um pengar. Um tað gjørdi tað, so hevði tað verið rættasta bara at havt ein skúla í Suðuroynni, sigur Jacob Vestergaard.
? Vit foreldur hildu tað verða skeivt, at børnini skulu skifta skúla tvær ferðir. Tað hevði ivaleyst verið ein trupulleiki fyri nøkur av teimum, um tey fyrst skuldu fara til Sumbiar at ganga í tvey ár og síðani til Vágs at ganga í trý ár. Vit halda, at tað er best, at tey fara beinleiðis til Vágs, tá tey skulu har at ganga í framhaldsdeildini har álíkavæl.
Foreldrini gjalda
Tað er einki meira hent í málinum, síðani børnini fóru til Vágs at ganga í skúla, men helst verður málið tikið uppaftur í bygdaráðnum.
Tá kann endin verða, at bygdaráðið samtykkir, at børnini á Leiti skulu til Sumbiar at ganga í 6. og 7. flokk, og so mugu foreldrini helst sjálvi gjalda fyri at senda børnini til Vágs hetta tíðarskeiðið.
? Besta loysnin hevði verið, um skúlin á Leiti kundi undirvíst børnunum í 6. og 7. flokki eisini. Hetta royndu vit at fáa í lag fyri tveimum árum síðani, men skúlamyndugleikarnir søgdu nei, sigur Jacob Vestergaard.
? Eg havi tað fínt við málið, sum tað er í løtuni, men tað kann hugsast, at onkur annar í bygdaráðnum fer at taka málið uppaftur, og so fáa vit at síggja, hvat hendir, sigur hann.