Ein harmasøga

Heimurin øtaðist, tá ið víðgongdu talibanarnir í Afganistan fyri nøkrum árum síðani sprongdu tær 3000 ára gomlu steinmyndirnar av Buddha í luftina. Steinmyndirnar vóru nógv eldri enn Mohammed og islam, kanska júst tí skuldu tær týnast. Ómentan av ringasta slag halda helst tey flestu

Í mínum skúla stendur ein gapandi tóm høll. Einaferð var hon stásilig. Har hingu myndir av nøkrum av okkara mætu listarfólkum, undir loftinum hingu dýrar ph lampur (Várharra viti, hvar tær eru?), eitt flygil stóð á gólvinum og bleytir stólar stóðu á rað í høllini.

Mær er sagt frá, at einaferð í 90´árunum var okkurt ljóst høvd, sum fann uppá at rudda høllina- út við málningum ( tó hongur Zacharias Heinesen uppi enn- illa skaddur og aftan fyri eitt trol) , út við lampum, út við øllum, tí nú skuldi ítróttur ( flogbóltur o.a.) verða inni her í eina tíð til nýggj ítróttarhøll varð bygd. Hetta tók langa tíð, men so kom ein høll uppi í Hoyvík, so nú skuldi verið lagamanni at fingið høllina aftur í upprunastand. Men gakk, har hendi einki. Seinni kom ein høll í Kollafirði, men sama søga. Um tað nú var umvent; at ein ítróttarhøll var tikin burturav til td. føroyskan dans, so hevði eldur verið í beinanvegin.

Úrslitið er, at skúlin, sum hevur omanfyri 600 næmingar onga felags høll hevur- jú, vit sleppa av náði inn til morgunsang, til royndir og upp undir jól, men so er slutt! Eg havi einki betri orð fyri hetta enn mentanardráp.

Eg havi als ongan áhuga í at brigsla nøkrum ítróttarfelag, tí tað er jú ikki teirra feilur, at støðan er, sum hon er. Men hvør hevur ábyrgdina? Um tað er Býráðið, so vil eg mæla teimum til, antin at gera høllina aftur til skúlahøll ella byggja ein nýggjan útbygning til skúlan, sum so kann verða okkara felags skúlahøll. Ein góður møguleiki er júst nú, ið skúlin verður umvældur.

Um nakar skuldi ivast, so er talan um høllina í Eysturskúlanum.