6. árið á rað skipar studentaskúlin í Hoydølum fyri sonevndum innleiðsludøgum.
Stóra talið av nýggjum 1. g’arum og ikki heilt lidnar umbyggingar hava ført til, at dagarnir verða hildnir í Norðurlandahúsinum í ár.
- Ætlanin við innleiðsludøgunum er rættiliga fjølbroytt. Teir markera eina nýggja byrjar hjá næmingunum, sum nú fara undir nakað heilt nýtt. Tey skulu læra eitt nýtt arbeiðslag, nýggjar næmingar og lærarar at kenna, og vit vilja hava tey at kenna, at tað, sum tey nú skulu undir, er bæði nakað spennandi og seriøst, sigur Birgit Remmel.
Dagarnir eru eisini ætlaðir at samansjóða næmigarnar.
- Og til tess hava vit gjørt fleiri uppgávur, bæði akademiskt, men eisini kreativt. Og eftir døgurðasteðgin í dag skulu tey eitt nú sniðgeva ella customize eina nýggja flokstroyggju, sum skal verða teirra vørumerki og vísa, hvat fyri ein flokkur tey ynskja at verða, sigur Birgit Remmel.
Talan er um nógv fleiri næmingar enn vanligt, sum verða upptiknir í 1. g í ár.
- Tað verða tríggir flokkar fleiri og 300 næmingar tilsamans í 1. g í ár. Beint nú verður síðsta hond løgd á út- og umbyggingar, so vit hava valt at skipa dagarnar í Norðurlandahúsinum í ár, og tað merkir, at vit verða einir 700 næmingar tilsamans í Hoydølum komandi skúlaár, sigur Birgit Remmel.
Hon heldur, at royndirnar hava víst, at innleiðsludagarnir hava stóran týdning fyri næmingarnar.
- Vit vita, hvussu týdningarmikið tað er at verða væl móttikin, tá vit fara at vitja ella byrja í nýggjum starvi, og hetta er sum eitt nýtt starv fyri næmingarnar. Skúlin ger nógv burtur úr at tey skulu kenna seg vælkomin og millum annað bjóðar skúlin góðan og sunnan mat hesar dagarnar, sigur Birgit Remmel.
Eisini eru eftirmetingar gjørdar við spurnarrundu millum bæði næmingar og lærarar og tær vísa, at nøgdsemið við dagarnar er heilt í topp.