Drápshóttan ímóti norskum skúla

Tá næmingarnir á Kongsbakken Videregående Skole í norska býnum Tromsø komu í skúla í morgun, vildi løgreglan ikki lova teimum inn í skúlan. Tað vísti seg, at skúlin hevði fingið eina drápshóttan á alnótini.

Ein talsmaður fyri løgregluna sigur, at ein hóttan við heitinum ?School massacre? var komin á alnótina í gjár, og at saman við hóttanini vóru ábendingar um, at hópdrápið skuldi fara fram á Kongsbakken Videregående Skole.

Blaðið Aftenposten fekk í gjár boð um hóttanina, sum hvarv av alnótini í gjárkvøldið. Kortini valdu myndugleikarnir at taka hana í størsta álvara, skrivar NTB.