Hensar Ellingsgaard metti eisini, at hesin skúlin fór at verða øðrum til fyrimyndar. Men ætlanin um skúlan sum mentanardepil í sóknini fer at krevja skipað samstarv, har skúlaleiðari er uppií. -Skúlin skal sjálvsagt altíð verða tøkur til ta dagligu undirvísingina. Tað veldst um tykkum, sum skulu brúka skúlan, og tað veldst um liðiligelika og samstarv av øllum pørtum. Hensar Ellingsgaard helt fyri, at tað ræður um at geva børnunum og ungdóminum gott í beinini. Tað ræður um annað enn sunnan kost, góða útbúgving, trygg ættarbond og góðu húsaviðurskifti. Føroysk mentan skal vera ein aðaltáttur í uppalingini. Latið børnini og ungdómin kenna seg aftur í hollari mentan saman við vaksnum. Og sleppið ikki børnunum og teimum ungu leysum, fyrr enn tey hava ta kjølfestu, sum hevur givið teimum gott í beinini.
Deildarstjórin helt tað ræður um góða bygdarmentan og vísti á, at mentan er eisini at virða ymiska áskoðan. -Girðið ikki børnini og tey ungu inni. Latið tey sleppa út um eingjargarðin, ikki sum heimføðingar, men við hollum førnini og víðum sjónarringi.
Hensar Ellingsgaard segði eisini, at dagsins skúli skal leggja dent á, at allir næmingar kunnu fáa avbjóðingar. Tú røkkur ongum uttan slíkar. Hann nam eisini við leiklutin hjá foreldrunum, sum verða at ásanna, at fólk eru sett at røkja skúlans uppgávur. Tað er í samarbeiði við hesi fólk, at foreldrauppgávan við atliti at skúladegnum skal verða røkt.
-Tú hoyrir mangan um næmingar, ið tíma illa at vera í skúlanum. Tað er ein serlig uppgáva at fáa allar næmingar at kenna seg væl í skúlanum. Tað er í tílíkum høpi, at foreldrini skulu gera sær serligan ómak at hjálpa skúlanum.
Hensar Ellingsgaard hevði vegna Fólkaskúladeildina eitt inniligt ynski um, at skúli, foreldur og myndugleikar fara undir verkið við einum positivum hugburði.