At koma á gátt í skúlanum í Sumba mikudagin var hugaligt. Matarroykurin stóð í næsarnar, tá hurðin varð latin upp.Á borðinum í skúlanum í Sumba stóð bæði seyðarhøvd, rullupylsa, blóðmør, sperðil og stokt og kókað seyðakjøt.
Skúlin hevur hesa vikuna havt evnisviku og tey keyptu eitt lamb. Tey hava flett og gjørt allan hugsandi mat burturúr. Tey hava verið við í gongdini frá byrjan til enda, frá fletting til borðhald.
Sjálvt eplini hava tey sjálvi tikið upp. Alt er liður í evnisvikuni um seyð. Og væl kom burturúr. Umframt, at væl gagnaðist mikudagin, hava skúlabørnini í Sumba eisini kannað ymiskt í samband við seyð og seyðahald.
Millum annað hava tey funnið útav, at í bygdini eru 252 veðrar. Til sammetingar kann nevnast, at í Sumba búgva eini 270 fólk, so tað er næstan ein veðrur uppá fólkið.
- Hevði hetta verið í Havnini, so skuldu eini 17.000 veðrar til, skemta lærararnir, ið eru væl nøgdir við evnisvikuna, eins og næmingarnir. Fríðbjørg J. Poulsen, Arnfinnur Bjarkhamar og Rólant Nónfjall eru lærarar í Sumba og Maibritt úr Hørg hevur svimjing o.a. við næmingunum.
Næmingarnir hava fylgt og verið við í allari gongdini, frá fletting til borðhald. Men her steðgar gongdin ikki. Tá maturin var komin niðurum mikudagin, vóru hósdagurin og fríggjadagurin eftir. Og hesir dagarnir fóru til ullina. M.a. gjørdu nømingarnir penalarhús úr ull.
Skúlin í Sumba hoyrir ikki til teir mest nýmótans bygningarnar í landinum, men ætlanir hava longi verið um ábøtur og útbygging, men enn er einki hent. Serstovur eru ongar og heldur ikki fimleikarhøll. Men ikki altíð eru tað fínu ytru umstøðurnar, ið bera verkinum uppi. Uppfinnsemi og ágrýtni røkka langt og tað er prógvað í skúlanum í Sumba hesa vikuna.