hesa endaligu støðuna í bólki 1: 1. Neistin 4 stig 2. VÍF 2 stig 3. StÍF 0 stig Hetta merkir, at greitt er, at VÍF skal spæla ímóti fremsta liðnum í bólki 2, Kyndli, í hálvfinalunum í Faxe Kondi-kappingini [...] hjá kvinnum í dag er spældur. Í bólki 1 tóku neistakvinnur ímóti VÍF. Undan dystinum var greitt, at bæði liðini longu vóru víðari til hálvfinalurnar, tí bæði liðini vunnu sín fyrsta dyst í bólkaspælinum [...] skuldi strúka avstað við fremsta plássinum í bólkinum. Í høllini á Hálsi var tað heimaliðið, sum var við yvirlutan. Veruliga spennandi var dysturin ongantíð, tí bæði í hálvleikinum og eftir loknan leik fóru
Sørensen, formaður í Føroya Reiðarafelag, við konu síni og fylgir tí, sum er at síggja og hoyra í Klaksvík í dag. Á bryggjuni undir setanini fyrrapartin hittu vit eisini eini eldri hjún úr Nólsoy, Hildibjarta [...] og nú sluppin lá við bryggju í Klaksvík saman við øðrum seglaskipum, vitjaði Hildibjartur umborð, har hann sá motorin aftur, sum í sínari tíð førdi útróðrarmenninar í Nólsoy trygt til lands eftir loknan [...] ur og Jóhanna eiga dóttir í Klaksvík, Liljan Hildibartsdóttir, og saman við henni og Annu hava tey verið runt á bryggjuøkinum tað mesta av degnum. Hin áttatiára gamli, sum í mong ár baldist á havinum,
Summarhugnaløta var í skúlanum í Nólsoy í kvøld, har næmingarnir vístu fram frá einari námsferð í Árnafirði fyrr í vár. Men tað vóru bert karmarnir, tí kvøldið byrjaði við sjónleiki, har elstu næmingarnir [...] sum undirritaði ikki rættiliga kendi. Tað er Hilmar Joensen, ið hevur verið tónleika undirvísari í Nólsoy í vetur. Kvøldið endaði við einum góðum kaffimunni og smákøkum - og sjálvandi eisini einum góðum [...] hoyra so nógvar næmingar spæla var sanniliga nakað fyri seg. Sum onkur segði, at tað var ikki í hvørjum skúla í landinum, at helmingurin av næmingunum spæla eitt ljóðføri. Bjørn Teitur spældi Für Elize hjá
at nýggj landgongd varð sett upp úti í Nólsoy. Tað hevur leingi verið eitt ynski um nýggja landgongd, so at koyristólar kunnu koyra umborð og í land í Nólsoy. Men í gjárkvøldið mundi staðist skaði av nýggju [...] nýggju landgongdini. Landgongdin fer niður í eitt spor, men í gjárkvøldið hendi tað, at skipið fór so langt út frá keiini, at landgongdin fór úr sporinum og datt niður á fótin. Hetta hendi júst sum stýrimaðurin [...] Húsgarð í havinum. Orsøkin til, at Ritan fór so langt út frá keiini er hon, at springið gerst so langt, at ilt er at fáa skipið at liggja trygt. Ein nýggjur pullartur er gjørdur at binda Rituna í, men hesin
Hoyvík. ▪ Brandur í Dali, sjálvstøðugur vinnurekandi, Argir. ▪ Jóhan Carl Dam, maskinførari, Tórshavn. ▪ John Dalsgarð, samskipari í Yrkisdeplinum og sjálvstøðugur vinnurekandi, velbastaðmaður í Havn. ▪ Ronnie [...] Tað ber til at stilla upp trý fólk fleiri, at tað kunnu veljast. Í Tórshavnar býráð eru 13 býráðslimir, og tí kann í mesta lagi stillast upp 17 valevni. Nú eru Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi klár við listunum [...] barnafysioterapeutur, Tórshavn. ▪ Gunnar Djurhuus, økissamskipari í Tórshavnar Kommunu, Hoyvík. ▪ Gunvør Balle, varaborgarstjóri og fulltrúi í Uttanríkistænastuni, Argir. ▪ Jóannes Guttesen, eftirlitsfólk
fingið 1060 fuglar. Stutt eftir miðdag í dag høvdu við ein av skopuningunum í telefonini, og tá høvdu teir fingið 100. - Tað er heldur frískligt í dag. Hann er útsynningur í ættini, og tað er nógvur fuglur sum [...] Í dag er næst seinasti dagur í august, og vit eru í bestu nátatíð. Higartil hevur viðrað rættiliga væl, og kring landið verður sagt frá nógvum fugli. Nógvastaðni verður gjørt burtur úr at taka nátungar [...] Leygardagin fekk ein bátur úr Nólsoy 422 nátungar. Teir vóru longu leiðina norðuri úr Enniberg, men hetta var skjóttgangandi bátur. Teir, sum eru á nátaveiði við hesum bátinum úr Nólsoy, hava higartil fingið einar
sum tann dag í dag er í varðveitslu í Nólsoy. Triði túrurin er tann lættasti og gongur niðan á Flaggstongina, sum er norðan og eystanvert bygdina. Hetta sigst vera fyrsti vitin, ið bygdur er í Føroyum, og [...] Ætlanin hjá ferðavinnuáhugaðum í Nólsoy er meiri og annað enn bert at veita ferðandi ein kaffimunn og tak yvir høvdið, meðan tey bíða eftir Rituni. Umframt áhugaverdu støðini í bygdini, Brunnhúsini og hei [...] yvir Havnina, Glyvursnes, Kirkjubøreyn og til deils Sandoynna. Aðrir túrar eru eisini. Ein er niðan í Skip, sum tað verður kallað. Har er eins og ein verjubakki upp fyri, og sagt verður, at nólsoyingar
U16-kvinnurnar spældu aftur í gjár ein javnan dyst móti íslandi. Dysturin endaði 22-19 til Ísland, eftir at tær vóru frammanfyri 10-7 í hálvleikinum. Ísland vann seg fram um í byrjanini av dystinum og vóru [...] at Ísland var frammanfyri 13-10 í hálvleikinum. Eisini í hesum dystinum var ísland frammanfyri tað mesta av dystinum. Á føroyska liðnum var serliga Maria Páldóttir Nólsoy eyðsýnd og skeyt hon heili 11 mál [...] harav fýra vóru brotskøst. Bæði Ísland og Føroyar skulu luttaka í HM í Norðurmakedonia, sum byrjar 30. juli. Málskjúttar: Maria Pálsdóttir Nólsoy 11 (4) Bjørk Franksdóttir 4 Inga Maria Joensen 2 Lukka Arge
- Nólsoyar Páll passar ikki inn í umhvørvið í Vágsbotni, haldi eg. Tað sigur Bogi Andreasen, býráðslimur og formaður í vinnunevndini. Vágsbotnur er í størri og størri mun karmur um tiltøk av ymsum slag [...] er í Tinganesi og ein triði møguleiki er at flyta Nólsoyar Páll til Nólsoyar. Úti á Eystfalsskeri og Skinnaraskeri kann Nólsoyar Páll hyggja út á sjógv, har lívsleið hansara myndaðist, meðan úti í Nólsoy [...] slag. Bogi Andreasen sigur, at tá tiltøk og annað er í Vágsbotni, tekur standmyndin ov nógv pláss, ið kundi verið brúkt til sitipláss, tjøld og annað, ið kundi komi fólki til góðar. - Økið er ov ópraktiskt
Stuðulsnevndin fyri svimjihyli í Nólsoy. Svimjingin um Nólsoyarfjørð hevur vanliga verið fyriskipað á ovastevnu, t.v.s. annað vikuskiftið eftir ólavsøku. Soleiðis verður eisini í ár. Hetta hevur verið at lisið [...] árið á rað at skipa verður fyri stuðulssvimjing til Nólsoyar, til frama fyri svimjihyl í Nólsoy, og verður í ár aftur kryddrað við at svomnir verður tveir teinar. Vanliga teinin, har byrjað verður [...] svimja 1000, fara samstundis í bátarnar og sigla til startmálið 1000m úr Nólsoyar bygd, har tey byrja svimjingina uml. kl 10.00. Málið hjá báðum bólkum er Ærisportrið á keiini í Nolsoy. Um svimjari kemur