Vil flyta Nólsoyar Páll úr Vágsbotni

Standmyndin passar ikki inn í um hvørvið í Vágsbotni, sigur Bogi Andreasen

- Nólsoyar Páll passar ikki inn í umhvørvið í Vágsbotni, haldi eg.

 

Tað sigur Bogi Andreasen, býráðslimur og formaður í vinnunevndini.

 

Vágsbotnur er í størri og størri mun karmur um tiltøk av ymsum slag. Bogi Andreasen sigur, at tá tiltøk og annað er í Vágsbotni, tekur standmyndin ov nógv pláss, ið kundi verið brúkt til sitipláss, tjøld og annað, ið kundi komi fólki til góðar.

 

- Økið er ov ópraktiskt tá tiltøk eru á staðnum, sigur Bogi Andreasen.

 

Umsitingin arbeiðir við trimum møguligum staðsetingum

 

Enn er ikki vist, at tað er undirtøka fyri at flyta Nólsoyar Páll úr Vágsbotni, men umsitingin arbeiðir við trimum møguleikum. Ein møguleiki er at flyta hann út á Eystfalssker yviri við Strond, ein annar er at flyta hann út á Skinnarasker í Tinganesi og ein triði møguleiki er at flyta Nólsoyar Páll til Nólsoyar.

 

Úti á Eystfalsskeri og Skinnaraskeri kann Nólsoyar Páll hyggja út á sjógv, har lívsleið hansara myndaðist, meðan úti í Nólsoy var hann settur har, ið hann aldist upp.

 

- Sjálvur haldi eg, at Skinnarasker hevði verið ein góð staðseting, men tað hevði eisini verið gott fyri Nólsoy, um hann fór út har, sigur Bogi Andreasen.

 

Bogi Andreasen sigur, at hann hevur ikki trygga sær undirtøkuna enn fyri at flyta Nólsoyar Páll, men hann arbeiðir við málinum.

 

- Fyrr hevur tað ikki verið politiskt undirtøka fyri at flyta standmyndina, men vónandi verður tað nú, sigur Bogi Andreasen.

 

Skinnarasker

Eystfalssker