Hildibjartur sá gamla motorin aftur

Tey mongu, sum í dag fylgja við ymisku tiltøkunum, framsýningunum og kappingunum, sum eru á sjómannadegnum, eru so sanniliga ikki bara úr Norðoyggjum. Fólk eru komin heilt úr Suðuroy, og eitt nú gongur Viberg Sørensen, formaður í Føroya Reiðarafelag, við konu síni og fylgir tí, sum er at síggja og hoyra í Klaksvík í dag.

Á bryggjuni undir setanini fyrrapartin hittu vit eisini eini eldri hjún úr Nólsoy, Hildibjarta (80) og Jóhonnu Joensen (75), sum eru komin norður at halda dagin. Saman við teimum, er eisini systir Jóhonnu, Anna Ørvarodd (74), sum býr á Sandi.

Hildibjartur og Jóhanna eiga dóttir í Klaksvík, Liljan Hildibartsdóttir, og saman við henni og Annu hava tey verið runt á bryggjuøkinum tað mesta av degnum.

Hin áttatiára gamli, sum í mong ár baldist á havinum, hevur glett seg ómetaliga nógv til hendan dag, og nú hann er í Klaksvík, hevur hann eisini verið heilt niðri í maskinrúminum á sluppini, Jóhonnu.

Tey seinnu árini av sjólívinum var Hildibjartur útróðrarmaður, og saman við øðrum áttu teir 20 tons stóra útróðrarbátin, Sævarenni.

Sluppin Jóhanna hevur nevniliga maskinuna, sum var umborð á Sævarenni, og nú sluppin lá við bryggju í Klaksvík saman við øðrum seglaskipum, vitjaði Hildibjartur umborð, har hann sá motorin aftur, sum í sínari tíð førdi útróðrarmenninar í Nólsoy trygt til lands eftir loknan útróðrardag.

Jú, so sanniliga er nakað til øll á Føroya Sjómannadegi í Klaksvík í dag, og framvegis er dýrdarveður.