Ísland eisini seinnu dystirnar

Ísland vann eisini seinnu U16- og U18-landsdystirnar móti Føroyum. Báðir seinnu dystirnir endaðu við trýmáls sigri til íslendingar

U16-kvinnurnar spældu aftur í gjár ein javnan dyst móti íslandi. Dysturin endaði 22-19 til Ísland, eftir at tær vóru frammanfyri 10-7 í hálvleikinum. Ísland vann seg fram um í byrjanini av dystinum og vóru tær frammanfyri við 2-3 málum tað mesta av dystinum.

 

Føroyska spælið var heldur rótut og vóru ov nógvar tekniskar villur og brend skot. Dystirnir báðir móti Íslandi hava tó verið góð fyrireiking til European Open, sum liðið skal luttaka í dagarnar 4. – 8. juli.

 

Málskjúttar hjá Føroyum:

 

Fjóla Skaalum Vilhelm 4

 

Joan Johannesen 3

 

Ró Reginsdóttir 2

 

Silja Geirsdóttir Eystberg 2

 

Karinbeth Kjærbæk 2

 

Sára Hórðará 2

 

Rakul Borgarlíð Joensen 2

 

Guðrun Andreassen 1

 

Sára Berg á Lag 1

 

Málverjar:

 

Anita Dahl 9 bjargingar

 

Gylta á Neystabø 2 bjargingar

 

U18 tapti eisini

 

U18-kvinnurnar taptu eisini sín dyst við trimum málum. Úrslitið var ein 27-24 sigur til Ísland, eftir at Ísland var frammanfyri 13-10 í hálvleikinum. Eisini í hesum dystinum var ísland frammanfyri tað mesta av dystinum.

 

Á føroyska liðnum var serliga Maria Páldóttir Nólsoy eyðsýnd og skeyt hon heili 11 mál, harav fýra vóru brotskøst. Bæði Ísland og Føroyar skulu luttaka í HM í Norðurmakedonia, sum byrjar 30. juli.

 

Málskjúttar:

 

Maria Pálsdóttir Nólsoy 11 (4)

 

Bjørk Franksdóttir 4

 

Inga Maria Joensen 2

 

Lukka Arge 2 (1)

 

Marita Fríða Magnadóttir 1

 

Barbara Hammer 1

 

Lea Mohr 1

 

Karin Egholm 1

 

Málverjar:

 

Silja Arngrímsdóttir Müller 6 bjargingar

 

Marita Arge 1 bjarging