Dagsins fyrsti steypakappingardystur hjá kvinnum í dag er spældur. Í bólki 1 tóku neistakvinnur ímóti VÍF. Undan dystinum var greitt, at bæði liðini longu vóru víðari til hálvfinalurnar, tí bæði liðini vunnu sín fyrsta dyst í bólkaspælinum ímóti StÍF. Tískil snúði spenningurin seg um, hvat lið skuldi strúka avstað við fremsta plássinum í bólkinum.
Í høllini á Hálsi var tað heimaliðið, sum var við yvirlutan. Veruliga spennandi var dysturin ongantíð, tí bæði í hálvleikinum og eftir loknan leik fóru neistakvinnur av vøllinum á odda við seks málum. Neistin vann 32-26 eftir hálvleiksstøðuna 19-13.
Úrslitið gevur hesa endaligu støðuna í bólki 1:
1. Neistin 4 stig
2. VÍF 2 stig
3. StÍF 0 stig
Hetta merkir, at greitt er, at VÍF skal spæla ímóti fremsta liðnum í bólki 2, Kyndli, í hálvfinalunum í Faxe Kondi-kappingini. Neistakvinnur skulu spæla ímóti antin VB ella Stjørnuni, sum beint nú spæla avgerandi dyst í Vági um at vinna næstfremsta plássið í bólki 2.
Málskjúttarnir í dystinum ímillum Neistan og VÍF vóru hesir:
Neistin-VÍF 32-26 (19-13)
Neistin: Eir Berg 6, Brynja Høj 6, Lilja Mohr 4, Bára Hansen 3, Marjun Danberg 3, Ása Dam á Neystabø 3, Fríða á Dunga 2, Birita Ingolfsdóttir 2, Súsanna P. Nólsoy 1, Barbara N. Johannesen 1 og Gunnfríð P. Nólsoy 1.
VÍF: Daniella Joensen 8, Liljan Djurhuus 4, Kathe Frederiksen 4, Randi Virgarsdóttir 4, Agnas Olsen 3, Ema Bezanovic 2 og Brynja Rógvadóttir 1.