Ætlanin hjá ferðavinnuáhugaðum í Nólsoy er meiri og annað enn bert at veita ferðandi ein kaffimunn og tak yvir høvdið, meðan tey bíða eftir Rituni. Umframt áhugaverdu støðini í bygdini, Brunnhúsini og heimavirkissølu, eru fyribils tríggir gongutúrar á skránni.
Longsti túrurin er sum vera mann túrurin út á Borðuna, sum tekur minst tríggjar tímar. Men hetta er eisini ein áhugaverdur túrur, har tú sær heimsins einaferð størsta vita. Á túrinum er eisini vakurt útsýni yvir Havnina, Glyvursnes, Kirkjubøreyn og til deils Sandoynna.
Aðrir túrar eru eisini. Ein er niðan í Skip, sum tað verður kallað. Har er eins og ein verjubakki upp fyri, og sagt verður, at nólsoyingar flýddu niðan har at krógva seg, tá sjórænaraskip nærkaðust. Tað er eisini harfrá, at nólsoyingar á sinni rullaðu grót eftir sjórænarum, sum høvdu elt teir, við tí úrsliti, at sjórænararnir hildu undan – ein misti enntá byrsuna, sum tann dag í dag er í varðveitslu í Nólsoy.
Triði túrurin er tann lættasti og gongur niðan á Flaggstongina, sum er norðan og eystanvert bygdina. Hetta sigst vera fyrsti vitin, ið bygdur er í Føroyum, og er ein rundingur, laðaður upp av gróti, áleið tríggjar metrar høgur. Omaná var ein flaggstong sett við flaggi, sum skip so kundu meta seg eftir, tá tey komu uttan av havi eystanífrá.
Toftirnar í Korndali, sonevndu prinsessutoftirnar, eru eisini partur av skránni, og seinni er so ætlanin at víðka tilboðini við øðrum túrum. Vælumtóktu drunnhvítatúrarnir hjá Jens Kjeld Jensen eru sjálvandi eisini partur av skránni.









