Svimjing um Nóls­oyar­fjørð 14. august

Stuðulsnevndin fyri svimjihyli í Nólsoy.
Svimjingin um Nólsoyarfjørð hevur vanliga verið fyriskipað á ovastevnu, t.v.s. annað vikuskiftið eftir ólavsøku. Soleiðis verður eisini í ár.
Hetta hevur verið at lisið á www.triathlon.fo.
Kappingin er fyri motiónist­svimjar­ar, kappsvimjarar og svimji­áhugað­um annars.
Hetta er 13 árið á rað at skipa verð­ur fyri stuðulssvimjing til Nóls­oy­ar, til frama fyri svimjihyl í Nólsoy, og verður í ár aftur kryddr­að við at svomnir verður tveir tein­ar.
Vanliga teinin, har byrjað verður niðan­fyri hjá radioamatørunum við Strond. Teinurin er 4000 metrar til Nólsoyar bygd.
Hin teinurin er 1000 metrar, og byrjað verður frá báti, ið liggur úti fyri bygdini.
Fyri at fáa alt at ganga so trygt og gott sum gjørligt, møtast øll hjá Radio­amatørunum við Strond ein tíma áðrenn svimjingin byrjar.
Har verður kunnað um tiltakið og aðrar fráboðanir annars givnar.
Klokkan 9.00 leypa tey, ið svimja 4000 m, á bláman yviri við Strond við Stóradam, niðanfyri hjá Radio­amatøru­num.
Tey, ið svimja 1000, fara sam­stund­is í bátarnar og sigla til start­málið 1000m úr Nólsoyar bygd, har tey byrja svimjingina uml. kl 10.00.
Málið hjá báðum bólkum er Æris­portrið á keiini í Nolsoy. Um svimjari kemur á land aðrastaðni, má hann renna seinasta teinin.
At ansa eftir eru samarittar við á ferðini um fjørðin, og nólsoyingar taka ímóti og hjálpa svimjarunum, tá komið er upp á land.