Tað ber til at stilla upp trý fólk fleiri, at tað kunnu veljast. Í Tórshavnar býráð eru 13 býráðslimir, og tí kann í mesta lagi stillast upp 17 valevni.
Nú eru Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi klár við listunum. Enn vanta listarnir hjá Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum og Framsókn.
Sambært tíðindum í Kringvarpinum arbeiðir Rani Skaalum, sum fleiri ferðir hevur stillað upp fyri Miðflokkin, við einum borgaralista. Miðflokkurin hevur boðað frá, at flokkurin stillar ikki upp til býráðsvalið. Bjørn á Heygum, formaður í Streymoyar Sjálvstýrisfelag, segði við in.fo herfyri, at Sjálvstýriflokkurin umhugsar at stilla upp.
Freistin at lata inn listarnar er tó langt frá farin, tí seinasti dagur at lata inn listarnar er 20. oktober.
Her er listin hjá Tjóveldinum. Frá vinstru:
▪ Elsa Berg, taraalari, Havn.
▪ Bergdís Ester Gísladóttir, KT-mennari, Hoyvík.
▪ Brandur í Dali, sjálvstøðugur vinnurekandi, Argir.
▪ Jóhan Carl Dam, maskinførari, Tórshavn.
▪ John Dalsgarð, samskipari í Yrkisdeplinum og sjálvstøðugur vinnurekandi, velbastaðmaður í Havn.
▪ Ronnie Thomassen, deildarleiðari, Argir.
▪ Katrin Jakobæus, barnafysioterapeutur, Tórshavn.
▪ Gunnar Djurhuus, økissamskipari í Tórshavnar Kommunu, Hoyvík.
▪ Gunvør Balle, varaborgarstjóri og fulltrúi í Uttanríkistænastuni, Argir.
▪ Jóannes Guttesen, eftirlitsfólk á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Hoyvík.
▪ Benjamin Thomassen, alari, Argir/Kollafjørður.
▪ Turið Horn, býráðslimur og dagstovnaleiðari, Tórshavn.
▪ Jákup Dam, býráðslimur og skúlalærari, Kollafjørður.
▪ Anja Hartmann Wardum, leiðari á Kunningarstovuni Visit Nólsoy, Nólsoy.
▪ Snorri Patursson, undirvísari á Mat- og Moldmentanarháskúlanum og sjálvstøðugur vinnurekandi, Tórshavn.
▪ Jón Kragesteen, varaskúlastjóri, Tórshavn.