fostrið, um tað vísir seg, at tað hevur Downs syndrom. Tað hevur gjørt, at síðani 2004 er talið á børnum við Downs syndromi minkað 13 prosent á hvørjum ári, og heldur hendan gongdin fram, kemur tað seinasta [...] verið týðilig. Tað skrivaði Berlingske søndag í gjár. Blaðið vísti á, at í 2004 vórðu 61 børn við Downs syndromi fødd í Danmark. Longu árið eftir var talið minkað niður í helvt, og síðani er tað minkað 13 prosent [...] felagnum Landsforeningen Downs syndrom duga tey væl at skilja, at fleiri foreldur velja børn við sjúkuni frá. Men formaðurin í felagnum, Grete Fält-Hansen, heldur kortini, at fólk kunna seg ikki nóg væl um sjúkuna
august verður dansinátt í Norðurlandahúsinum. Tað boðar Slái Ring frá. Tiltakið hevur verið nærum á hvørjum ári, síðani Norðurlandahúsið opnaði. Dansitíðin er vetrarhálvuna, men fleiri eru, ið kundu ynskt [...] serliga dám. Talan er um almennan dans og eru øll vælkomin. Hetta er tiltak, sum Norðurlandahúsið og Sláið Ring skipa fyri í felag. Byrjað verður kl. 21.00 og dansurin endar kl. 01.00. Er dansurin góður, [...] treða dansin her heima er vanligt, at væl av útisetum og ferðafólki leita sær til dansináttina. Fyri tey vitjandi kann dansináttin í Norðurlandahúsinum verða minnilig løta. Húsið er stórsligið. Uttan sum
Pero Sore er ikki farin úr starvi, men avspákar. Tað eru almennu boðini frá leiðsluni á Landssjúkrahúsinum. So vóru boðini í tíðindasendingini hjá Kringvarpi Føroya klokkan 18 í gjárkvøldið. Tað vísir seg [...] hundrað dagar. Hetta verður so útgoldið nú komandi dagarnar, og kann tað vera, hetta er orsøkin til, at leiðslan á sjúkrahúsinum kallar tað fyri avspákan, sigur Pero Sore. [...] seg tó, at høvuðspersónurin, giktalæknin sjálvur, als ikki er samdur í hesi tulking av støðuni. - Eg var sjokkeraður, tá eg hoyrdi, at eg bara avspáki. Eg spurdi Bjarna á Steig, leiðandi yvirlækna á sk
Tað er ikki á hvørjum degi, at Simon Cowell verður so rørdir, at hann fellur eitt tár. Men tað gjørdi hann, tá ið 19 ára gamla Jillian Jensen framførdi á amerikanska X-Factor pallinum. Í hesum døgum verður [...] Facebook eru tað eitt nú fleiri føroyingar, sum hava nýtt høvið at heita á ung, sum fara í skúla, um ikki at happa onnur. 19 ára gamla Jillian Jensen er eitt dømi um eina unga kvinnu, sum er sera ávirkað [...] ávirkað av happing. Hon greiður í sendingini her frá hvussu illa hon varð happað í skúlanum, og hvussu tað hevur ávirkað hana. Ein av dómarunum, Demi Lovato, hevur skrivað fleiri sangir um happing, og hon varð
Norðpólin enn Antaktis, men nú vísa bretskar kanningar, at tað er ikki so. Kanningarnar hava avdúkað, at eitt risastórt ísfjall er í ferð við at loysna frá har vesturi í Antarktis, skrivar The Independent. G [...] Grankararnir siga, at loysnar ísfjallið, kann tað hava við sær, at vatnsstøðan í heimshøvunum kann hækka meiri enn fimm metrar. Ísurin oman á Antarktis er umleið ein kilometur til tjúkdar, og granskarar [...] hava teir hildið, at ísurin har kann loysna um eini hundrað ár, men nú siga teir, at tað kann henda fyrr enn so, og at tað kan fáa umfatandi avleiðingar.
- Tað havi eg gjørt vart við í samgonguni og tí varð eg biðin um at koma við einum uppskotið til tilfeingisgjald, sigur Magni Laksáfoss. Tað hevur hann gjørt. Men hann má eisini ásanna, at tað er ikki [...] nokk av keyparum er til teir fiskidagar, ið verða lýstir til sølu á hvørjum ári. - Er ikki nóg mikið av keyparum kann prísurin gerast heilt tilvildarligur. Hann sigur, at skipanin ger tað samstundis møguligt [...] Endamálið við einum tilfeingisgjaldið er at fiskiflotin skal lagast til fiskatilfeingið. Tað staðfestir Magni Laksáfos tingmaður fyri Sambandsflokkin. Men sum tað sæst í grein á síðu 4 í Sosialinum í dag
áhoyrarnir fara at minnast, men so avgjørt ikki fyri tað góða. Men hví góðar og sakligar viðgerðir, tá tað heldur ber til at klandrast og skjóta eftir hvørjum øðrum í samfullar fýra tímar. Allur fundurin sum [...] BÝRÀÐSFUNDUR Er stríðið millum Jan Christian og Heðin Mortensen kólna, so er stríðið millum meiriluta og minniluta heitari enn nakrantíð. Nøkur heilt fá fólk sótu sum áhoyrarar til býráðsfundin hóskvøldið [...] langt drúgt stríð millum meiriluta og minniluta í Tórshavnar býráð. Hóast nógv varð sagt, so er lítið, sum er hugaligt at festa á blað. Hæddarpunktið á fundinum var, tá býráðsformaðurin, Jan Christiansen
Er tað tí, at hann er vónbrotin av teimum tilboðum, honum hava verið boðin av teim mongu, sum standa og læra innan kristnar felagsskapir á okkara døgum? Okkurt bendir á tað. Tí tað er ikki eiti á, hvat [...] og kallan frá Guði - sveimarí. Og slík, sum sunnumorgnar berjast við prædikutekstin og royna at sannføra okkum um, at tað mesta, sum skriva stendur í Halgubók, skal skiljast øvut. Hetta er tað, sum villeiðir [...] So mikið at sær komin áttu tey veri, sum hava ábyrd av kristiligum arbeiði. Fyri at siga tað milt, so er tað ofta reint tvætl og nærkast falslæru, sum fólk leggja oyra til í summum missións- og samkomuhúsum
semju í lag vánalig, tí partarnir stóðu langt frá hvørjum øðrum, tá farið var til hús. ES og Noreg løgdu tá felags uppskot til loysn á borðið, sum lá langt frá føroyska kravinum um part, og sum Føroyar mettu [...] samráðingunum. Tað sigur Fiskimálaráðið á síni heimasíðu, eftir at enn einar samráðingar eru endaðar úrslitaleysar. - Samráðingarnar í Bergen í síðstu viku vístu, at enn er langt millum partarnar. Tað, sum skilir [...] Reykjavík í døgnum 14. - 16. februar 2012. Jákup Mikkelsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur, at tað er sera týðandi, at Føroyar framhaldandi verja síni rættindi og krøv. Samstundis ásannar landsstýrismaðurin
in á Kokkaskúlanum í Klaksvík er eitt grundskeið. Tað gevur ikki atgongd til víðari útbúgving sum kokkur, men gevur møguleika til kokkaarbeiði á landi og sjógvi, har tað sjáldan eru krøv til útbúgving [...] ferðir um árið. 12-14 næmingar eru vanliga í hvørjum flokki. Flestu næmingarnir eru mannfólk, og øll hesi árini, Kokkaskúlin hevur havt undirvísing, hevur tað bara verið eitt ár, har kynsbýtið hevur verið [...] lærarar frá Sjómansskúlanum undirvísa í hinum lærugreinum. Kokkaskúlin í Klaksvík heldur til á Sjómansskúlanum á Garðavegnum í Klaksvík. Arbeitt verður í løtuni við eini kunngerð, sum gevur kokkum frá Kok