Fostur við Downs verða vald frá

Støðugt fleiri danskar kvinnur velja at taka fostrið, um tað vísir seg, at tað hevur Downs syndrom. Tað hevur gjørt, at síðani 2004 er talið á børnum við Downs syndromi minkað 13 prosent á hvørjum ári, og heldur hendan gongdin fram, kemur tað seinasta danska barnið við Downs syndromi í heimin í 2030.

Í 2004 fingu danskar kvinnur, sum vóru við barn, tilboð um kanning, sum kundi ávísa, um fostrið hevði Downs syndrom, og síðani hevur gongdin verið týðilig. Tað skrivaði Berlingske søndag í gjár. Blaðið vísti á, at í 2004 vórðu 61 børn við Downs syndromi fødd í Danmark. Longu árið eftir var talið minkað niður í helvt, og síðani er tað minkað 13 prosent í meðal um árið.

Í felagnum Landsforeningen Downs syndrom duga tey væl at skilja, at fleiri foreldur velja børn við sjúkuni frá. Men formaðurin í felagnum, Grete Fält-Hansen, heldur kortini, at fólk kunna seg ikki nóg væl um sjúkuna, áðrenn tey taka avgerðina.