Ung kvinna bergtók X-Factor dómarar

Tað er ikki á hvørjum degi, at Simon Cowell verður so rørdir, at hann fellur eitt tár. Men tað gjørdi hann, tá ið 19 ára gamla Jillian Jensen framførdi á amerikanska X-Factor pallinum.

 

Í hesum døgum verður tosað nógv um happing. Á Facebook eru tað eitt nú fleiri føroyingar, sum hava nýtt høvið at heita á ung, sum fara í skúla, um ikki at happa onnur.

 

19 ára gamla Jillian Jensen er eitt dømi um eina unga kvinnu, sum er sera ávirkað av happing.

 

Hon greiður í sendingini her frá hvussu illa hon varð happað í skúlanum, og hvussu tað hevur ávirkað hana. Ein av dómarunum, Demi Lovato, hevur skrivað fleiri sangir um happing, og hon varð sjálv illa happað sum ung.

 

Tí kendi hon seg aftur í framførsluni og í orðunum hjá ungu gentuni.

 

Tú kanst síggja brotið her:

 

www.youtube.com/watch