Kokkaskúlin í Klaksvík

Kokkaskúlin í Klaksvík er sum orðið sigur, ein skúli fyri kokkar. Skúlin gevur fyrst og fremst førleikar til kokkaarbeiði umborð á skipi, men fleiri eru tey, ið við pappírunum eru farin á dagstovn og røktarheim at arbeiða sum kokkar.

Kokkaskúlin tekur næmingar inn tvær ferðir um árið. 12-14 næmingar eru vanliga í hvørjum flokki. Flestu næmingarnir eru mannfólk, og øll hesi árini, Kokkaskúlin hevur havt undirvísing, hevur tað bara verið eitt ár, har kynsbýtið hevur verið javnt.

Undirvísingin á Kokkaskúlanum í Klaksvík er eitt grundskeið. Tað gevur ikki atgongd til víðari útbúgving sum kokkur, men gevur møguleika til kokkaarbeiði á landi og sjógvi, har tað sjáldan eru krøv til útbúgving á økinum. Undirvísingin er blandað við praktiskari og teoretiskari undirvísing. Undirvíst verður í føroyskum, donskum, enskum og rokning, umframt føðslulæru, reingerð og proviantering. Tveir undirvísarar eru í matgerð, meðan lærarar frá Sjómansskúlanum undirvísa í hinum lærugreinum.

Kokkaskúlin í Klaksvík heldur til á Sjómansskúlanum á Garðavegnum í Klaksvík.

Arbeitt verður í løtuni við eini kunngerð, sum gevur kokkum frá Kokkaskúlanum møguleika at søkja um merit, um teir ynskja at fara undir víðari lesnað.

Skúlin er at finna á www.klaknav.fo