Ein rein komedia

Býráðsfundurin í Havn hóskvøldið gjørdist ein reinur glantrileikur, har fáu oyrarnir fingu klandur, fjas, agg og sjónleik í samfullar fýra tímar

BÝRÀÐSFUNDUR

Er stríðið millum Jan Christian og Heðin Mortensen kólna, so er stríðið millum meiriluta og minniluta heitari enn nakrantíð.
Nøkur heilt fá fólk sótu sum áhoyrarar til býráðsfundin hóskvøldið. Og hetta skuldi gerast ein býráðsfundur, áhoyrarnir fara at minnast, men so avgjørt ikki fyri tað góða.
Men hví góðar og sakligar viðgerðir, tá tað heldur ber til at klandrast og skjóta eftir hvørjum øðrum í samfullar fýra tímar.
Allur fundurin sum hann gjørdist eitt langt drúgt stríð millum meiriluta og minniluta í Tórshavnar býráð.
Hóast nógv varð sagt, so er lítið, sum er hugaligt at festa á blað. Hæddarpunktið á fundinum var, tá býráðsformaðurin, Jan Christiansen, hótti við at koyra Jógvan Arge av fundinum, um hesin ikki skikkaði sær pent.
Meirilutin og minnilutin kundu hóskvøldið illa semjast um, hvat vendi upp ella niður. Gjógvin millum partarnar vaks bara sum fundurin leið.
Í hvørjum einasta málið varð dúgliga tosað aftur og fram um mannagongdirnar. Meirilutin vildi hava tað soleiðis, at tey flestu málini uttan nøkur serstøk vóru løgd fram til kunningar ? og ikki til støðutakan. Hetta kundi minnilutin ikki góðtaka, og fyri hvørt mál vak orrustan meira og meira.
?Diktaturur, segði minnilutin, og meirilutin setti hart móti hørðum. Og so mældi prátið rundanum seg sjálvt óteljandi ferðir.
Orðaljóðið gjørdist stundum ógvuliga ódámligt, og ein skattgjaldari í Tórshavnar kommunu hevði vallað sovið betri um náttina við býráðsfundinum hóskvøldið í huganum.
Klandur, nógv agg og heilt fitt av sjónleiki dugdu garvaðu politikararnir í Tórshavnar at hála fram hesar fýra tímar, fundurin vardi.
Alt skuldi fáa viðmerkingar, og prikini vóru alt annað enn skemtilig ella dámlig.
Nógvu málini snúðu seg um dagstovnar, og børnini á stovninum duga mestur ikki betri at kasta eftir hvørjum og seta órímilig krøv.
Hóast onkur glotti hómaðist, so var samlaða upplivingin ógvuliga syrgilig.