- Giktalæknin Pero Sore er ikki farin úr starvi, men avspákar. Tað eru almennu boðini frá leiðsluni á Landssjúkrahúsinum. So vóru boðini í tíðindasendingini hjá Kringvarpi Føroya klokkan 18 í gjárkvøldið.
Tað vísir seg tó, at høvuðspersónurin, giktalæknin sjálvur, als ikki er samdur í hesi tulking av støðuni.
- Eg var sjokkeraður, tá eg hoyrdi, at eg bara avspáki. Eg spurdi Bjarna á Steig, leiðandi yvirlækna á skurðdeildini, hvør hevði borið hesi tíðindini, men hann visti ikki, sigur Pero Sore, sum kennir seg manipuleraðan av onkrum, men veit ikki heilt hvørjum.
Pero Sore endurtekur, at hann hevur sagt upp, og at hann ikki longur starvast á Landssjúkrahúsinum.
- Nú, eg havi sagt upp, havi eg eini 33 feriudagar til góðar umframt yvirtíðarløn fyri umleið hundrað dagar. Hetta verður so útgoldið nú komandi dagarnar, og kann tað vera, hetta er orsøkin til, at leiðslan á sjúkrahúsinum kallar tað fyri avspákan, sigur Pero Sore.










