Risastórt ísfjall loysnar

Tann veksandi hitin á Jørðini hevur nógv størri ávirkan á Antarktis, enn vísindafólk higartil hava hildið

Vísindafólk, sum kanna avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum, hava higartil hildið, at broytingarnar hava nógv størri ávirkan á leiðirnar við Norðpólin enn Antaktis, men nú vísa bretskar kanningar, at tað er ikki so.
Kanningarnar hava avdúkað, at eitt risastórt ísfjall er í ferð við at loysna frá har vesturi í Antarktis, skrivar The Independent. Grankararnir siga, at loysnar ísfjallið, kann tað hava við sær, at vatnsstøðan í heimshøvunum kann hækka meiri enn fimm metrar.
Ísurin oman á Antarktis er umleið ein kilometur til tjúkdar, og granskarar hava hildið, at hann broytist lítið og einki, sjálvt um einir 250 rúmkilometrar fara í havið á hvørjum ári. Men nú eru granskararnir farnir at ivast í, um ísurin har vesturi á Antarktis megnar at standa ímóti tí veksandi hitanum á Jørðini. Higartil hava teir hildið, at ísurin har kann loysna um eini hundrað ár, men nú siga teir, at tað kann henda fyrr enn so, og at tað kan fáa umfatandi avleiðingar.