Er tað tí, at hann er vónbrotin av teimum tilboðum, honum hava verið boðin av teim mongu, sum standa og læra innan kristnar felagsskapir á okkara døgum? Okkurt bendir á tað. Tí tað er ikki eiti á, hvat borðreitt kann vera við í Jesu navni av teimum, ið stíga fram nú á døgum sum lærarar. Tú kann fáa øll tíni ynski at ganga út. Tilboð eru um grøðing fyri allar sjúkur, um vælferð og tímilig framgongd á øllum økjum, bara tú trýr NÓG NÓGV á Guð. Eitt øðiligt inntenst psykologiskt trýst liggur á nógvum, serliga ungum menniskjum. Er ein ungur drigin í ein religiøsan felagsskap við slíkum tilboðum, og síðani sær veruleikan í eyguni, at hetta helt als ikki er so, tá kunnu fylgjurnar náttúrligt vera, at tey gerast so vónbrotin og reagera heilt øvut og venda sær frá øllum, sum eitur kristindómur og trúgv og byrja at finna mótpróførslur.
Tilkomin menniskju skuldu als ikki loyvt einum og hvørjum at staðið og lært í kirkjum og samkomum. So mikið at sær komin áttu tey veri, sum hava ábyrd av kristiligum arbeiði. Fyri at siga tað milt, so er tað ofta reint tvætl og nærkast falslæru, sum fólk leggja oyra til í summum missións- og samkomuhúsum, og ikki minst nógv av tí, sum útvarpsstøðir senda av religiøsum tilfari, tað hevur als ikki basis í Skriftini, men eru berar upplivingar og kenslur.
Felagsskapurin ”guðloysi” er eftir mínum tykki eingin hóttan. Tú kennir hatta talið, umleið eitthundra og tjúgu fólk, aftur frá líknandi upplopum. Eg eri vísir í, at fór ein at kanna nøvnini á limunum, er eingin ivi um, at tað eru akkurát tey somu, sum av og á síggjast fara við bannarum og skeltum gjøgnum N. Finsensgøtu og sum mynda undirskriftirnar móti skrásettum parlagi v.m. Fá taka hesi fyri fult. Sjálvur ræðist eg als ikki ein slíkan felagsskap sum ”guðloysi”. Har er lætt at taka støðu fyri ella ímóti. Har geldir orðið um at vera heitur ella kaldur. Slíkt er ikki nøkur hóttan móti kristnini. Einasta tey fáa burturúr, eru enn fleiri forvirraðar religiøsar klikur, sum mótreagera og koma við ræðukampagnur móti hvørjum øðrum.
Hóttanin eru tey, sum standa í kirkjum og samkomum og, sum geva seg út sum lærarar, tað verið seg óbúgvin ungfólk, við ongum lívsroyndum og ongum bíbliukunnleika, sum taka øll síni følilsir sum opinberingar og kallan frá Guði - sveimarí. Og slík, sum sunnumorgnar berjast við prædikutekstin og royna at sannføra okkum um, at tað mesta, sum skriva stendur í Halgubók, skal skiljast øvut. Hetta er tað, sum villeiðir og førir menniskju út í óføri, úr í guðloysi.
Felagsskapurin ”guðloysi” byrjaði við endanum. Tí harmaðist eisini skúlastjórin á háskúlanum, tí háskúla, sum mæta guðsmanninum Símuni av Skarði gundlegði, um, at stigtakarnir vóru lopin framum har byrjanin av avkristnanin av einum landi eigur at byrja, nevniliga við reinari humanismu.