heldur til, varð tikin í nýtslu í 1958. Fornminnisfelagið í Nes kommunu varð stovnað 25. november í 1995, og hetta er fyrsta almenna framsýningin, sum tey skipa fyri. Sýningin er sett upp í prestagarðinum á [...] atkomulig. Í henni eru nøvnini á øllum teimum, sum í hesum langa tíðarskeiðnum vóru næmingar í skúlanum í Saltnesi og á Toftum. Hetta eigur at vera áhugavert ikki minst hjá teimum, ið hava átt og eiga [...] bygdur, var hann næststørsta íbúðarhús í landinum. Bara amtmansborgin var størri. Prestagarðurin á Nesi hevur eisini verið próstasetur. Próstar vóru í Føroyum í 406 ár. Í 215 av árunum búði prósturin á Nesi
Illa viðfarnir í Guantanamo Tríggir bretar, sum sluppu ú amerikonsku fangaleguni í Guantanamo fyri fýra mánaðum síðani eftir at hava sitið har í meiri enn tvey ár, halda uppá, at teir vórðu illa viðfarnir [...] at tað fer ikki at gera nakað við málið. Venjingar í Murmansk Hesa vikuna hava servandir russiskir hermenn verið við í einari venjing, har teir hava lært, hvussu teir skulu bera seg at, um onkur yvirg [...] serfrøðingar í ferð við at tryggja goymslurnar við Murmansk. Hetta arbeiðið er fíggjað við pengum úr fleiri londum. Horvnir í 54 ár Herfyri vórðu líkini av tveimum amerikonskum hermonnum, sum fullu í Koreakrígnum
øllum um eitt statskvett! Jú, vit hava upplivað, at løgting og landsstýri hava sovið í stívliga fimti ár. Og hóast enn finnast fólk av slagnum »best man vera sum er, vit hava ikki ráð, vit duga einki«, so [...] framd í Guðs navni. Við øllum hesum í baksýni, kann ikki sigast annað enn at føroyska fullveldisprosessin er tann med demokratiska, heimurin higartil hevur upplivað. Og alt bendir á, at persónarnir í víðastu [...] verða kannaður um 100 ár, fara fólk at undrast yvir, at í tí Harrans ári 1999 framvegis vóru fólk, ið ikki enn vóru fullvís í, at Tjóðveldis Føroyar fór at gerast veruleikin um fá ár: Tórshavn, á Dagbókadegi
sundurskilt millum lívið og familjuna í Føroyum og lívið og familjuna í Sveis. Nú tá mín familja í Sveis og familjan í Føroyum hava vitjað hvørja aðra og hava fingið betri innlit í alla mína verð, er tað sum mítt [...] ungdómar, sum koma til Føroyar í eitt ár”, sigur Elisabeth Holm, forkvinna í AFS í Føroyum síðan miðskeiðis í 90unum. AFS visiónin Endamálið við AFS er at virka fyri friði í heiminum, at økja um tilvitskuna [...] Ólavsøkan er nakað serstakt í ár fyri Elisabeth og Palla. Eldsta dóttir teirra, 16 ára gamla Lilja, er júst heimkomin úr Argentina eftir at hava verið skiftisstudentur gjøgnum AFS í eitt ár. Mahmooda, AFS-dótturin
Royndin. Eitt lið, ið má sigast at hava staðið sína roynd!! Royndin er millum elstu skótalið í landinum, og í útvið hálva øld hava skótarnir skipað fyri flaggdagshaldið í Vági. Fyrst á Fløtuni Fríðu – hesum [...] lofti. Jens Olivur fór heim í summarfrí og hevði flaggið við sær. Hann vant tað á stong í Famjin og veitraði tað fyrstu ferð í Føroyum 22. juni 1919. Sama flagg hongur í dag í Fámjins kirkju. Lagnan vildi [...] nevna Á Garði. Føroyingar í hópatali hava búð har, eisini um vit hyggja mong ár aftur í tíðina. Og júst á hesum gamla og søguliga stað veitraði Merkið gjøgnum kamarsvindeygað í 1919. Veit ikki um øll geva
góður vinur og vit hava kent hvønn annan síðan lestrarárini tíðliga í seksti árunum í Keypmannahavn. Eg kom í føroyingafelagið og hann hann kom í okkara felag. Tá var nógv felagslív í Keypmannahavn millum [...] meg nógv í politikki. Hann lærdi meg millum annað tað, at grønlendingar skuldu ikki leggja seg út í føroyskan politikk, tað kláraðu føroyingar sjálvur. Føroyingar skuldu heldur ikki leggja seg út í grønlendskan [...] sjúku. sigur Jonathan Motzfeldt, sum umframt at hava verið politikari í eitt mannaminni, eisini eru prestur. ? Hóast eg kendi Atla Dam sum vin í mong ár, og vit tosaðu nógv um politikk, so byrjaði okkara
og nobellønarvinnarin Seamus Heany (sum var á listastevnuni her í Føroyum í august í fjør) vísir í hesum sambandi á áttanda kapittul í Jóhannesar evangelium, har soleiðis verður sagt frá: Men hinir s [...] murrar hann bara fram fyri seg. Hann fer at ganga í barndømi, og av tí at hann eftir at hava rannsakað duravaktaran í mong ár eisini hevur varnast loppurnar í hansara skinnkraga, biður hann eisini loppurnar [...] PARTUR Vín varð skonkt í vegligt steyp. Um gyltir dreingir fúna, lindin ronk í faðirs garði ristir sína krúnu. Tað var mær greitt, í tí hetta ørindi varð yrkt, at ein var staddur inni í tí miklu ekkóauluni
Breyðvirkið er nýtt smábakarí, sum læt upp í Jónas Broncksgøtu 44 í Havn mikumorgunin, 4. mars. Bakaríið er í hølunum, har Kiosk Activ var í fleiri ár. Longu fyri klokkan 07 í gjár, tá viðheftu myndir eru tiknar [...] sett upp í hølunum, sigur Fríða Hansen. Randi Olsen og Fríða Hansen hava kenst í nøkur ár, og tær komu at kennast, tá Randi var partur av matstovuni Smakka í Norðurlandahúsinum. - Eg hevði gingið í skúla [...] mammu Fríðu í Danmark, og eg hevði hoyrt um ungu kvinnuna. Ein dagin kom Fríða og bankaði á dyrnar og spurdi um arbeiði í Smakka. Randi Olsen sigur, at tær báðar arbeiddu saman í Smakka í nøkur ár, og her
framvegis er stórur. Tað er tó greitt, at tær mongu uppsøgnirnar í oljufeløgunum hava við sær, at fleiri av teimum fólkum, sum nú í eini 4-5 ár hava havt Føroyaumráðið sum sítt arbeiðsøki meira ella minni burturav [...] eru uppsøgd. Sosialurin skilur, at millum tey fólkini, sum hava arbeitt við Føroyaøkinum í fleiri ár og sum hava verið partur av býarmyndini í høvuðsstaðnum ikki so fáar ferðir um árið er m.a. Richard Vernon [...] operatørur í umrødda samtaki og hevur Dave Peace myndað samtakið, eitt nú tá ein føroysk sendinevnd vitjaði í Alaska í fjør. Eisini eitt annað starvsfólk hjá Texaco, sum fleiri ferðir hevur verið í Føroyum
allar tær vøkru blómurnar. Í komandi partir greiðir Kristian m.a. frá tí góða grannalagnum í Havn, millum annað teimum á Lava. Ejler hevur millum annað frásagnir um skemt í Hvalba [...] sleppa um ánna, men sum ikki kláraði at leypa. Eg helt tað vera synd í henni, so eg tók hana í føvningin og leyp uttan at fara í ánna. Hetta var abbi errin um, og tók tað sum eitt prógv um, at eg hevði [...] at eg gjørdist flovur av tí. Gott at liva í Porkeri Heima hjá okkum var sera smáligt og trongligt. Hetta var mamma als ikki von við. Í hennara barndómsheimi í Porkeri var ríkiligt við øllum, og var tað