Maud Næs
Familjan hjá Elisabeth Holm av Tvøroyri og Palla Mortensen úr Vági savnast á fyrsta sinni nú um ólavsøkudagarnar í heiminum hjá familjuni í Tórshavn. 5 AFS- Altjóða systrar møtast fyri fyrstu ferð. Familjan fer at njóta Ólavsøkuna saman og saman við túsundum av føroyingum frá nær og fjar, ið øll vilja heim til Ólavsøku. Ólavsøkan er nakað serstakt í ár fyri Elisabeth og Palla. Eldsta dóttir teirra, 16 ára gamla Lilja, er júst heimkomin úr Argentina eftir at hava verið skiftisstudentur gjøgnum AFS í eitt ár. Mahmooda, AFS-dótturin úr Chicago kom í gjárkvøldi og Steffi, AFS-dótturin úr Sveis, er eisini heimkomin saman við foreldrum, systkjum og makum teirra. Her er søgan um eina kjarnufamilju, ið nýtti gylta møguleikan AFS bjóðar í meira enn 60 londum kring heimin.
AFS er ein altjóða felagsskapur
Bakgrundsssøgan
AFS International er ein skiftisfelagsskapur fyri ungdómar. AFS felagsskapurin snýr seg um, at ung fólk millum 15 og 18 ár fara út í heim í eitt ár fyri at nema sær kunnleika um annað mál og aðra mentan, og at ungdómar á sama hátt koma hendavegin fyri at fáa nýggjar avbjóðingar. Tað mennandi og potentielt læruríka aspektið er, at einstaklingurin og familjur av ólíkum uppruna læra um og av hvørjum øðrum við at liva saman.
Søgan hjá AFS byrjar undir 1. heimsbardaga við einum bólki av sivilum amerikankum ungdómi, ið stovnaðu American Field Service. Hesir ungdómar gjørdust ambulansuførarar bæði undir fyrra og seinnra heimsbardaga. Hesi sjálvbodnu koyrdu og fluttu tey særdu av vígvøllum og upplivdu soleiðis ræðuligu avleiðingarnar av krígsførslu og manglandi fatan og virðing fyri øðrum menniskjum og mentanum.
Burtur úr hesum kom hugskotið um, at ung fólk tvørtur um landamørk, og harvið tvørtur um mentunarligar, átrúnarligar, rasu, málsligar, politiskar og fíggjarligar munir skuldu læra hvønn annan betur at kenna við at liva seg inn í m.a. mentanina hjá hvørjum øðrum.
AFS til Føroyar
Í 1947 bleiv altjóða felagsskapurin AFS Intercultural Programs formelt settur á stovn. Tíggju ár seinni, í 1957, bleiv AFS Interkultur í Danmark sett á stovn. AFS er heimsins elsti skiftisfelagsskapur og er í dag í yvir 60 virknum limalondum. Arbeiðið er sjálvboðið og samstundis óheft av vinnuligum, partapolitiskum og átrúnaðarligum áhugamálum.
Føroyar eru ikki sjálvstøðugt limaland, men eru eitt lokalfelag við tilknýti til AFS Interkultur í Danmark, eitt lokalfelag myndað av sjálvbodnum. Fyrstu føroyingarnir fóru út í heimin gjøgnum AFS síðst í 50unum og fyrst í 60unum, so AFS hevur virkað her á landi í hálva øld.
“Málsetningurin hjá AFS-Føroyum er tvífaldur. Tað fyrra er at fyrreika og kunna tey, sum fara uttanlands við AFS, og hin parturin er at vera stuðlar hjá vertsfamiljum og at skipa fyri tiltøkum fyri teir ungdómar, sum koma til Føroyar í eitt ár”, sigur Elisabeth Holm, forkvinna í AFS í Føroyum síðan miðskeiðis í 90unum.
AFS visiónin
Endamálið við AFS er at virka fyri friði í heiminum, at økja um tilvitskuna um tað, sum vit menniskju hava til felags, at virka fyri størri fatan av heimsins mongu og fjølbroyttu mentanum og at stríðast ímóti vandamálum, ið hótta heimssamfelagið. AFS ásannar, at friðurin ikki er sjálvsagdur, men hóttur av samfelagsligum, búðskaparligum og politiskum órættvísi eins væl og av vantandi fatan av øðrum átrúnaðum, bæði millum tjóðir og einstøk lond.
Hjartarúm er í Gulu húsini í Nicolai Mohrs Gøtu 5.
Familjan Holm/Mortensen eiga 3 børn, døturnar Lilju, Sólju,Lý og ikki at gloyma hundin Lilo. Elisabeth hevur arbeitt á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølim síðani 1992, men fer nú í nýtt starv og Palli er leiðari á Hjálpartólamiðstøðini. Tey hava síðani mitt í 90unum økt munandi um famlju sína, ið nú fevnir so vítt sum til USA, Sveis og Argentina. Mahmooda úr Chicago bleiv ein partur av familjuni árið 1996 - 97 . Forfedrarnir hjá Mahmoodu eru pakistanar, ið hava búðsett seg í USA, og sum flestu pakistanar eru familjan og Mahmooda muslimar. Mahmooda gekk eitt ár á Føroya Studentaskúla í Hoydølum. Steffi úr Sveis kom sum AFS-ari til Føroyar og inn í familjuna Holm/Mortensen í 2003- 2004, hon fór eisini á Føroya Studentaskúla í Hoydølum Tá Mahmooda var í Føroyum átti familjan 2 døtur, Lilju og Sólju, meðan tá Steffi kom var Lý komin aftrat. Tað er fyrstu ferð at allar døturnar eru saman samstundis. Árið 2006-2007 hevur familjan verði spjadd víða um, soleiðis at mesta beinleiðis sambandið hevur verið gjøgnum alnótina.
Hvussu hevur tað verið at verið AFS-pápi, í mun til at vera ein vanligur pápi, nú tú hevur roynt bæði?
“ Tað havi eg ikki hugsað nógv um. Tær komu inn í okkara heim, og tað tyktist skjótt, sum um tær altíð høvdu verið har. Eg havi verið á sama hátt mótvegis AFS-børnunum sum mínum egnu børnum. Eg eri sera góður við tær , ja, og havi sagt tvey par orð, tá eg havi hildið tað verið neyðugt, ja. Møguliga ikki so ofta við tær, sum okkara egnu børn, sigur Palli Mortensen, AFS-faðir.
At húsið hevur verið fult av konufólki er ikki annað enn eg altíð havi verið vanur við her. Tó, so hevur tað verið sera læruríkt og áhugavert við okkara altjóða íkast í familju okkara.
Samrøða við Elisbeth Holm AFS-ara og forkvinnu fyri AFS í Føroyum.
“Eg var í Kansas City í statinum Kansas í 1982 hjá familjuni Cantril. Faðir mín har hevði lisið gudfrøði og sálarfrøði, men arbeiddi sum sálarfrøðingur. Mamma mín har hevði ein skúla í kjallaranum heima, har hon lærdi 5-6 ára gomul børn at lesa. Eg hevði ein beiggja og tvær systrar, onnur var flutt heimanfrá og var gift við littum mann. Foreldrini høvdu ongan trupulleika við tí, men omman, ið var av landinum, hevði stórar trupulleikar við tí. Soleiðis fekk eg tíðliga og beinleiðis innlit í rasuskilnaðin og trupulleikarnar í USA. Hin sistur mín, Lisa, var 16 ár, búði heima og vit vóru ikki bara systrar, men bestu vinkonur.
- Vit hava havt samband øll árini síðan.Tey hava vitjað meg og eg havi vitjað tey. Vit fylgja við í lívinum hjá hvørjum øðrum. Eg eri ótrúliga glað fyri AFS-árið í USA. Tað hevur ávirkað øll míni virði, heims- og menniskja áskoðan Tað hevur lært meg, hvat menniskju hava í felag. Tað er so nógv meira enn tað ið skilir okkum at.Eg føli meg kensluliga tætt knýtta at AFS-familju míni í USA, og ikki minst at AFSarum mínum úr USA og Sveis. Hetta eru sambond, ið hava ríkað lív mítt meira enn lýsast kann í orðum. Sjálv haldi eg, at AFS er eitt frálíkt íkast til føroyska samfelagið”.
Samrøða við Stephanie Elisabeth Sager 21 ár úr Luzern í Sveis, sum var AFS-ari í Føroyum fyri trimum árum síðan.
Eg valdi at koma til Føroyar, tí eg vildi til eitt norðurlendskt land. Eg havi ferðast við familju míni í Danmark, Svøríki og Noreg sum barn og tað dámdi mær sera væl. Tá eg kom til AFS, søgdu tey, at um man ynskti at koma til Danmarkar, so var eisini møguligt at velja Føroyar, tá visti eg als onki um Føroyar.Síðan byrjaði eg at lesa um Føroyar, og mær dámdi alt eg las um mentanina og fólkið.
Í byrjanini var tað trupult við málinum, tí eg dugdi ikki so væl enskt og als ikki danskt. Fólk í Sveis duga ikki so væl enskt, tað er mest týskt og franskt. Tað var ringt at skilja, hvat hendi á studentaskúlanum í byrjanini, men so kom eg at skilja meir og meir. Eg gjørdi eina orðabók fyri meg sjálva, har eg skrivaði øll orð eg ikki visti og spurdi Elisabeth og vinkonur í skúlanum og avgjørdi at eg skuldi læra málið. Eg var so forvitin eftir at vita, hvat fólk tosaðu um, eisini tá fólk skemtaðu vildi eg vera við. Brádliga komu fleiri orð og longu í heystfrítíðini dugdi eg málið.
Skúlin í Føroyum er nógv fríari enn í Sveis, har hann er authoriterur. Eg var sera hugtikin av, at studentarnir í Føroyum dugdu at tosa t.d. franskt eftir 1 ár við fronskum, meðan vit høvdu havt franskt í 5 ár og dugdu ikki málið. Tað eru nógv hægri krøv til stílar og annað í Føroyum enn í Sveis, har størsti dentur verður lagdur á uttanatlæru, og ikki at man veruliga skilir tingini.
Tað var tað besta, sum kundi henda fyri meg at koma til Føroyar og at koma til familjuna hjá Elisabeth og Palla. Ì Sveis havi eg ein stórabeiggja og stórasystur. Her í Føroyum fekk eg 3 lítla systrar, og tað var stuttligt.
Tað var ringt at koma heimaftur í fyrstuni, ringt at samskipa báðar verðirnar, tí eg eri so góð við báðar. Eg føldi tað, sum um hjartað var sundurskilt millum lívið og familjuna í Føroyum og lívið og familjuna í Sveis. Nú tá mín familja í Sveis og familjan í Føroyum hava vitjað hvørja aðra og hava fingið betri innlit í alla mína verð, er tað sum mítt sundurskilta hjarta veksur saman og verður heilt aftur.
Í løtuni arbeiði eg á einum heimi fyri brekað. Eg havi ein dreym um at verða lærarinna fyri børnum og í frítíðini at myndprýða til barnabøkur. Eg komi heilt vist altíð at hava samband við familju mína í Føroyum, tað er so deiligt at koma heimaftur.
Samrøða við Lilju Holm Mortensen, ið er 16 ár:
“ Eg eri júst komin heim aftur úr Argentina. Eg havi búð í einum av teimum norðastu statunum, Formosa, í býnum Formosa Capital, har umleið 300.000 fólk búgva. Eg havi neyvan eina vanliga AFS-søgu, tí eg havi búð hjá 3 familjum gjøgnum hetta árið. Eg havi búð umleið 3 – 4 mánaðir hjá hvørjari familju. Gjøgnum hesar 3 familjur havi eg upplivað 3 heilt ymiskar heimar, og tað hevur verið sera áhugavert og læruríkt hjá hvørjari, hóast tað eisini hevur verið strævið og trupult.
Tann fyrsta familjan eg kom inn til, var ein sera rík familja. Tey høvdu eitt stórt hús við tænastufólki, svimjuhyli og vóru sum heild materialistiskt væl fyri. Út frá upplýsingunum um familjuna áðrenn eg kom hagar, fekk eg fatanina, at tey vóru sera lík mínari familju her. Tey høvdu somu áhugamál og enntá sama yrki sum foreldur míni. Pápin var verkfrøðingur og mamman var ensktlærari og arkitekt eisini. Hóast tað, vísti tað seg, at tey vóru sera ólík foreldrum mínum. Tey vóru sera konservativ og heldur køld. Tað er vanligt har, at mannfólk eru dominerandi, men í hesum føri var tað heilt ekstremt.
3 mánaðir seinnri flutti eg til mín kontaktpersón innan AFS. Har búði eg saman við henni, mammuni og einari yngri systur í 4 mánaðar. Økið eg flutti til var eitt tað fátækasta og vandamiklasta í Formosa. Familjan var heit og kjerlig, men fátøk. Eg búði sera primitivt, t.d. var ongin vaskimaskina ella onnur materiel hjálpartól. Eg deildi kamar við eldri systrini og hevði bert eina madrassu at sova á. Aftaná 7 mánaðar í Argentina flutti eg aftur, hesu ferð tí mamman hevði hvørki menniskjansligt ella peningaligt yvirskot til at hava meg búgvandi. Hóast eg flutti høvdu vit framhaldandi eitt støðugt samskifti.
Triðja og síðsta familjan, var familjan hjá besta vinmanni mínum í Formosa, sum tók um endan, og tað eri eg ótrúliga glað fyri. Hóast flutningin millum familjurnar, føldi eg, at eg endiliga kom heim til mína røttu familju í Argentina.
Av tí at eg fyrst kom at búgva hjá einari vælhavandi familju, bleiv eg koyrd í ein privatan handilsskúla, ið var væl fyri samanborið við aðrar skúlar har, tó fátækur. Skúlin var authoriterur, og har var nógv disiplin. Vit skuldu hava fullan uniform hvønn dag og vit høvdu hvør sær eina lílta bók um atburð. Loyvt var at missa 15 dagar árliga, áðrenn burturvísing, tó skuldi grundgeving frá læknanum fylgja við, um tú var burtur ein dag. Men sum allastaðir í Argentina, ið er korrupt, so enntá í skúlanum kundi man keypa sær 15 dagar meira. Men hóast alt hetta, er skúlaskipanin ikki serliga góð, tí tey høvdu ikki skúlabøkur, og í veruleikanum var undirvísingin rein avskrift. Tað var fínt at ganga á skúlanum, hóast handilsskúli als ikki er eg, men fyrst eftir summarfrítíðina í desembur, januar og februar, fann eg útav, at talan var um ein handilsskúla. Eg fekk møguleikan at skifta skúla, men helt fram, tí her hevði eg míni bestu vinfólk.
Samanumtikið havi eg havt eitt fantastiskt ár. Tað hevur verið sera hart til tíðir, men tað havi eg lært nógv av, og tað hevur ment meg sum menniskja. Eg føli, at eg kenni meg sjálva og míni virði betur. Eg ætli at hava neyvt samband við mína familju og míni vinfólk í Argentina. Eg havi longu ætlanir um at fara til Argentina komandi summar at vitja, men fyrst fari eg á Studentaskúlan í Hoydølum og at arbeiða av og á fyri at fáa pening til mína framtíðar ætlan.
Samrøða við Mahmoodu Syed úr Chicago í Illinois í USA sum er 26 ára gomul og búði í Føroyum fyri 11 árum síðani, sum AFS-ari.
Eg valdi at koma til Danmarkar, so fekk eg seinni at vita, at eg kom til Føroyar. Vitanin eg hevði um Føroyar, áðrenn eg kom, var gjøgnum vertsfamilju mína, ið sendi myndir og greiddi frá, hvussu familjan var.
Fyrstu ferð vit komu hagar, vóru vit skelkað, tí at tá vit høvdu hoyrt, at Føroyar vóru oyggjar, trúðu vit at har var heitt, sól og strendur. Men tá vit komu úr flogfarinum við sólbrillum og alt klárt til góða veðrið, tá var myrkt, regn og kalt, tað var av sonnum skelkandi.
At koma til familjuna í Føroyum var lætt, tí øll vóru øgiliga vinarlig. Tey líktust mínari familju, tí tey vóru so sera tolin, t.d. tá eg lærdi meg málið. Men tá eg kom til Føroyar, visti eg ikki at tað kundi vera ljóst úti so leingi, so eg sovnaði og vaknaði, og tað var alla tíðina ljóst, so tað var ørkymlandi.
-Studentaskúlin var heilt annarleiðis enn skúlarnar í USA. Skúlastjórin í Hoydølum var vinarligur og tosaði við næmingarnar. Tað ger ongin skúlastjóri í USA, teir eru ikki vinarligir, men authoriterir.
Eg eri muslimur eins og øll familja mín úr Pakistan, so tað var fyrstu ferð, eg var í eini kirkju, tá eg var í Føroyum. Kirkjan á Tvøroyri er sera vøkur og tað var vakurt at hoyra sang í kirkjuni, tí vit syngja ikki í moskuni. Tað var gott at vera í kirkjuni, tí tað var andaligt, hóast eg ikki eri kristin.
- Enn í dag, trúgva fólk mær ikki í USA, tá eg sigi frá um mín túr til sjós í Føroyum. Fyrstu ferð var eg við Ólavi Hvíta, og seinni var eg við abba mínum, Leivi Holm, sála, við Rasmus Effersøe. Tað var stuttligt. Eg dámdi allar best at vera á Tvøroyri, tá eg var í Føroyum. Abbin og omman Judith Holm og mammubeiggin Kári Holm og Beinir Holm, abbabeiggin, sáli vóru øll so góð við meg.
-Fyri tveimum árum síðani, tá eg var til samrøðu fyri at koma inn á Lærda Háskúlan at lesa til lækna, tá tosaði eg nógv um mínar lívsroyndir í Føroyum. Tey, ið hoyrdu meg umrøða Føroyar vóru rættiliga hugtikin av at hoyra um hetta ókenda unika landið.Eg lesi annað árið til lækna nú. Eg fari at kanna, hvussu tað er at arbeiða sum lækni í Føroyum, so um mær dámar tað, komi eg møguliga at vera lækni her eina tíð. Eg eri gift og maður mín arbeiðir eisini innan heilsuverkið. Árið í Føroyum hevur gjørt meg meira opna og ævintýrhugaða.
Hetta er triðju ferð eg vitji aftur, síðani eg fór í 1997, og familjan í Føroyum vitjaði meg í 2001. Árið í Føroyum og alt eg upplivdi har hevur skapt meg til tað menniskja, eg eri í dag.










